Yngru deildirnar skulu nú spæla um steypini

Dreingirnir og gentur 14?17 ár fara at spæla annan leygardag, meðan smágenturnar og smádreingirnir fara at spæla nú leygardagin

STEYPAKAPPINGAR

Nú er skráin løgd fyri, hvussu steypakappingarnar í yngru fótbóltsdeildunum skulu avgreiðast. Sambært kappingarskipanini skuldu allar steypakappingarnar havt verið liðugt spældar undan summarsteðginum. Men orsaka av verkfallinum kom ólag í fótbóltsárið, og so gjørdi kappingarnevndin hjá FSF av, at kappingarnar skuldu útsetast inntil landskappingarnar vóru liðugt spældar.
Talan er um steypakappingarnar í dreingjadeildini, smádreingjadeildini, gentur 14?17 ár og smágentudeildini.

Tey yngru
Smádreingirnir og smágenturnar skulu sambært nýggju skránni spæla nú leygardagin.
Smádreingirnir skulu spæla í trimum bólkum í høvuðsstaðnum. Seinni sama dag skulu teir tríggir bólkavinnararnir spæla finaluumfar á Argjum. Allir dystirnir verða tvær ferðir fimtan minuttir.
Í bólki A, sum fer at spæla á Argjum, eru AB, EB/Streymur og KÍ. Í bólki B, sum fer at spæla í Gundadali, eru B68, HB og VB, og í bólki C, sum eisini fer at spæla í Gundadali, eru B36, B71 og NSÍ. Í fjør vann HB Cadbury steypið.
Smágenturnar skulu spæla á Toftum og í Runavík. A bólkurin fer at spæla í Runavík, og í honum eru B36, EB/Streymur, HB, NSÍ og VB. Í B bólkinum, sum fer at halda til á Svangaskarði, skulu spæla B68, B71, ÍF og KÍ.
Finaluumfarið verður í Runavík. Tá skulu bestu liðini í teimum báðum bólkunum dystast um fyrsta plássið, og næstbestu liðini skulu spæla um triðja plássið. Hvør dysturin verður tvær ferðir tíggju minuttir. Í fjør vann HB Niels L. Arge steypið.

Tey eldru
Dreingirnir og gentur 14?17 ár fara at spæla annan leygardag.
Dreingjakappingin verður í Vágum. Í A bólkinum, sum verður avgreiddur í Sørvági, verða luttakararnir B36, B68, KÍ og SÍ/SÍF. Í B bólkinum, sum verður í Sandavági, verða luttakararnir B71, TB og VB, og í Miðvági, har tað verður spælt í C bólkinum, verða luttakararnir HB, ÍF og NSÍ.
Finaluumfarið millum teir tríggjar bólkavinnararnar verður í Sørvági. Allir dystirnir vera tvær ferðir fimtan minuttir. Í fjør vann HB Koyriskúlasteypið.
Gentur 14?17 ár fara at dystast í Vági. Har verður hvør dysturin tvær ferðir tíggju minuttir, og allir teir fimm luttakararnir skulu spæla ímóti øllum hinum. Feløgini, sum hava boðað frá luttøku, eru AB, B36, EB/Streymur, HB og VB. Í fjør vann HB Mótasteypið.