Arly Karlsen stórtrívist í Føroyum

Arly Karlsen er fallin fyri Føroyum, og fyri føroyskum tónleikarum og føroyskum sangarum.

 

Føroyingar koma at spæla ein stóran leiklut, tá Arly Karlsen fer á pallin klokkan 23.30 í kvøld, sum tað næstseinasta navnið á Tórshavnar Countryfestivali í høllini á Hálsi.

 

Hann kemur at syngja duettir saman við bæði Evi Tausen og Halli Joensen, og undir øllum framførslunum hjá Arly verður gittarsnillingurin, Òlavur Øster partur av manningini hjá Arly Karlsen, sum eisini telur ein annan gittarsnilling, Laurent Colombani úr Fraklandi, sum er vanur at framføra á kenda tónleikastaðnum "Lido" í París í Fraklandi.

 

Arly lovar at framføra sangir sum "Heartaches by the number", "The Gambler" og "From a jack to a king".

 

Arly Karlsen er sera hugtikin av Hallur Joensen Band, og hann útihýsir ikki, at onkrar av teimum føroysku countrystjørnunum fara at standa á einum norskum palli í næstum.