er fødd í 1908. Tá var útróður longu ein stór vinna í Lorvík. Trina er farin í skúla í 1915. Lærarin var tann tá nýggi lærarin Andrias, sum var ættaður frá Gjógv, og hann búði fyrstu tíðina hjá teimum. Hann [...] Áðrenn tað gingu teir í kirkju í Fuglafirði. Undan konfirmatiónini skuldu gangast til í einar 14 dagar, og tá búði hon hjá familju í Fuglafirði. Farleiðin til Fuglafjarðar var við báti, men skuldi farast til [...] Trina giftist Tað var um hesa tíðina, í 1943, at Trina giftist við Alfred Møller Jensen. Tey høvdu tá kenst í átta ár. Hann var føddur í Keypmannahavn men arbeiddi í Gentofte, har hann koyrdi vørur fyri
traðir inn. Martin í Ólastovu, postmeistarin, hevði eisini stóran áhuga fyri traðarbrúkinum og var formaður í Traðarmannafelagnum í Havn í fleiri ár. Fyri Traðarmannafelagið sat hann í Jarðarráðnum. Hann [...] varaløgmaður hjá Dam í 1967, og tá ið Dam doyði í 1968 gjørdist Kristian aftur løgmaður til 1971. Hann var annars fyrstu ferð valdur á ting í 1932. Hann kom tískil at merkja føroyskan politikk í 40 ár. Grundarlagið [...] tað í hvussu er kunnað skapt virðing fyri Danmark fyri at vilja verja sítt sjóøki. Um Christian Christian giftist sum nevnt inn í Ólastovu í Havn við Anne Marie Christine Danielsdatter. Christian í Ólastovu
tøl í hesi grindafrágreiðing. Í umrødda tíðarskeið eru dripnir 113.574 grindahvalir í Føroyum. Flest hvalir eru dripnir í Sundalagnum, Klakvík og Miðvág við 22-24.000 hvalum í hvørjum staði. Í Vági, Vestmanna [...] Vestmanna og Hvalba er talið 7-9.000, í Havn 4.600, í Gøtu 2.672, Funningi 2.306 og í Trongisvági 1.641 grindahvalir. Í 24 øðrum plássum hevur talið verið undir 1.000 og sjálvt í Lítlu Dímun er dripin ein hvalur [...] lærdar menn í ødlum lutum. Sýslumaður 20 ára gamal Í 1839, 20 ára gamal, bleiv hann settur (konstitueraður) síslumaður kjá pápanum, og í 1843, 25 ára gamal, varð hann útnevndur til sýslumann í Streymoy og
deyðavanlukku, hesa ferð í Dali. Pápi doyði sum áður nevnt í 1924. Men í 1927 giftist mamma aftur við Óla Jákup í Toft úr Dali. Hann festi ongantíð men virkaði tó sum bóndi í Dímun. Mamma sat sjálv við [...] hundurin hevði hildið í hana. Hesin hundur man hava fingið ein góðan bita fyri bragdið! Hans í Malthúsi druknaði Tað gingu tó ikki nógv ár, til feigdin aftur vitjaði í Dímun. Hetta var í 1931, tá ið 14 ára [...] ára gamli Hans, sonur Jóannes í Malthúsi í Dali, druknaði í Brimgjónni. Eg var um sjey ára gamal tá, so eg minnist tað væl. Hetta var í rituungatíð, teir vóru nakrir farnir eftir rituungum. Hans saman við
motor í bátinum«, helt Jóhan í Djónastovu fyri. At biðja grind Jógvan segði eisini frá eini ferð, nakrir fátækir eiðismenn gjørdu vestur í Vágar at biðja grind. Jóhan í Djónastovu segði frá Jógvan í Mirmansstovu [...] Eg havi verið tvær ferðir í Miðvági eftir grind ella í grind við árabáti og komin aftur suðurfyri,« segði Jóhannus í Miklagarði. Vildi bjarga árunum áðrenn Jógvani Jógvan í Mirmansstovu róði fyrr við [...] landnyrðingur í ættini, so vestanfyri var slætt. Vit komu vestur á Miðvág í øllum góðum, fingu uppí bátarnar av grind, um 3-partar í føri. So løgdu vit út av Miðvágssandi. Nú var hann hækkaður í ættini. So
Blíðskapur var eisini í aðrar mátar. Tá ið skyldfólk komu av bygd í ørindum sluppu tey ikki sum í dag heim aftur sama dag. Hvat var so meira náttúrligt enn at halda til hjá skyldfólkiunum í J C Svabosgøtu? Jens [...] tá búði í Danmark og Drikka á Fløtti frá Gjógv. Vit hava fingið eitt prát við sonin Jens Petur um lívið hjá mammuni og fara vit eisni at umrøða pápan Petur Egholm, sum doyði í 1954. 11 systkin í Miðvági [...] barndómi, tá ið hann plagdi at vera í Miðvági. Út at tæna Sum ung fór Margretha til Hvalbiar at tæna í Stórstovuni. Hetta var hjá Niels Nattestad, abbi Natta. Her var hon í eini tvey ár. At hon er farin hagar
ella 36% í mun til lønirnar í 1999. Í sama tíðarskeiði vóru landskassans inntøkur fylgjandi: Í 1999 ???????????.. 3.469.5 milliardir Í 2000 ???????????.. 3.629.4 " Í 2001 ???????????.. 3.983.1 "Í 2002 (Sambært [...] 6 " Í 2003 (Fíggjarl.uppskot 2003) ??3.907.8 " Ella sagt við øðrum orðum: Í 2003 verða nevndu inntøkur øktar við438.3 milliónum , ella ein øking upp á umleið 12_ % í mun til hvat tær vóru í 1999. Í mínari [...] beinanvegin slær okkum í eygað, er, at uppskotið til nevndu fíggjarlóg roknar við einum kassaavlopi í landskassanum upp á smáar tvær milliónir. Mangt broytist í mansins ævi, rann mær í hug, tá ið eg var varugur
tilsamans, tveir vóru umborð í øðrum bátinum, og hinir umborð á hinum bátinum. Eg kom so heim í november í 1945 og fór yvir aftur at til jóla í 1946. Tá fór eg umborð á ein trolbát í Faksabuktini. Vit vóru 10 [...] gist eina nátt í Kangamiut. Og síðan í Napasok. Har varð flaggað fyri brúdleypi, so vit komu í brúdleyp. Seinni kom Føniks suður og útgerðin fekst í land. Sørvingarnir høvdu róð út i Tovkusak í 1939. Ein teirra [...] læra danir at fiska Í 1948 gekk eg eftir keiuni í Oyndarfirði. Eg hevði verið við »Sólbrún«, sum Jákup Andreas á Mýruni í Syðrugøtu førdi. Eg skuldi fara við aftur. Tá møtti eg Justines í Oyndarfirði, sum
gjørdist ein av slóðbrótarunum í saltfiskalínuveiðuni í Grønlandi. Thorvald var eisini slóðbrótari á einum øðrum øki. Longu í 1953 settu teir radara í Norðstjørnuna, sum fyrsta skip í flotanum, burtursæð frá [...] fyrstu ferð til skips í 1930 við Coraliu, har Mortan í Hvannasundi var skipari. Frá 1930 til hann fer á skiparaskúla í 1942 er hann millum annað við Maritanu, ið Óla Hans Olsen í Gøtu førdi, Dagny, Polarbjørn [...] felagnum í Skotlandi, sum veitir flest øllum oljufeløgum veitingar í um 40 londum. Tað eru túsundir av fólki í tænastu hjá feløgum teirra, Wood Group. Ian kendi eg frá ungum árum, tá ið hann kom í starv at
eisini at lesa og at skriva føroyskt. Í skúlanum var bara ein flokkur, og í hvussu er í 1925 vóru úti við 30 børn í skúlanum. Lærarin skuldi eisini røkja skúlan í Hattarvík, so skúlagongdin hevur verið [...] lærari í Fugloy. Handlarnir keyptu fisk, sum varð flaktur og saltaður. Í handlinum hjá Søren Pram var ikki neyðugt at biðja fólk til arbeiðis. Tey vóru nógv fólk í húsi, og eftir tørvi máttu øll í húsunum [...] á Kirkju í heili 100 ár, frá 1832 til 1933. Støðan var vánalig á Kirkju fyrst í 19. øld. Í 1818 gekk ein bátur av Kirkju burtur við seks monnum. Hetta vóru stórt allir teir fullføru menninir í bygdini.