- Eg skuldi vitað betur

- Eg svaraði nei, tí eftir mínum tykki var einki millumverandi millum feløgini, eg varaði av sum nevndarformaður, og tað almenna. Mær vitandi var einki. Eg skuldi sjálvandi havt vitað tað. Tað vísir seg, at Taks hevur avskrivað 200.000 krónur, sum tó er grundað á metingar, og tað eri eg ómetaliga harmur um.

Tað segði Kaj Leo Johannesen, løgmaður, tá hann vitjaði Dagur & Viku í kvøld.

Løgmaður játtaði, at hann hevur ikki røkt sínar skyldur sum nevndarformaður í feløgunum, hann hevur varðað av. Kaj Leo Johannesen hevði borið seg øðrvísi at, fekk hann møguleikan.

- Sjálvsagt hevur eitt felag, sum fer av knóranum, ikki røkt sínar skyldur. Eg setti meg heldur ikki nóg væl inn í fíggjarligu viðurskiftini. Tað er sera strævið at missa eitt felag, men eg lærdi eina rúgvu av tí, segði Kaj Leo Johannesen, løgmaður.

Skuldsetingarnar

Sosialurin hevur seinastu vikurnar kannað roknskaparligu viðurskiftini í gomlum feløgum hjá Kaj Leo Johannesen, løgmanni. Blaðið hevur kunngjørt, at ein av búroknskapunum vísir, at eitt av feløgunum, Sisero, hevur millum annað pádrigið TAKS eitt tap upp á 200.000 krónur.

Tað var í einum lesarabrævi á Vágaportalinum leygardagin 26. mai, at skuldsetingar vórðu reistar um, at virki, sum Kaj Leo Johannesen, løgmaður, og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hava varðað av, skyldaðu landskassanum MVG.

Tað var í kjalarvørrinum av, at løgmaður hevur sagt, at eingin hevur mist nakað av nøkrum av sínum feløgum, at blaðið fór undir at kanna hesi viðurskiftini.

Løgmaður viðgekk í kvøld, at hann skuldi havt vitað betur.

Hetta málið hevur skurrað í nøkur ár, men Kaj Leo Johannesen, løgmaður, grundgav eisini fyri, hví hann ikki hevur lagt búroknskapirnar fram fyri nógvum árum síðani.

- Ein orsøk er, at tað er øgiligt trýst á tær, tá títt felag fer á húsagang. Eg vildi ikki toga øll sárini uppaftur, tað hevði ikki verið tespiligt. Eg skal liva restina av lívinum við, at feløg, eg havi varðað av, hevur páført øðrum tap, segði Kaj Leo Johannesen, løgmaður.