Poli: Tí verður seinur kokkur kallaður Heini

Napoleon Andreasen kom í fyrra partinum til, at hann fór við norska skipinum »Gaa Paa«, sum sigldi kring Ísland fyri bretska hervaldið

Seinni partur

Vit sigldu runt alt Ísland. Eg havi verið inni á hvørji vík. Vit sigldu við forsýningum fyri bretar til tær støðir, teir høvdu um landið, og tað var nógvastaðni. Bretar her­settu Ísland eins og Føroyar, men seinni komu amerikanarar eisini til Íslands. Eina stutta tíð var Andrias bróður eisini við.
Hvalfjørðurin var millumstøð millum USA og Murmansk. Allar konvoyirnar sum sigldu hesa leið komu inn á Hvalfjørðin at bunkra. Tað vóru ikki færri enn 80.000 amerikanarar og bretar kring alt Ísland undir krígnum, teir flestu vóru á Hvalfjørðinum. Eina tíð arbeiddi Andrias eisini har.
Vit sigldu við øllum møguligum. Tá troppaskip komu á redina í Reykjavík, førdu vit menninar inn á Hvalfjørðin. Tað vóru so nógvir umborð, sum tað fingu staðið á dekkinum. Ferðin tók einar tveir tímar.
Tað vóru altíð tveir »supercargo«, umboðsmenn fyri bretsku myndug­leikarnar, við. Einaferð komu vit á Patreksfjørðin og skuldu á Reykja­vík. Vit skuldu sleipa ein veldiga stóran landgangsprám. Tað bleiv eitt so forferdiligt ódnarveður, at tað gekk bara eftir reyv. Skiparin kallaðist Kristoffersen, hann var finnlappi frá Alta í Noregi. Hann var eitt sindur brutalur. Teir báðir supercargo lógu næstan deyðir í koyggjuni av sjóverki.
Skiparin fór við øks og høgdi í sleipilínuna. Tað fór ein táttur nú og ein tá. At enda slitnaði. So at purra út og siga teimum báðum frá støð­uni. Har gjørdist einki. Vit komu so í øllum góðum á Reykjavík.

Frukt var mangulvøra
Frukt fekst ikki. Eina ferð fóru vit uppundir jól inn á Hvalfjørðin við fullari last av frukt, serliga appilsinir og súrepli. Tá orðnaði skiparin tveim­um at fara til bretarnar og bjóða teimum Woodpine sigarettir, tað dámdi teimum so sera væl. Teir so at práta við teir og uppihalda teim­um, meðan hinir fyltu uppí pos­ar av leysari frukt. Men at taka ein heil­an kassa hevði ikki verið tolt.
»Gaa Paa« var 150 tons til stødd­ar. Umframt meg vóru tað bert norð­­menn, sum sigldu við. Har var eg við í 20 mánaðir út í eitt. Tað var einki óhapp, men tað var ikki altíð so hugaligt. Tað kundi eisini vera so sera kalt.
Eina ferð vóru vit eitt sindur illa fyri av ísi uttanfyri Hornafjørðinum. Men at enda sluppu vit so inn í Havnina.
Á nótaveiðu
Eg vil siga tað, at man hevði tað gott í Íslandi. Aftaná fór eg so á sild. Tað vóru tveir bátar um eina nót, sum var tað vanliga. Annar báturin var úr Grundarfirði, og hin var úr Dalvík. Skiparin var av Eyrabakka. Vit vóru fýra føroyingar við. Umframt meg vóru tað Petur úr Porkeri og tveir beiggjar úr Kollafirði, Berint og Hammerik. Vit vóru 16 menn tilsamans, tveir vóru umborð í øðrum bátinum, og hinir umborð á hinum bátinum.
Eg kom so heim í november í 1945 og fór yvir aftur at til jóla í 1946. Tá fór eg umborð á ein trolbát í Faksabuktini.
Vit vóru 10 menn. Tað var sera nógvur fiskur, bert hálvsmáur tosk­ur. Hann var kruvdur beint niður í last­ina, og vit avreiddu hvørt kvøld. Í februar vóru vit so óheldigir, at vit mistu ein mann, og tá bleiv einki skil á nøkrum. Eg kom so heim seinni tað summarið.
Ein dagin kom ein motorbátur á Oyndarfjørð at seta Jógvan Martin Joensen av. Hann var navigatións­lærari eina tíð. Jógvan Martin førdi »Fursund«, eitt farmaskip, sum plagdi at sigla uppá Grønland.
Jógvan Martin segði, at teir á »Ørvi« manglaði ein mann. Teir skuldu á snurriváð, um eg ikki kundi fara við! Jú, tað helt eg. Skiparin var úr Mykinesi, Leivur Johannesen, sum seinni giftist í Japan. Tað var ein annar við úr Mykinesi, Leo Hans, forrestin pápi løgmann. Við vóru eisini Grækaris av Strondum og Jógvan Andrias úr Fuglafirði. Vit gjørdu tveir túrar. Tað var eingin motorpassari. Hann, sum var uppi, hann passaði motorin, sum var ein Tuxham. At passa henda motor skuldi verið ein løtt uppgáva. Tað var bert at fylla smyrjiapparatið og forbrúkstangan. Men so var tað onkur, sum hevði gloymt hetta, og motorurin smeltaði saman.
Hetta var beint uppundir ólav­søku. Vit lógu 44 fjórðingar frá Skál­høvda. Tá kom »Thorhavn« eftir okkum. Hann sleipaði okkum inn á Havn­ina, har vit komu ólavsøkudag. Hetta var endin á hesum kjansi.

Til Grønlands at læra danir at fiska
Í 1948 gekk eg eftir keiuni í Oyndar­firði. Eg hevði verið við »Sólbrún«, sum Jákup Andreas á Mýruni í Syðrugøtu førdi. Eg skuldi fara við aftur. Tá møtti eg Justines í Oynd­arfirði, sum var ein koyrari. Hann spyr meg, hvat eg skuldi í summar.
Um eg ikki hevði hug til at koma við honum til Tovkusak at rógva út? Vit skuldu læra danir at fiska og at flekja fiskin. Vit fóru yvir við einum skipi, sum æt Føniks. Vit komu inn fyri Tovkusak eitt sunnu­kvøld, men sluppu ikki inn, tað var ein slíkur mjørki.
Hvalbingar skuldu norður í Streymfjørðin, og vit fóru við norður hagar og fóru síðani suður eftir við tveimum nordafarbátum.
Við vóru átta føroyingar, seks sørvingar og vit báðir úr Oyndar­firði, tíggju danir og grønlendskur loðsur. Fyrst varð gist eina nátt í Kangamiut. Og síðan í Napasok. Har varð flaggað fyri brúdleypi, so vit komu í brúdleyp.
Seinni kom Føniks suður og útgerðin fekst í land.
Sørvingarnir høvdu róð út i Tovkusak í 1939. Ein teirra, sum var ættaður av Skælingi, Hans Niklái, átti tveir skúrar har. Teir vóru ikki forandraðir eftir øll hesi árini. Vit búði í skúrum inni á fastlandinum, men ótu úti á oynni. Fiskur var nógvur. Vit flaktu sjálvir fiskin.
Tá so tíðin var farin, skuldi rigg­ast til at fara avstað aftur. Vit høvdu pakk­að fiskin. Alt var fingið um­borð, og vit skuldu sigla 26. september. Tá kom eitt himmalsins ódna­veður og stormur. Alt frysti til.
Vit máttu bræða kava fyri at fáa nakað at drekka. Men umsíðir sluppu vit úr ísinum og fingu eina góða reisu heim. Vit koma á Havnina 19. november.

Við kraftblokki, á hemara­veiðu og í farmasigling
Eg havi eisini verið við nótabátum. Eg var við tí fyrsta »Finni Fríða« úr Gøtu, sum var ein umbygdur línu­bátur. Skipari tá var Finnbogi Hansen hjá Grækaris í Gøtu.
Eg havi eisini verið við tveimum svenskum nótabátum. Annar var »Ajax«, fyrrverandi »Vingaborg«. Skip­­ari var leirvíkingurin Eyðbjørn Lervig, sum seinni førdi »Tjaldrið«. Hin var »Abba«. Poul Grunnveit úr Vík var skipari.
Eg var eisini nøkur ár við »Baki«. Vit fiskaðu hemara og svartkalva við Labrador. Hetta gekk sera væl. Eg var kokkur og sigldi eisini við »Baki« til Grimsby við flaki. Onkran túr vóru vit í Cuxhaven. Eisini í Boulogne í Frankaríki. Tveir túrar fóru vit gjøgnum Kielarkanalina til Poland eftir høgguslokki til agn.
Tey síðstu árini eg var burtur, sigldi eg við »Nestindi« hjá Trader­line hjá Rósing Rasmussen. Hetta var í 1984, tá ið »Líðartindur« kom. Hann fekk ikki langa tíð. Hann var frammanfyri sína tíð við »roll on« og »roll of«.
Rósing skal eiga tað, at hann var ein góður reiðari.

Tí kom kokkurin at eita Heini
Eg kann minnast sum smádrongur, tað vóru tvey áttamannafør í Oyndar­firði við árum. Annað var eitt sum bøndurnir áttu. Tað varð eisini brúkt sum nótarbátur. Tað vóru húskallarnir, sum kastaðu nót. Teir vóru sum høvdingar, bøndurnir og keypmenninir í Oyndarfirði.
Hin báturin var bygdur sum grindabátur. Eg minnist, at mammu­beiggi Dánjal Jákup Anthoniussen, bátasmiður, hann var biðin um at smíða hendan bát. Hans, beiggi mín, var húsa­smiður, hevði lært hjá Nordal Jacobsen, men hann dugdi eisini at smíða bátar. Hann var snøgg­ur maður, og hann smíðaði henda góða bát saman við Dánjal Jákup.
Hvat Dánjal fekk í løn fyri at smíða bátin, tað veit eg ikki, men Hans fekk eina bundna troyggju.
Báturin fór til Suðuroyar, og hann er ein av grindabátunum í Vági.
So er tað, at grindaboð eru í Klaks­vík. Teir fara við hesum átta­manna­farinum. Teir draga bátin oman, og tað standa fýra menn við bátin. So kemur ein framvið og sigur við teir: »Fara tit í grind.« »Ja,«. Um hann kundi sleppa við. »Nei, vit eru mannaðir«, har stóðu bara fýra menn. »Mannaðir?« spurdi hin. Jú, teir bíðaðu eftir elduvíkingum. Oyndar­fjørður og Elduvík vóru so nær í slekt. Tað var so grúiliga væl millum bygdirnar. Teir lógu eisini saman í sókn.
Tað var brim í Elduvík, so teir sluppu ikki út. Tí var tað, at teir bíðaðu eftir elduvíkingum. Eldu­víkingar høvdu eisini orð fyri at geva sær so góðar stundir. So koma teir eina ferð, og tá verður farið. Men tá teir koma inn móti pollinum í Klaksvík, nú frætta teir, at grindin er deyð.
Teir fara tískil ikki inn til Klaks­­víkar men leggja at landi í Ánu­num. Tá vóru bara 3 ella fýra hús í Ánu­num, og tey stóðu nakað niðan frá. Undir einum veggi stóð ein maður. Teir ganga so gásagongd niðan eftir. So spyr hesin ánamaður tann fyrsta: »Hvør Guds vinur er tú?«
Hann var Heini Berner Clement­sen úr Anfinnstovu í Elduvík.
So kemur tann næsti, Heini Nygaard úr Nýggjustovu í Elduvík
Tann triði kallaðist Heini Elde­vig, vanliga róptur Lítli Heini.
So kemur tann fjórði: Heini Hansen úr Áarstovu í Elduvík, van­liga róptur Stóri Heini.
Nú koma oyndfirðingarnir: Heini Joensen, vanliga róptur Palli-Heini, Heini Joensen, vanliga rópt­ur Heini í Mórsastovu, Heini Petersen, van­liga róptur Heini í Hoygarðs­húsi, og Heini Dahl, vanliga nevndur Heini í Stovuni.
Tá svarar ánamaðurin til: »Nógv fyri at koma her og reka spott á meg. Tí eg eiti Heini Johannesen!«
Hetta var nokk so løgið. Tað vóru bert 10 ár millum tann yngsta og tann elsta, og allir vóru systkina­børn. Eg minnist teir eisini allar.
Søgan um allar hesar Heinar, sum gjørdust ov seinir, sigst at hava givið navnið til teir kokkar, sum hava verið ov seinir at hava máltíðirnar klárar!

Gjørdist leirvíkingur
Orsøkin til, at eg gjørdist leirvík­ingur var, at konan var úr Leirvík. Eg ætlaði tað ikki. Men tað bleiv soleiðis. Eg ætlaði mær at búgva í Klaksvík, har eg hálvavegna hevði keypt hús.
Verfaðir mín var Christian Chris­ti­­ansen. Hann var ein av teim­um, sum sluppu við lívinum við »Erne­stinu«, tá ið hon gekk burtur í 1930.
Tað komu fimm beiggjar av Skála til Leirvíkar. Ein av teimum var Christian verfaðir mín. Hann var kallaður Steinur, tí hann búði fyrstu árini hjá eini fastur heima við Stein sum kallaðist Lena. Har var ein annar í húsinum sum æt Christian. Fyri at skilja teir at varð verfaðir kallaður Steinur.
Beiggin Petur Hans vaks upp her niðri í Innistovu hjá fastrini, Kristinu. Eftir at húsini hjá honum fórust av minu undir krígnum, flutti hann til Fuglafjarðar.
Brøður teirra Ásmundur og Óla Jákup, vóru á Leingini hjá fastrini, Skála Katrinu.
Beiggin Aksel var eina tíð á Hellunum. Hann var bert 15 ára gamal, tá ið hann doyði við skipi saman við Óla Jákup. Tí eru fleiri sum eru uppkallaðir eftir Aksel eftir honum.
Genturnar vóru tríggjar, Alex­andra, vaks upp í Havn hjá ein­um danskara av týskari ætt, sum hevði Tauser til eftirnavn. Hon giftist við eiðismanni, sum kallaðist Johannes Poulsen, og sum fekk sær Tauser til eftirnavn. Hann gjørdist ikki minni enn 105 ára gamal, elsti føroyingar vit vita um við vissu.
Johanna giftist til Vágs, kom at eita Sumberg.
Axelina giftist til Selatraðar, hon var uppkallað eftir beiggjanum. Pápabeiggjarnir hjá Steini (Kristi­ani) her í Leirvík vóru gamli Svend, Guttorm og Christian Christi­ansen. Christian doyði sum ungur við »Cyclon« í 1903.
Christian átti eina dóttir sum kallaðist Malena á Leingjuni, hon var forlovað í suðri við Emil, sum fórst við General Gordon. Malena bleiv seinni gift við Sylverius, hansara næsta gifta, og fingu børnini Otto, Kristiannu og Klaru. Otto fórst í útlondum.

Tøkk til Pola
Poli og Jensy fingu eina dóttir, Kristensu, og tveir synir, Mikkjal og Hákun. Tað eru longu fleiri ár síðani, at Jensy doyði. Men Poli klárar seg væl einsamallan. Hann er gamal kokkur, og hetta hjálpir um. Heimahjálp hevur Poli ikki brúk fyri.
Poli er ein av teimum, sum tað er stuttligt at kenna. Hann skal hav takk fyri sína frásøgn. Tað skal vera ynskt honum hjartaliga tillukku við teimum 90 árunum í gjár.

Í komandi parti verður frá­søgn um Anfinn Mikkelsen, sum hevur búð í Canada stóran part av lívinum