Chuck Berry farin um tey 90 árini

Týsdagin rundaði ein teirra, ið legði fyrstu lunnarnar undir rock & roll tónleikin, tey 90 árini.

Chusk Berry fór týsdagin um eitt horn. Hann fylri nevniliga 90 ár.

 

Maðurin er ein livandi legenda. Gjøgnumbrotið kom í 1955 við Maybellene, og seinni komu fleiri rock & roll løg, ið eru farin beinleiðis í rocksøguna, og sum eru millum fyrstu spírarnar innan hetta tónleikaslag.

 

Nevnast kunnu eittnú løgini Johnny B. Goode, Sweet Little Sixteen og You Never Can Tell. Alt sangir, ið eru millum fyrstu rock & roll hittini, tá rockurin enn var nýggjur og nokkso ósekur. Berry legði lunnar undir, og hevur havt sera stóra ávirkan á øll tey, ið komu aftaná,

 

Allar orsøkir eru til at heiðra mannin, sum sá dagsins ljós í St. Louis í 1926, og sum  var við til at uppfinna nýggja tónleikagrein, og sum hevur staðið á palli nærum fram til dagin í dag. Í 2014 vitjaði hann í Danmark.