Bergitta Hansen, sum er kona nývalda formannin í Føroya Arbeiðarafelag, Georg F. Hansen, heldur, at maðurin tók avgerðina um at taka við formanssessinum, um tað stóð honum í boði, tá hann fór til Havnar [...] forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag valdi at gevast, verður tað miðvingurin, Georg F. Hansen, sum kemur at bera stafettina víðari. Georg, sum er 58 ára gamalur, hevur seinastu 10 árini verið næstformaður [...] konu hansara, Bergittu Hansen. Bergitta sigur, at hon sjálvandi fer at stuðla manni sínum alt tað, hon er ment, nú hann hevur tikið við leiðsluni í Føroya Arbeiðarafelag. Spurd, um Georg var í iva um
fer avstað við nógvari tíð allar hinar dagarnar av árinum. Tað er ikki tað tyngsta býráðsarbeiði, sum verður avgreitt á jólum, men okkurt er at takast við, sigur hann. Hvussu hevur tú trivist í starvinum [...] heldur, at tann er ein sannur heiður at verða í hesum starvi. - Jú, satt at siga, so stórtrívist eg í starvinum, sigur hann. Men, keypir borgarstjórin jólagávur? - Tað lætta svarið er, at mín betra helvt [...] verða vit helst øll samlað heima hjá mínum foreldrum, systkin við makum og børnum. So tað verður fult hús jólaaftan. Tað sigur Per Martin Gregersen, nú hann skal halda fyrstu jólini sum borgarstjóri í Ey
viðgerðina inn í tað dagliga spælið, og eydnast tað, fer barnið spakuliga sjálvt í holt við tað, ið tað skal gera, og leitar eftir teimum røttu upplivingunum. - Sjálvt um viðgerðin er einføld, so er hon serstøk [...] barnið, tað ovurvirkna barnið, ið alla tíðina hevur albogarnar úti og ger nógv um seg, ella um tað er tað viðkvæma og stillføra barnið. Tað skal einki til, at tey falla í fátt og ørkymlast. Er mótburður [...] betri er møguleikin fyri, at børn verða uppdagað tíðliga og tískil kunnu fáa hjálp. Og tað er ætlanin við bókini. - Við bókini vóni eg eisini at fáa fatur á breiddini, tað vil siga, á teimum børnum, sum
hug at snakka um tað, men tað hendi ikki. Kortini hevur tað verið mín varhugi, at málið tók nógv upp á hann, sigur samstarvsparturin hjá miljarderinum í 25 ár. Hvat heldur tú um tað, sum er hent nú? - Innast [...] út - uttan, at tað hava verið stór frambrot, soleiðis sum vit hava skilt tað í miðlunum. Hetta kann hava gjørt, at størri fokus kom á Tom Hagen, sigur Glenn Hartmann-Hansen, sum heldur tað vera alt ov tíðliga [...] Hartmann-Hansen sigur við VG, at tað framvegis kennist undarligt, at hon er burtur, men so mikið meira løgið kennist gongdin, sum nú hevur verið í málinum, har Tom Hagen er handtikin, skuldsettur og varð
hetta, sigur 38 ára gamla grønlendska kvinnan, Helga Rosing, sum býr í Herning í Danmark. Eftir at hon er vorðin frísk aftur, fortelur hon sína søgu í Sermitsiaq.ag Helga Rosing viðgongur, at sjúkan var ring [...] Í meira enn tvær vikur helt hon seg einsamalla í íbúðini. - Tá sjúkan hin fjórða dagin var upp á tað ringasta, spýði eg á gólvið. Men, eg var so ússalig, at eg orkaði ikki upp úr sofuni at turka spýggjuna
krabbameini í Danmark um dagin. Tí tykist tað púrasta burturvið, at uppmerksemi framvegis er vent móti deyðsføllum í samband við korona-smittu, sum næstan er null. Tað er tíverri eingin orsøk til at halda, at [...] vita, at skjót viðgerð móti krabbameini bjargar lívi. Jú fyrr, tess betri. Tað er høvuðsreglan. Tí er tað týdningarmikið, at tað, sum liggur á láni, verður heintað inn aftur sum skjótast, sigur Jesper Fisker [...] soleiðis at tað, sum liggur á láni, verður heintað innaftur, leggur hann aftrat. Tað er ein nýggj frágreiðing hjá danska Heilsustýrinum, sum vísir, at talið av ávísingum av krabbameinssjúklingum er nógv minkað
fyri er, hvussu tað skal gangast lítlu filmsfyritøkuni Kovboyfilm. Tí nettup tað, at fyritøkan er so lítil ger, at skaðin er rættiliga avmarkaður, um uppgávurnar fækkast ella hvørva heilt. - Tað ringasta [...] Koba og Kovboyfilm. - Fyri meg er tað heilt avgerandi, at tað eri eg sjálvur, sum seti treytirnar fyri, nær ein filmur er góður. Um eg ikki føli, at filmurin í síðsta enda er mín filmur, kundi eg líka so [...] dugir at síggja, at hann er vorðin dugnaligari og er heilt væl nøgdur við onkur av sínum avrikum, forðar tað ikki Thomasi Koba í at finna okkurt afturat at stúra fyri. - Tað er altíð hasin óttin, tú veit
Vit berjast fyri okkara tjóðarrættindum – einki minni enn tað. Tí er tað burtur við og heilt undarligt, at ES og Noreg taka slík stig. Hetta er óhoyrt í altjóða samanhangi. Men hetta eru viðurskifti, sum [...] Vestergaard, sum leggur aftrat, at útgangsstøðið hjá Føroyum er, at vit laga okkara vinnu eftir tí fiski, sum er í føroyskum sjógvi, og tað er í fyrsta lagi hetta, sum vit mugu berjast fyri – nevniliga at [...] ikki fyri avleiðingum, nú ES er í holt við at seta í verk revsitiltøk móti Føroyum og Íslandi? Henda spurning hevur Sosialurin sett Jacobi Vestergaard, formanni í nevndini. - Tað hevur verið nógv tos um møgulig
til hansara, at hetta er nakar trupulleiki. - Og eg kann vissa Pól Huus Sólstein um, at tað avgjørt ikki er soleiðis, at tey, sum ringja mest, eisini fáa mest burtur úr, um tað er tað, hann hugsar um, sigur [...] og eg haldi, at hetta er ógvuliga umráðandi fyri meg, sum siti við ábyrgdini av hesum øki, ið hevur so stóran samfelagsligan týdning. Landsstýrismaðurin heldur tó ikki, at tað eru so mong, sum ringja [...] Sólstein, stjóri í Atlantic Pelagic, at karmarnir um føroyska fiskivinnu eru so ótryggir, at neyðugt er at hava fartelefonnummarið hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Jacobi Vestergaard, um tú sum
komandi kappingarárið, og í kvøld er tað ein fjeppari hjá arvafíggindanum hjá Arsenal, Tottenham, ið verður spurdur teir tríggjar, obligatorisku spurningarnar. Hesin fjepparin er Oddbjørn Joensen, sum var venjari [...] Eftir 76 dagar langan steðg byrjar Premier League endiliga aftur í morgin. Tað er ongin loyna, at nógvir føroyingar eru eldhugaðir fjepparar av liðum í fremstu bretsku fótbóltskappingini, og hjá nógvum [...] mær nógv av Harry Kane, Tottenham-framherja. Tað kann verða ringt hjá honum at endurtaka at verða so góður, sum hann var í farna kappingarári, men hinvegin er hann enn ungur og kann bara blíva betri. Men