Gylti skógvurin

Toppskjúttin hjá HB í ár er Andrew av Fløtum, og tí mundi tað eisini vera hóskandi, at tað vað hann, sum fekk hol á, tá HB sunnudagin tryggjaði sær 16. meistaraheitið í søgu felagsins

Meistari

- Hevur John skorað í Gøtu?
Orðini koma við einum skeivum smíli frá higartil besta málskjúttanum í besta málskjúttanum í føroysku fyrstu deild, Andrew av Fløtum. Og tað er einki at siga til, at maðurin hevði sálarligt yvirskot til eisini at síggja tað stuttliga. Við fyrsta málinum í dystinum eydnaðist tað honum at lirka annars fastlæstu verjuna hjá EB/Streymi upp, soleiðis at HB endiliga kundi seta kósina móti meistaraheitinum.

Visti at gullið var har
Jú, sanniliga var lagið gott á HB-leikarunum, nú teir loksins høvdu staðfest gullið, sum viðhaldsfólkini so spent hava bíðað eftir, og sum tey flestu eisini hildu vera staðfest, longu tá HB vann á NSÍ.
Tað skuldi tó ganga fimm korter, áðrenn HB fann vegin til meskarnar móti EB/Streymi, men tó at tað kanska var eitt hitt týdningarmesta málið hjá honum í ár, so dugdi Andrew ikki rættiliga at siga, hvat tað var, sum hendi, tá hol loksins kom á.
- Eg veit ikki ordiliga. Hatta var ein returur. Eg haldi tað var antin Rúni ella Rógvi sum skeyt, og tá málverjin ikki fekk hildið, so fylgdi eg upp. Vinkulin var kanska nokk so spískur, og skotið var kanska ikki so hart, men bólturin fór inn, og tað var tað týdningarmesta.
Tá málið varð skotið, var tað eisini so, at argastu kappingarneytarnir hjá HB, NSÍ og KÍ, bæði vóru aftan fyri í sínum dystum, og Andrew ásannaði eisini, at hann var greiður um hetta, tá hann skoraði.
- Jú. Vit fingu í steðginum at vita, hvussu støðan var í hinum dystunum, og tí vistu vit, at um vit bara vunnu, so skuldi tað nokk vera har, og nú er tað so eisini her, segði fegni toppskjúttin at enda.
Og John skoraði sum kunnugt ikki í Gøtu, so umframt meistaraheitið kann Andrew helst eisini fegnast um, at tað í ár verður hann, sum fær gylta skógvin sum toppskjútti í deildini.