verður við Bárðu Hansen og pápa hennara Palla, sum seinasta summar góvu út barnafløguna »Eplapetur«. Tað verða sangir av hesi stuttligu fløgu, ið Bárða og Palli fara at syngja og spæla á konsertini. Sa [...] kallar hon »Eplapetur«. Umframt Bárðu og Palla verða Arni Carlsen, Justin Philbrow og Kári Sverrisson eisini við á konsertini. Teir fara millum annað at syngja og spæla sangir av fløguni »Øll hava veingir« [...] veingir«, sum kom út í ?96. Konsertin umborð á »Høganesi« sunnudagin byrjar klokkan 17.00, og børn, sum koma at lurta og dansa, mugu hava ein vaksnan við sær, sum kann varða av teimum.
teir hava verið saman um leistin. Og við tveimum gullmerkjum ber illa til at siga annað, enn at hetta hevur gingið framúr. Næstir teimum báðum vóru Palli Joensen úr StÍF og Guðrið Mortensen úr VB. Hjá monnum [...] annars einki serligt, og teir hingu leingi í botninum. Men undan jólum fingu teir veruliga ferð á, og móti kappingarenda var StÍF einasti veruligi avbjóðarin til finaluplássini, sum KÍF og VÍF annars høvdu [...] Andreas F. Hansen og Sophus E. Dal-Christiansen hava leitt Kyndils-kvinnur til sína fyrstu greipu yvirhøvur, og teir fingu sín part av lønini, tá teir í kvøld vórðu kosnir ársins venjarar í kvinnuhondbólti
ólk og sum gestur. Tað er trupult at meta um, hvør besta upplivingin hevur verið: um tað var at standa á palli, og fáa teltið at brøla sperm í kór í 2014, ella at sita við neystið og eta sushi og drekka [...] Summarfestivalurin í Klaksvík hevur í ár 15 ár á baki, og vit spyrja í hesum sambandi 15 fólk um teirra bestu SF upplivisi. Her er tað Niels Uni Dam, sum greiðir frá. "Eg havi verið á Summarfestivalinum [...] drekka hvítvín saman við vinunum Rana og Hjalmari í 2013. Men valið má fella á Twisted Sister konsertina á Vágsbøi í 2014. At uppliva barndómsins størstu hetjur live, var fantastiskt. Tað er her, at SF er
Goode, Sweet Little Sixteen og You Never Can Tell. Alt sangir, ið eru millum fyrstu rock & roll hittini, tá rockurin enn var nýggjur og nokkso ósekur. Berry legði lunnar undir, og hevur havt sera stóra ávirkan [...] til at heiðra mannin, sum sá dagsins ljós í St. Louis í 1926, og sum var við til at uppfinna nýggja tónleikagrein, og sum hevur staðið á palli nærum fram til dagin í dag. Í 2014 vitjaði hann í Danmark. [...] ein livandi legenda. Gjøgnumbrotið kom í 1955 við Maybellene, og seinni komu fleiri rock & roll løg, ið eru farin beinleiðis í rocksøguna, og sum eru millum fyrstu spírarnar innan hetta tónleikaslag. Nevnast
at hoyrt bæði á palli, á sjónvarpi og í útvarpi, eitt nú við løgunum Hello Pretty og Sweetsum hava verið í umfar á útvarpstøðunum. Í seinastuni hava teir verið virknir í upptøkuhølunum og er úrslitið frumútgávan [...] Jústines í Túni og Sakaris E. Joensen. Teir komu fyrst fram í ljósið í samband við singer/songwriter kappingina 2010, har ið teirra fangandi og lívliga framførsla førdi teir víðari í finaluna og vann teimum [...] báðir saman við góðum vinfólki hava snikkað fimm løg saman. EP´in er til keyps hjá Tutl á Káta Horninum og Expert, umframt ymsum sølustøðum kring landið. Leadberry framføra í Sirkus í kvøld kl. 21:00.
Leiðari fyri bólkin, ið telur sjey sangarar og bólk, er Kristina N. Hansen, og hon leggur leggur dent á, at tey fyrireika seg væl : - Vit venja hvørt týskvøld, og upp undir festivalin fara vit at venja hvønn [...] er at boða Guds Orð á ein frískan og spennandi hátt, ið fangar tey ungu. Sangirnir koma frá Hillsongs United og Planet Shakers, ið eru heimskend, kristin ungdóms- og lovsangstiltøk. [...] verður hetta latið yvir til tey, ið standa á palli. Men tá Reach ‘M Loud fara at framføra, slepst ikki undan: - Allir sangirnir verða vístir á stórskíggja, og tað er fyri at geva øllum, ið hava hug, møguleika
lýriskur og eksperimentalur. Málið á konsertunum og við tónleikinum, sigur Búi, er at skapa nærleika millum tey, ið framføra, og tey, ið uppliva tónleikin. Málið er at vekja djúpar, ymiskt kendar eins og ymiskt [...] Búi Dam og hansara fólk høvdu í fjør frálíka framførslu á Asfalt. Tey verða eisini partur av tiltakinum í ár Budam eitur bólkurin, ið stóð handan eina av mest rúnarbindandi og best eydnaðu konsertunum [...] kenna sum sjónleikara á føroyska mentanarpallinum. Við sær á palli hevur Búi eins navnframu Mikael Blak, Magnus Johannesen, Rógva á Rógvu og Ásu Vraa Olsen. Harra Dam, sum hann eisini verður nevndur, er
frásøgumaður á stóra palli á Summar Festivalinum. Ár eftir ár hevur hann presenterað tær stóru útlendsku stjørnurnar og teir mongu føroysku bólkarnar. Alt frá Europe og Suzi Quatro til Dynamit og Eivør. – Eg haldi [...] at Steintór Rasmussen kom inn á gólvið og spurdi meg, um eg kundi vera frásøgumaður á Summar Festivalinum, og eg segði ja. Eg helt, at tað var stuttligt at royna, og eg havi hingið upp á tað síðani, sigur [...] meg um at vera frásøgumaður í ár. Eg møti bara upp, sigur hann. Summar Festivalurin byrjar hósdagin og heldur fram til leygardagin. Her kanst tú síggja video-samrøðu við Sjúrð Skaale, frásøgumann á Summar
Gambler" og "From a jack to a king". Arly Karlsen er sera hugtikin av Hallur Joensen Band, og hann útihýsir ikki, at onkrar av teimum føroysku countrystjørnunum fara at standa á einum norskum palli í næstum [...] Arly Karlsen er fallin fyri Føroyum, og fyri føroyskum tónleikarum og føroyskum sangarum. Føroyingar koma at spæla ein stóran leiklut, tá Arly Karlsen fer á pallin klokkan 23.30 í kvøld, sum tað næstseinasta [...] Countryfestivali í høllini á Hálsi. Hann kemur at syngja duettir saman við bæði Evi Tausen og Halli Joensen, og undir øllum framførslunum hjá Arly verður gittarsnillingurin, Òlavur Øster partur av manningini
Festivalinum, og hann verður við aftur í ár. - Hví halda vit Summar Festival? - Tí Hanus G. Johansen varð føddur! Soleiðis spurdi og svaraði frásøgumaðurin, Sjúrður Skaale, á Stóra Palli á Summar Festivalinum [...] festivalum hava verið framúr góðar, og mong gleða seg til at hoyra eyðkenda vísusangaran spæla á Summar Festivalinum. Útboðið av sangum hjá honum er stórt og væl kent, og fólk eru altíð klár at syngja við [...] Festivalinum eitt árið. Jú, Hanus G. Johansen hevur verið við á øllum Summar Festivalunum higartil, og hann verður aftur at hoyra í 2009 - sjeynda árið á rað. Veruleikin er heilt einfalt tann, at Hanus G.