Meistari
Sum liðskipari verður tað sjálvandi Rúni Nolsøe, sum á Sevmýru skal taka ímóti FM-steypinum, og sum liðskipari er helst eisini náttúrligt at fáa spurningin, hvat var tað, sum tryggjaði HB FM.
- Tað týdningarmesta haldi eg hevur verið, at heildin á liðnum hevur verið ótrúliga sterk. Vit hava havt bæði upp- og niðurtúrar, men vit hava megnað at rætta kósina, tá tað hevur verið neyðugt, og tað vitnar um eitt sera sterkt samanhald og høgan moral, helt liðskaparin, tá vit settu honum spurningin í skiftirúminum.
Dekan ov tíðliga
Áðrenn hevur tað annars verið heilt nær við fleiri ferðir, og millum annað var talan bert um seundir, sum skiltu HB frá einum meistarheiti í fyrraárið. Hetta kundi kanska nervað fleiri leikarar, men liðskiparin helt tó, at júst hetta kanska hevði gjørt HB enn sterkari í ár.
- Hans á Lag plagar at siga, at mundi fær onga haru, og tað er yvir høvur hugburðurin, sum vit hava havt í ár. Ikki minst tí tað gekk so illa í fjør, hava allir leikararnir givið eitt lítið petti eyka, tí tað skuldi vera hesaferð. Tað vóru vit ikki í iva um.
Sum fleiri av viðleikarunum, so viðgekk Rúni eisini, at trýstið var stórt í dag, og hann viðgekk eisini, at hann fylgdi við í, hvussu gekst í hinum dystunum kring landið.
- Vit høvdu jú sera ilt við at fáa glið á spælið, og tað komst heilt víst av trýstinum. Vanliga hoyrir tú heldur ikki, hvat verður sagt í anlegginum, men í dag vóru oyruni nakað væl størri, enn tey plaga at vera, so eg visti alla tíðina, hvussu støðan var í hinum dystunum, viðgekk hann eftir dystin.
Og hann viðgekk eisini, at hann bíðaði til tað allar seinasta, áðrenn hann vildi taka meistaraheitið upp á tunguna.
- Rakettirnar vórðu sendar upp og øll sungu um meistaraheitið, men har vóru altso sjey minuttir eftir í Runavík, so eg vildi ikki siga nakað. Tað vildi eisini verið øgiligt, um alt krútið var uppi, og NSÍ so kortini hevði fingið vent dystinum, men tað gjørdu teir so tíbetur ikki, so nú er alt avklárað, segði fegni liðskiparin at enda.