Bestu venjararnir eru liðfelagaðar

Teir tríggir, sum fingu heiðurin sum bestu venjarar, vóru allir liðfelagar í fleiri ár í Kyndli

Andreas F. Hansen og Sophus E. Dal-Christiansen hava leitt Kyndils-kvinnur til sína fyrstu greipu yvirhøvur, og teir fingu sín part av lønini, tá teir í kvøld vórðu kosnir ársins venjarar í kvinnuhondbólti.

 

Teir báðir hava hvør í sínum lagi verið venjarar áður, men hetta er fyrsta ferðin, at teir hava verið saman um leistin. Og við tveimum gullmerkjum ber illa til at siga annað, enn at hetta hevur gingið framúr. Næstir teimum báðum vóru Palli Joensen úr StÍF og Guðrið Mortensen úr VB.

 

Hjá monnum fall valið á Jónleif Sólsker úr StÍF. Árið hjá StÍF byrjaði annars einki serligt, og teir hingu leingi í botninum. Men undan jólum fingu teir veruliga ferð á, og móti kappingarenda var StÍF einasti veruligi avbjóðarin til finaluplássini, sum KÍF og VÍF annars høvdu sitið trygt á størsta partin av kappingarárinum.