Símun Jóhan Wolles: Møsn at bátar fóru at ganga sjálvir

Í hesum parti verða endurgivin brot úr bátasøguni á Eiði hjá Símun Jóhan. Hann endurgevur serliga frásagnir hann hevur hoyrt frá fosturpápanum Jóhannes í Miklagarði

3. partur


Tað var í tøkum tíma, at tað eydnaðist at fáa ein part av stóru vitanina hjá Símun Jóhan festa á blað. Í hesum parti vera nøkur brot úr hansara frásagnir um útróður.

Bátarnir fara at ganga av sær sjálvum...
Jógvan í Mirmansstovu segði eina ferð: »Tá ið tit verða gamlir, fara bátarnir at ganga, og eingin fer at rógva, lukka.« Hinir bóðu hann tiga og ikki sita og tvætla býtt við ung­ling­ar­nar og loypa óhug á teir. “Ikki veit eg, vit, sum vóru ungling­ar tá, komu at uppliva motor í bátinum«, helt Jóhan í Djónastovu fyri.

At biðja grind
Jógvan segði eisini frá eini ferð, nakrir fátækir eiðis­menn gjørdu vestur í Vágar at biðja grind. Jóhan í Djónastovu segði frá Jógvan í Mirmansstovu, at tað vóru trý ting, sum ein uttan skomm kundi biðja. Tað var um konu, gimbrar, um felli hevði verið, og grind.
Teir høvdu frætt, at ein grind var deyð í Tindhólmi. Gamalt var, at grind í Tindhólmi bleiv ikki brunnin. Tí var tað, at hesir eiðis­menn fóru vestur at biðja grind. Tá kom ein vágamaður og segði: »Um tit kunnu geva mær 6 ríkisdálar, so skulu tit fáa so nógv kjøt, sum tit vilja hava«. »Grind fingu vit, men eingin kjøtbiti var í bátinum, tá ið vit róðu eystur aftur, hjarta. So fátækir vóru vit«, segði Jógvan. Hann hevði til orðatak at siga »hjarta«, tá hann tosaði so vinarliga við okkum ungu.

Skomm at
spæla fiól
Óli í Mirmansstovu, faðir Jógvans, átti eina fiól. Men so undarligur var hugsunarhátturin hjá fólki tá, segði Jóhannus í Miklagarði, at hann tordi ikki at spæla, uttan tað kundi vera 2. jólakvøld, tá hini vóru í dansi. Tað var hildið vera so ómansligt, at konan og døturnar vildu ikki, at hann skuldi spæla. Um bygdarmenn fingu hann at spæla, so stongdi hann seg inni á einum kamari við teimum, hann spældi fyri.
Grindaferð
Jóhannus í Miklagarði hevur sagt frá eini grindaferð við »Jóan Fredriksbáti« vestur til Miðvágs. Hann var ungur tá, nýliga tilkomin. Jóan Fredrik bað seg við. Hann segði, at onkur, sum hoyrdi til bátin, bar seg undan. »Eg fór við, men Hans Martin, farbróðir, dámdi einki, at eg fór. Honum dámdi ikki líkindini, men mamma helt, at eg skuldi fara, tí Jóan Fredrik var eiðismaður. Eg fór so við. Eg minnist væl, meðan eg fekk mær eta, áðrenn vit fóru, at ljóðarin glintaði av vindi á landnyrðingi, men farið varð kortini. Vit styðjaðu bátinum út undir Rivið. Báturin »Familjan« fylgdist við okkum. Tá so líkindi vóru, varð báturin tikin undan og seglið havt á. »Eg hevði verið á útróðri við áttamannafari tá, so eg hevði verið á sjógv«, segði Jóhannusi frá, »men eg minnist, hvussu leingi báturin rann niður av tí fyrstu alduni, tá vit høvdu tikið undan, og hvussu leingi tað vísti seg at vera, inntil vit sóu hin bátin aftur. Komnir vestur um Skeið var slætt. Hann var jú landnyrðingur í ættini, so vestanfyri var slætt. Vit komu vestur á Miðvág í øllum góðum, fingu uppí bátarnar av grind, um 3-partar í føri.
So løgdu vit út av Miðvágssandi. Nú var hann hækkaður í ættini. So varð sett segl suður fyri Sveipin – og so til árar. Tað vóru nógv áratøk av Kirkjubønesi, til lagt varð inn fyri Eiðishamri.
Tað var heldur ikki sørt, at vit yngru høvdu hug at kapprógva móti »Familjuni« úr Havn, men vit fylgd­­ust norður. Eg havi verið tvær ferðir í Mið­vági eftir grind ella í grind við árabáti og komin aftur suður­­fyri,« segði Jóhannus í Miklagarði.

Vildi bjarga árunum áðrenn Jógvani
Jógvan í Mirmansstovu róði fyrr við »Jóan Fredriksbáti«. So var tað ein dag, teir vóru eystur á Fokkuni. Tað var so leysur sjógvur, og teir fingu ein skaðasjógv, meðan teir settu línuna. Jógvan tók eitt áratak, í tí hann breyt. Báturin sakkaði í sjónum. Árin fór inn undir bátin. Homlubandið slitnaði, og Jógvan fekk áralummin inn undir bringuna og var tveittur yvir á sjógv langt leysur av bátinum. Teir mistu fleiri árar út.
Tá skuldi Jóan Fredrik siga: »Vælsignaðir, fáið okkum hendur á árarnar. Latið Jógvan flóta.« Hetta gloymdi Jógvan honum ikki. Men Jóhannusi í Miklagarði segði, at her gjørdi Jóan Fredrik rætt, sum tann skilamaður hann var. Tað hevði dugað lítið at fingið Jógvan aftur við ongum árum. Men Jógvan vildi siga, at hann var betri við árarnar enn seg! Jógvan skifti so bát og fór við »Durhúsbátinum«.
Jógvan úti í Húsinum hevur sagt frá, at hann var sum ungur ein dag í torra. (Torrasól og Kongadagurin er um miðjan februar). Torrafiskur kom so knappliga. Teir kundu vera hvassir ein dag, og næsta dag førdu teir ikki. Soleiðis var tað henda dag, Jógvan segði frá. Teir vóru vesturi á Urðini, fingu fullan bátin at gripsborði. Hendan dagin var Jóannes í Jógvansstovu við sum tiltaks­maður. Eg sigi til alla lukku var tað ein lítil ond lágt. Vit høvdu fullan bát og styðjaðu okkum heim við Skorð. Nú koma vit fram á ein kík. »Harra mín Gud«, letur í Jóannesi, »her hevur ein søkt seg.« Teir ivaðust ikki í, at báturin var sokkin. Teir løgdu so til at vita, hvat var áfatt. Tá ið vit komu til kíkin, hekk stór fiskateggja uppi undir kíki­­num. Tá varð betri lag á monnum. Komnir heim fyri Kambs­­gjónna kemur ein bátur skúmandi undan Uppsalanesi ella Uttastas­nesi, sum tað verður kallað av tjørnu­víkingum.
Tað vóru tjørnuvíkingar, sum ikki høvdu ført, og høvdu so teggjað upp undir kíkarnar. Nú komu teir útaftur við øðrum báti eftir fiska­teggjuni. Vit hildu so fram, damlaðu okkum suður fyri Fjøruglyvur. Tá bað Jóanes okkum so bønliga um at kasta nakað av fiski upp har, áðrenn vit løgdu á fjørðin. So varð gjørt. Vit kastaðu nakað upp har, so báturin lætnaði. Tá vit skuldu leggja seglið, vildi báturin søkka. Vit hildu inn í Kósina, lupu út og hildu bátinum, tað gekk so. Væl var, at vit høvdu kastað upp, áðrenn vit løgdu á fjørðin. Ella høvdu vit neyvan flotið um fjørðin. Tá ið vit høvdu kastað upp, var farið yviraftur eftir fiskinum. Tað var eisini ein kapping um at hava ført størsta bátsfarmin.
Einaferð sat »Durhúsbáturin« vesturi á Sigmundarholið og Horn­ið. Hann fleyt um stokkarnar av góðum smáfiski, segði Jóhan í Djóna­stovu. »Pállstovubáturin« hevði verið úti á havi og róð eftir longu. Teir kastaðu ikki, men fóru til hús við berum vøttum, t.v.s. við ongum fiski. Tað vildu teir heldur enn at koma heim við fiski av leið­um nær landi. So erpnir vóru teir, segði Jóhan. Hetta segði hann fyri at arga Jóhannus í Miklagarði, sum helt, at ta skomm kundu teir ikki leggja á seg at kasta inni á smáfiskaleið saman við »Durhuus­bátinum«, tá teir koma innar av havi á longuleið.

Longa var rættiligur fongur
Her kann verða nevnt, at longuveiða kundi vera eitt rættiligt kvett. Longurnar vóru so stórar, upp til 4 lispund, sum eru 64 pund. Tað var eitt serligt virði í livrini. Hon var so føst í tí, at kókað kundi hon skerast í flísar sum viðskeri. Hetta kom serliga væl við hjá teimum, sum ikki áttu so nógv kjøt.
Táið teir róðu eftir longu, var longulivur sjálvdráttur. Einaferð Jógvan Mirmansstovu sum ungur hevði verið við og róð eftir longu, høvdu teit bara fingið 11 longur á bát. Hann hevði sjálvur fingið sjey. Jógvan fór niðan eftir lítla leypi: »Hvat skalt tú við lítla leypi, sonurin«. »Eg eigi 7 livrar av teim 11, vit hava fingið«. »7 longulivrar av 11, var tað ikki heppið, hjarta,« plagdi hann at siga.

Skeivu tenninar ruku á útróðri
Jóhan í Djónastovu segði frá eina­ferð, teir komu aftur við »Durhús­bátinum«. Nógvur vindur var lágt. Teir ungu vildu sigla um Tjørnu­­víkina. Teir gomlu hildu, at glaður­nar vóru ikki til at síggja í myrkri­num. Teir ungu vóru við yvirlutan, og so var gjørt. Illveður var. Eina­ferð kom ein glaða. Snældan undir rúm­bekki, sum var drag­­festi, brotn­aði og eitt róp frá Jógvani. Hann tók hondina upp fyri munnin. Alt varð tað bera blóð. Hann hevði tvær so útstandandi kinntenn. Drag­ið kom undir tenninar og skræddi tær úr. »Soleiðis vórðu tær út­trekt­ar, lukka«, segði Jógvan í Mirmans­stovu.

Elspa, sum ikki vildi hava drong
Tað hevur verið í 1880-unum, at ein arbeiðskona var á Látrinum, sum kallaðist Elspa í Haraldsundi. Tað segðist, at fleiri unglingar høvdu gott eyga á henni. Hon var gumma Jóhannus í Miklagarði. Tað hevur verið í 1881, at hon seymaði á Látrinum. Hon plagdi at fara oman við súpan til teir, sum komu av útróðri, sum siður var tá. Ta adventina var ein landsynnings­tømingur. Tað var kyrt, men ófýsið at koma at landi. Teir søgdu, at tá Elspa var har niðri, so fóru teir, sum hildu á bátinum, javnan undir høvd í sjógvi. Teir vildu vísa, at teir vóru menn.
Hanus í Garði var tiltikin at troysta sær væl. Einaferð stýrdi hann við jarnróðurarmi vattleysur vestan av Fløskuni og heim í kavaroki. Hanus var seyðamaður fyri norðan Vál. Einaferð kom hann aftur úr haganum.
Elspa sat og seymaði eysturi á Lofti. Hanus kom úr haganum. Hann skuldi tveita hettuna aftur á herðarnar og hava uppknappað niður á bringu, men einki tykist at hava borið til.
»Ikki veit eg«, segði Jóhannes, »um eingin tordi at biðja um hana, ella hvussu var, um hon ikki góðtók nakran, tað veit vist eingin at siga frá«. Men gift varð hon so ikki.

Løgni dreymurin, sum gjørdist verunleiki
Ein søga er enn um »Oyndfirðingin« eftir Jakubinu í Pállshúsi. Hon hevur sagt frá: »Tann morgunin, tá báturin »Lisa« hálvdist, segði Jóhan, tá hann vaknaði: »Hetta verður ikki ein vanligur dagur, so løgin var dreymurin, eg droymdi í nátt«. »Íðan«, sigur hon, »so fert tú ongan veg í dag«. »Jú, vist fari eg«. Tá í tí sama vakti onkur, og hann fór. “Teir fingu bátin »Lisu« at sleipa heim. Soleiðis var tað«, endaði Jakubina.
Mourits í Jógvansstovu hevur sagt soleiðis frá um tilburðin við bátinum »Lisu«:
»Hetta var 5. nov. 1924. Vit vóru komnir oman á Hamar til at fara til útróðrar við Svaninum. Hann var útsynningur í ættini. Í lýsingini var ringt æl, so tað varð mestsum steðgað á, meðan ælið var. Tá Jákup í Garði, sum róði við »Lisu«, kom oman, var íslitið. Hann sló nøglina í, og teir flotaðu við tað sama og settust til árar. Vit flotaðu so eisini og fóru. Vit vóru Erik Jakku, far­bróður, formaður, Jørgin sonur hansara, Andrias – Drisbróðir, eg sjálvur, Sofus hjá Heina, Jóhan í Djónastovu, Marius hjá Lisabet, Jóan Petur í Garði.
Tað var íslitið eftir ælið, tá teir komu. Vit hoyrdu teir sláa nøglina í og flota við tað sama. So varð eisini nøglan hjá okkum sligin í og flotað hjá okkum.
Vit róðu vestur á Stíggin. Tá var slætt. Hin báturin var eystan fyri okkum og heldur heimari á. Tá sá aftur út fyri einum æli, og vit fóru at lata okkum í oljuklæðir. Ætlanin var at sigla, tá ið vit komu vestur undir eystfalli av Skeiðinum sum vanligt var.
Tá Jóhan í Djónastovu reisti at draga oljubuksurnar upp á seg, sá hann okkurt í sjónum. Tað vísti seg at vera okkurt, sum varð rætt uppi loft. Tað var Klæmint, sum rætti eina fiskifjøl upp, og so væl vildi til, at Jóhan sá. Vit vendu bátinum og róðu tað, vit vóru mentir, til teirra, og Klæmint var tann fyrsti, vit komu til. Hann var so raskur.
Komin innanborða rann hann aftur eftir bekkunum aftur á lær, tók árina frá Jørgin, sum var so ungur, og settist at rógva í hansara stað. Hinir, vit tóku upp, vóru so toluliga fyri. Men Abraham var illa fyri. Hann hevði fingið væl av sjógvi í seg. Og Jákup í Garði sóu vit ikki aftur. Vit róðu so heim í tøgn,« segði Mourits at enda. »Oyndfirðingurin« tók, sum áður sagt frá, »Lisu« upp á sleip heim. Tað var so dreymurin hjá Jóhan í Pállshúsi.

Tað verður ein partur afturat við frásøgnum hjá Símun Jóhan, og tá verður eisini greitt frá søgum av Trøllanesi