Konsertin verður við Bárðu Hansen og pápa hennara Palla, sum seinasta summar góvu út barnafløguna »Eplapetur«. Tað verða sangir av hesi stuttligu fløgu, ið Bárða og Palli fara at syngja og spæla á konsertini.
Sangtekstirnir, ið Alexandur Kristiansen úr Fuglafirði hevur yrkt, eru um eina gentu, sum í huganum ferðast ógvuliga víða saman við einum løgnum jassi, sum býr inni í henni. Løgna jassin, sum kanska í veruleikanum er hennara egna hugflog, kallar hon »Eplapetur«.
Umframt Bárðu og Palla verða Arni Carlsen, Justin Philbrow og Kári Sverrisson eisini við á konsertini. Teir fara millum annað at syngja og spæla sangir av fløguni »Øll hava veingir«, sum kom út í ?96.
Konsertin umborð á »Høganesi« sunnudagin byrjar klokkan 17.00, og børn, sum koma at lurta og dansa, mugu hava ein vaksnan við sær, sum kann varða av teimum.