Kristian Djurhuus: Søgan um ein løgmann og hansara ætt

Tað er ikki nógv skrivað um søguna hjá Kristian Djurhuus, sum var Føroya løgmaður í 10 ár og landsstýrismaður í onnur 8 ár. Men nú fara vit undir eina røð við hansara søgu

1. partur


Kristian Djurhuus var fyrst lands­stýrismaður 1948-1950. Hann gjørd­ist løgmaður 1950-58, síðan vara­løgmaður hjá Petur Mohr Dam 1959-1963. Hann gjørdist aftur varaløgmaður hjá Dam í 1967, og tá ið Dam doyði í 1968 gjørdist Kristian aftur løgmaður til 1971. Hann var annars fyrstu ferð valdur á ting í 1932. Hann kom tískil at merkja føroyskan politikk í 40 ár.
Grundarlagið fyri hesa røðina er mest higartil ókent tilfar. Kristian gjørdi nógv við at skriva ævisøgu sína niður. Hann náddi at skriva ikki færri enn knappar 2.300 maskin­skrivaðar síður. Hetta tilfar er í varð­veitslu hjá abbasoninum Høgna Djurhuus. Tað verður tó bert ein lítil partur av hesum tilfari við í hesi frá­søgn. Eg havi fingið atgongd til tað, sum Kristian skrivar um sín barndóm og ungdóm.
Men tað er sera áhugavert at lesa lýsingina hjá Kristian av sínum barndómi og ungdómi í Havn. Hann er føddur í 1895 og minnist tíðina um aldaskiftið.
Kristian er 10 ár yngri enn Petur Alberg, hvørs dagbók beint er komin út. Men Kristian lýsir sína tíð á eitt sindur øðrvísi hátt. Hann hevur rættuliga nógv við, sum neyvan hevur verið á prenti fyrr.
Havi eisini tosað við Ejler Djur­huus, son Kristian. Hann greiðir nak­að frá pápanum, men hann greiðir eisini frá síni egnu tíð, eisini sum sýslumaður í meira enn 40 ár. Millum annað hevur hann áhuga­verda frá­søgn um flogvanlukkuna á Trongis­vágsfirði í 1954 og um ein ógvis­ligan skottilburð um somu tíð.
Seinni fara vit at hava frásøgn hjá Johan Restorff Jacobsen, sum arbeiddi saman við Kristian Djur­­huus hans­ara fyrstu tíð sum løgmaður.
Hetta er tískil áhugavert søguligt tilfar.

Fyrst eitt sindur um Ólastovu
Ólastova er eitt av teimum gomlu húsunum í Havnini, sum bera mansnavn við stovuheitinum aftur­at. Hon stóð fyrr eitt sindur burtur­goymd aftanfyri húsini á økinum, men tá tær sein­astu havna­byggingarnar vóru framd­ar, og neyst, pakkhús og aðrir bygningar vórðu tiknir niður, kom Ólastova at standa í fremsta rað á Kongabrúnni, lítil og eitt sindur kroyst svarttjørað ímillum miðfyrisitingin hjá Tryggingar­sambandinum og Stefansons hús.
Tað var kaldbaksmaðurin og timbur­maðurin Daniel Pedersen, føddur í 1789 slektaður av Sól­gørðum, sum í 1825 keypti eina grót­húsgrund og bygdi sær hús á hesa.
Hann flutti eini hús og setti hana á hesa grund. 25. november 1830 giftust Daniel Pedersen og Johanna Johannesdatter í Kaldbaks kirkju, og tey fluttu inn í hesi hús.
Johanna, doypt 19. september 1802, var slektað úr Vestmanna. Sambært dópsbræv hennara datt faðir hennara oman í bjørgunum, meðan mamman gekk við henni, og hon var sostatt fødd faðirleys.
Eini barnleys hjún, Óli Hansen úr Sandavági og Anne Marie Joens­datter úr Vestmanna, tóku hana til fosturs. Tey vóru eina tíð uppsitarar á amtmannsgarðinum í Álakeri; men í eldri árum flyta tey inn til fosturdóttrina í Ólastovu. Tað kann eisini vera hesin Óli Hansen, sum hevur givið húsinum navnið.
Ein dóttir teirra var Anne Marie Christine, sum giftist við Christian í Áarstovu, og hann gjørdist eftir hetta Christian í Ólastovu. Hann var pápabeiggi teir sokallaðu Áar­stovubrøðurnar, Hans Andrias, Janus og Poul Juel umframt systr­ina Armgarð, mamma Hákun Djur­huus. Pápi teirra var Óli Jákup, beiggi Cristian
Søgan er eisini, at Maria fyrst var trúlovað við Hans Andreas á Verts­húsinum, sum sigldi úti í heimi.
Petur Alberg skrivar, at áðrenn Christian fór avstað út at sigla, bað hann bróðurin Christian ansa sær eftir gentuni. Væl var ansað, tí tá ið Djurhuus kom aftur vóru Christian og Maria gift!
Hetta broytti Føroya søgu, sum nøvnini eisini benda á. Ein abba­sonur teirra varð júst Kristian Djurhuus.
Hans Andreas man hava kent seg sviknan, tí hann setti ikki síni bein aftur í Ólastovu.
Kristian skrivar annars um ommuna, at hon hevði tænt hjá Pløyen amtmanni.

Fekk ókeypis uttanlandaferð
Tað finst ein áhugaverd frásøgn um eina serliga uttanlandsferð hjá Christian. Fyrst verður endurgivin frásøgn úr donsku bókini Orlogs­minder, skrivað av E. Wessel, sum kom út í 1926:
Í mai 1896 fór korvettin “Dagmar” til Føroya, har skipið skuldi hava støð eina stutta tíð. Tá korvettin var liðug við sína uppgávu í Føroy­um, fór hon av Havnini við Christian sum staðkendum fiski­manni umborð. Farast skuldi á Vestmanna, har vatn skuldi takast. Veðrið var támut, og tá komið varð á Vestmanna var toka. Ætlanin var at fara av Vestmanna, tá vatnið var tikið. Christian skuldi setast av á Havnini og síðan skuldi farast avstað. Tá korvettin kom út av Vestmanna, gjørdist mjørkin so tjúkkur, at tað vildi verið óráð at leggja á Nólsoyarfjørð og at royna at sleppa inn á Havnina. Skipið fór tískil beinleiðis til sjós og tók Christian við sær. Hann hevði ongantíð verið uttanlands og var ikki fegin um, at tað ikki bar til at geva boð til hansara húski um hesa uttanlandsferðina. Skipið skuldi fyrst til Skotlands, og hagar var hann noyddur at fylgja við. Tá komið var til Rothesay á Isle of Bute í útsynnings Skotlandi, fingu teir at vita, at fyrsta skip til Føroya skuldi fara nakrar dagar seinni.

Slapp at síggja sporvogn fyrstu ferð
Dagin fyri, at farast skuldi, varð Christian sendur til Leith saman við einum yvirmanni, sum fekk boð um at syrgja fyri at fáa ferðamannin væl og virðiliga umborð á skipið til Føroya. Á ferðini frá Greenock yvir Edinburg til Leith fekk Christian høvi til at síggja nøkur av nútíðar uppfinnilsum, sum sporvognar, tok, háhús og nógv annað. Og tað sást eisini á andlitinum á honum, hvussu bilsin hann var.
Men mest hugtók tað Christian tó at síggja tann stóra skotska hestin. Í Føroyum kendi hann bert tann lítla føroyska hestin, sum ikki var stórt størri enn ein stórur danskur hundur.
Christian kom heim í øllum góðum og kundi greiða frá øllum, hann hevði upplivað.
Og hann fekk mangan høvi at minnast aftur á hesa hending um­borð á “Dagmar”, tá skipið seinni kom á Havnina, og hann kom um­borð sum “karantænebetjent”, eitt starv sum hann hevði í nógv ár.

Varð ”loftaður” á floti
Henda søgan er kend í ættini, sum hevur hetta ískoytið:
Christian var sjálvur annar á floti við snøri, tá ið fregattin kom inn í Nólsoyarfjørð. Teir løgdu at báti­num, og kommandørurin ynskti loðs til Vestmanna. Christi­an fór sum hann stóð. Hin maður­in róði inn til Havnar og gav boð um, at Christian var farin til Vest­manna. Men tá ið teir komu inn í Vestmannasund, var so nógvur mjørki, at kommandørurin hættaði sær ikki víðari; men valdi at sigla til Glasgow í Skotlandi, har hann hevði onkra umráðandi avtalu. Loðsurin mátti fylgja við, uttan at tað bar til at geva boð frá sær.
Í Skotlandi var hann til hann slapp heim aftur við Lyru. Hann var enn í somu útróðrar­klæðum. Tá høvdu tey heima verið bangin um hann.
Til minnis um ferðina fekk hann innrammaðu myndirnar av kor­vett­ini ”Dagmar” og av sær sjálvum á dekkinum.
Eisini hevði Christian seinni javnan vitjan av yvirmonnum á “Dagmar.” Kristian greiðir frá, at ein av hesum gestum, yvirmaðurin Broberg, gjørdist nærum heimsgitin, tá ið hann ein av fyrstu døgunum undir 1. heimsbardaga, bað donsku myndugleikarnar um loyvi til at skjóta eftir einum týskum herskipi, sum var komið inn um danskt sjómark við Saltholm í Oyrasundi.
Hann gjørdi hetta fyri at bjarga manningini á einum bretskum kavbáti, sum var strandaður har, og sum týskarar gjørdu seg inn á.
Broberg legði seg við sínum skipi ímillum, og bað um loyvi til at skjóta. Men hetta var noktað honum av hægri myndigleikum.
Kristian heldur, at um Broberg hevði fingið loyvi til at skjóta, hevði tað í hvussu er kunnað skapt virðing fyri Danmark fyri at vilja verja sítt sjóøki.

Um Christian
Christian giftist sum nevnt inn í Ólastovu í Havn við Anne Marie Christine Danielsdatter.
Christian í Ólastovu lívbjargaði sær við útróðri og fyrifallandi arbeiði her í Havn. Men frá einaferð í 1860-unum fer hann at føra skipini hjá Skibstedhandlinum. Við jaktunum førir hann ymsar vørur út til úthandlarnir, og hann førir fisk og aðrar innkeyptar vørur aftur til Havnar. Hann var tí sera væl kendur við sigling millum oyggjarnar. Hann verður nevndur “Skibsfører” í fólkateljingunum frá 1870. Prógv sum “Sætteskipper” fekk hann í 1893, 59 ára gamal.
Hann ognaði sær fitt av jørð, traðir í Havn, umframt umleið tvær merkur í Vestmanna og Tjørnuvík, sum hann fekk við arvi.
Anna Maria var slektað av Válinum. Fólkið í teimum ymisku bygdunum kendu Christian væl og høvdu so stórt álit á honum, at tey lótu hann gera ymisk ørindi fyri seg. Til dømis lótu tey honum pengar at seta inn, og tey lótu honum spari­kassabøkurnar í varðveitslu.
Tveir yngri brøður hansara Hans Andreas á Vertshúsinum og Jens Christian sigldu úti í verðini. Jens Christian búði í USA meginpartin av lívinum og kom sum gamal heim til Føroya, og her doyði hann. Tískil er hann jarðaður undir Svínaryggi.

Hans Andrias fekk løgmann til son
Anna Maria og Kristian fingu bert ein son, sum var Hans Andrias Djurhuus, vanliga nevndur Dia í Ólastovu (1869-1949). Hann var giftist við Ellen Cathrine Larsen, (1869-1937), úr Gjørðum í Porkeri. Hans Andreas var avlærdur timburmaður og var ímillum teir, sum smíðaðu bakarahandilin hjá Frants Restorff og Sanatoriið í Hoydølum. Í fleiri ár var hann vita­passari á Skansanum og løg­tingsmaður 1910-18. Eisini legði hann eins og faðirin traðir inn. Hann hevði so mikið av jørð, at tey høvdu tvær kýr í Ólastovu.

Skrínið av burturgingna bátinum bjargaði tjørnuvíkingum
Dia hevði ringa sjóeydnu. Tað komst av eini ferð, tá ið hann hevði verið í grind. Stór grind var deyð í Mið­vági (540 hvalir) Ólavsøkudag 1895. Teir høvdu verið sjey mans har vesturi við einum áttamannafari og róðu nú aftur til Havnar við nítjan skinnum av grind umborð. Komnir út fyri Sveipini millum Kirkjubønes og Glyvursnes tók báturin sjógv inn og fór síðani runt. Tað eydnaðist teimum at koma upp á kjøl, og róku teir nú út við eystfallinum. Tað róðu fleiri bátar fram við uttan at bera eyga við teir, inntil ein hoyvíksbátur við millum øðrum Johan Simonsen sá teir og tók teir upp. Tá vóru teir bert tveir eftir, Dia og Niels á Bakka (Niels Debes). Teir, sum sjólótust, vóru Ludvig Thomsen, C. P. Ziska, Jacob Jacobsen (Jáku á Mýrini), Poul Johannes Poulsen (á Kletti) og Janus Hansen (á Bakka). Hendan hendingin tók Dia so fast, at hann neyvan fór í bát aftur.
Báturin og alt, sum var umborð á bátinum, bleiv burtur. Seks vikur seinri vóru tjørnuvíkingar á útróðri á Norðhavinum. Knappliga kom mjørki á teir. Stilli var, so teir høvdu einki at miða seg eftir, og teir gjørdu av at bíða, til tað lætti aftur. Meðan teir bíða, kemur okkurt rekandi fram við, og tað vísir seg at vera útróðrarskrínið hjá Dia við kumpassini í. Við henni kundu teir so rógva inn aftur. Kistan kom so aftur í Ólastovu og er til enn.

Sonurin gjørdist løgmaður
Synir Hans Andreas vóru Kristian, føddur 1895, giftur við Onnu Margrethe Nielsen fødd 1893 í Heiðunum, Johan føddur 1897, sum doyði ógiftur 21 ára gamal og Johannes Martin (Martin í Ólastovu) føddur 1900, giftur við Edel Kristine Mortensen, fødd 1907 á Tvøroyri.
Kristian og Margretha giftust inn í Ólastovu. Tey fingu synir­nar Johan Frits, seinni virdur skriv­stovu­stjóri í landsstýrinum, Hans Andreas, sum virkaði í danska uttan­ríkis­ráðnum, Erling og Ejler.
Hugin til at dyrka úr nýggjum tók hann við til Suðuroyar, har hann legði stórar traðir inn.
Martin í Ólastovu, postmeistarin, hevði eisini stóran áhuga fyri traðarbrúkinum og var formaður í Traðarmannafelagnum í Havn í fleiri ár. Fyri Traðarmannafelagið sat hann í Jarðarráðnum. Hann legði sær stóra trøð inn úti í Vikanum í Havnardali.
Í 1963 varð Ólastova seld til Tryggingarsambandið Føroyar. Tryggingarsambandið lat Ólastovu til Føroya Fornminnisfelag, sum hevur umvælt bæði uttan og innan til prýðis fyri havnarlagið.


Í komandi parti, sum verður um 14 dagar vegna jólini, kemur fyrsti partur av frásøgnini hjá Kristian og hjá Ejler