REACH ‘M LOUD

Reach ‘M Loud er lovsangsbólkurin hjá teimum ungu í Kelduni. Hvørt leygarkvøld er ungdómsmøti, og tá syrgja Reach ‘M Loud fyri, at tónleikur og sangur eru í ordan.

Leiðari fyri bólkin, ið telur sjey sangarar og bólk, er Kristina N. Hansen, og hon leggur leggur dent á, at tey fyrireika seg væl :


- Vit venja hvørt týskvøld, og upp undir festivalin fara vit at venja hvønn dag.


Vanliga syngur festivalgesturin ikki tað stóra. Kanska til onkran hissini sang, ið hann ella hon kennir aftur, men sum heild verður hetta latið yvir til tey, ið standa á palli.


Men tá Reach ‘M Loud fara at framføra, slepst ikki undan:


- Allir sangirnir verða vístir á stórskíggja, og tað er fyri at geva øllum, ið hava hug, møguleika at syngja við, sigur Kristina.


- Endamálið er at boða Guds Orð á ein frískan og spennandi hátt, ið fangar tey ungu.


Sangirnir koma frá Hillsongs United og Planet Shakers, ið eru heimskend, kristin ungdóms- og lovsangstiltøk.