B71 ætlar sær í 1. deild

Seinasta ár um somu tíð, vóru sandingar í tí støðu, at teir skuldu spæla móti næstovast í 2. deild um seinasta plássið í bestu deildini. Nú eru teir í somu støðu sum Skála var fjør, og hetta ætla teir at gera líka gott sum skálamenn gjørdu síðsta ár

2. deild

Kravið hjá B71 áðrenn dystin móti VB á Sandi leygardagin var einfalt. Dysturin skuldi vinnast, um annað pláss skuldi røkkast, og harvið uppflytingardyst móti næstniðasta liðnum í 1. deild. Liðið sum B71 kappaðist við um hetta plássið var ÍF, og um ÍF megnaði at vinna á uppflytarunum úr Vágum, so kundu fuglfirðingar fara fram um B71 um teir ikki vunnu á VB.
Og tað sást beinanvegin, at B71 hevði meira at spæla fyri enn vágbingar, sum uppá eina góða seinnu hálvu høvdu bjargað sær pláss í deildini komandi kappingarár.
Sandingar løgdu út við kvikum og álopsinnaðum spæli, og longu fyrstu løtuna, komu teir fram til onkrar møguleikar sum kundu givið mál. Vágbingar vóru tó ikki fyri ongum, og nakrar ferðir noyddist Valdemar í B71-málinum at vísa síni kynstur.

B71 betri
Men tað var B71 sum var omaná í fyrra hálvleiki og tá umleið 20 minuttir vóru farnir, komu teir á odda. Jónsvein Thomsen fekk ein bólt beint uttanfyri brotsteigin hjá VB, trekti framvið einum verjuspælara og so hann gjørdist leysur og setti bóltin framvið málmanninum hjá VB. Stór frøi var á sandingum sum nú vóru nærri einum plássi í 1. deild.
Restina av fyrra hálvleiki gekk toluliga javnt á og málmøguleikar vóru til báðar síðir. Beint fyri hálvleik kom so seinna málið hjá B71, sum tóktist geva teimum avgerandi leiðsluna. Aftur var tað Jónsvein Thomsen sum síðstur fekk fótin á bóltin, tá vágbingar ikki fingu sparkað bóltin vekk eftir trunkaspæl í brotsteiginum.
Hetta var eisini hálvleikstøðan og var tað fult uppiborið at sandingar vóru á odda í hálvleikinum.

Spenningur síðstu løtuna
Í seinna hálvleiki sást greitt at B71 vildi verja leiðsluna. Sandingar trektu seg longur aftur á vøllin, og gjørdu sum VB hevði í fyrra hálvleiki - nevniliga lúrdu uppá mótálop. Tí gekk meginparturin av spælinum fyri seg á helvtini hjá B71. Sandingar komu við sínum mótálopum fram til góðar møguleikar, sum kundu gjørt at dysturin bleiv avgjørdur fyrr. Men í staðin blivu vágbingar naskari sum seinni hálvleikur leið, og tá eitt korter var eftir, fingu teir málið sum gjørdi, at rættiligur spenningur kom í dystin aftur. Toppskjúttin í 2. deild Birgir Jørgensen setti høvdið á, eftir at eitt gott innlegg kom innfyri úr vinstru síðu.
Samstundis frættist kring vøllin, at ÍF nú var komið á odda móti FS Vágum, og seinastu minuttirnar vóru næstan ikki til at bera hjá sandingum.
Vágbingar royndu tað teir kundu, men tað bleiv ongantíð serliga vandamikið. Onkrar skotroyndir sum fóru við síðuna av bleiv tað til, og tað sum kom innanfyri rammuna tók Valdemar sær av.
Tískil megnaðu sandingar at halda fast seinasta korterið, og leikarar og áskoðarar kundu anda lættliga upp, tá dómarin eftir fýra minuttir yvirtíð blásti dystin av.
Ein uppiborin sigur til B71 sum nú skal spæla móti antin Skála ella EB/Streymi um seinasta plássið í 1. deild. Nú hava teir so møguleikan at gera tað sum liðið í teirra støðu í fjør gjørdi, tá Skála samanlagt vann á netup B71 og harvið sendi sandingar niður í 2 deild.

Dysturin í tølum:

B71-VB 2-1(2-0)
1-0: Jónsvein Thomsen
2-0: Jónsvein Thomsen
2-1: Birgir Jørgensen