(EB/Streymur) Jóhan Troest Davidsen (NSÍ) Mortan úr Hørg (HB) Fróði Benjaminsen (HB) Einar Hansen (NSÍ) Óli Hansen (NSÍ) Símun Samuelsen (Keflavík) Bergur Midjord (B36) Rókur av F. Jespersen (Fremad Amager) [...] landsdystin, og eru tí ikki við hesaferð. Millum annað eru SAS-liga leikarar okkara ikki tøkir Nøkur nýggj nøvn eru at síggja í hesum nýggja hópinum, og millum nýggju nøvnini eru nakrir ungir og óroyndir á [...] nakrar av ungu leikarunum í landsliðshitan, í næstum, og so segði hann, at serliga trý nøvn ljóða sera spennandi. Hesir eru Bogi Løkin, Kristoffur Jakobsen og Ólavur í Ólavstovu. - Hesir tríggir leikararnar
B36 er topplið, og B36 hevur framvegis ikki tapt, nú fyrsti triðingur av kappingini er av. Í dag vóru teir næstbestu hjá B36 í Runavík, og teir høvdu sætta sigurin á árinum við sær suður aftur í Gundadal [...] Úrslitið var, at B36 vann 3-2 eftir hálvleiksstøðuna 1-1. Sigurin ber við sær, at B36 er oddalið við 21 stigum. NSÍ er á fimta plássi við 13 stigum. Tobias Hansen hjá B36 skoraði tvey mál, og hann legði upp [...] seinna hálvleiki legði Tobias Elmelund Hansen B36 á odda 2-1, og sjey minuttir undan leikloki var hann aftur málskjútti, tá ið hann skoraði sigursmálið og fyri fjórðu ferð í ár var málskjútti í næstbestu
NSÍ-B36 Í NSÍ iðraðu teir seg nógv, eftir at B36 fram ímóti dystarenda hevði skorað tvey mál og harvið hevði fingið øll stigini til hús við sær. - Eg haldi, at vit høvdu uppiborið at vera frammanfyri við [...] eitt mál afturat og harvið tryggja okkum sigurin. Vit ætlaðu avgjørt ikki at detta aftur á vøllin og dúva upp á langar sendingar fram til fremstu menninar. Men tað tók seg soleiðis upp, og fyrsta stóra hálva [...] hálva tíman tóktist tað síggja gott út, og vit kendu okkum ikki hóttar, sigur Gert Langgaard. Hann var miðvallari í vinstru og átti uppleggið til NSÍ málið. - Vit halda, at dómarin snýtti okkum fyri eitt
liðunum hjá NSÍ og KÍ ikki á vøllinum. Í gjár skrivaðu vit, at Brandur H. Olsen er illa skaddur í knænum https://in.fo/news-detail/brandur-er-skaddur-i-knaenum Umframt Brand eru Jasper Van Der Heyden og Klæmint [...] á listanum hjá NSÍ. Teir eru báðir skaddir. Petur Knudsen og Beinir Nolsøe eru tøkir aftur, eftir at teir vóru leikbannaðir í 3-0 tapinum á útivølli ímóti HB. Hjá KÍ eru Hallur Hansson og Deni Pavlovic [...] Pavlovic ikki á listanum, og Odmar Færø og Patrik Johannesen eru á beinkinum. Jonn Johannesen, sum leingi hevur verið skaddur, er á beinkinum. Páll A. Klettskarð, sum var leikbannaður í 6-0 heimasigrinum ímóti
Eiðis kommunu. Hann spældi í fjør við NSÍ, og sunnudagin í Klaksvík var hann síðsta korterið á besta liðnum hjá NSÍ. Í dag fáa Rógvi og NSÍ vitjan av EB/Streymi, og tað kann væl vera, at Rógvi fer at eiga [...] ræður fyrst og fremst um at vísa rættan hugburð, og at vit halda okkum til tað, vit hava avrátt, sigur EB/Streyma venjarin Jákup Martin Joensen. Arnbjørn Hansen er hjálparvenjari í EB/Streymi, og hann er eisini [...] í ár. -At hann er borgarstjóri á Eiði og mótstøðumaður hjá okkum í dag er ikki nakað, sum vit hava tosað um. Rógvi skal hava frið at spæla fótbólt, har hann vil, og hjá okkum ræður tað um at hava fokus
kappingarbyrjan var roknað við, at NSÍ fór at megna. Eitt sindur óvæntað er tað eisini, at B36 skal vera oddalið við fullum sigatali. Tað eru átta stig millum B36 og NSÍ, og tað kann væl vera, at munurin verður [...] ingini, og stigatalvan sær kanska ikki heilt soleiðis út, sum kundi roknast við. Mest óvæntað tykist plaseringin hjá NSÍ at vera – eitt stig og tvey skorað mál í tveimum dystum á heimavølli og einum á [...] er spælt, nú avbjóðingin hjá NSÍ kennist verða størri enn tann hjá B36. Árstalsfelagið sleppur ikki undan at vera favorittur á Argjum, meðan uppgávan kennist vera stór hjá NSÍ, sum skal spæla í Gundadali
Suðuroy er aftast við 21 stigum fyri 21 dystir, og NSÍ er á fjórða plássi við 34 stigum fyri 22 dystir. Fríggjakvøldið skal NSÍ spæla á útivølli ímóti AB, og FC Suðuroy fer um eina viku at spæla í Klaksvík [...] av teimum, ið plagar at vera á listanum hjá besta NSÍ liðnum, legði fínt innfyri, og Atli D. Petersen skoraði til 1-0. Tá eitt lítið korter farið, og støðan helt sær, inntil seinni hálvleikur var tíggju [...] fyri brotssparki til FC Suðuroy, og Jón Krosslá Poulsen um setti úr ellivu metrum og so var 2-1. Tíggju minuttir seinni var javnt. FC Suðuroy átti horna í vinstru, og Ivan Zivkovic átti uppleggið, tá ið
avbjóðingin hjá NSÍ neyvan millum tær torførastu. Meðan NSÍ við Johan Nielsen við róðri og fleiri nýggjum profilum á liðnum verður roknað sum upplagt evni millum fimm tey fremstu, so verður B71 mett at fáa [...] leygardag fór NSÍ um tey hálvt hundrað. Fyrsti møguleikin, sum besta liðið hjá teimum fær at geva felagnum bestu føðingardagsgávuna, sum allir NSÍ fjepparar kundu ynskt sær, verður sunnudagin, tá ið B71 verður [...] tó ikki prát og metingar, sum fara at gera av, hvussu støðutalvan fer at síggja út miðskeiðis í oktober. Tað verður spælið og stríðið á vallunum kring landið, sum fer at gera hetta av, og sandoyingar eru
bleiv í august og í september. Nummar 2 gjørdist Boubacar Dabo úr B68, og einum deildum triðja plássi komu Árni Frederiksberg og Sølvi Vatnhamar. Fyri heiðurin sum besti spælari í oktober, fekk Jóannes Bjartalíð [...] sekkinum, og seinasti knúturin skuldi strammast. Men við tveimum málum frá framrættaða miðvallaranum reistist føroyska liðið, og fleyg heim til føroyska summarið við einum stigi í viðførinum. Og nú, triðja [...] hevur hilnast væl hjá Jóannesi Bjartalíð úr KÍ, og næstu tíðina kann bóltsnillingurin í Klaksvík uttan samvitskubiti lata seg í sigurskappan, pussa skógvarnar, og ganga við brattari bringu á Stangavegnum ella
vinna FM. 2-1 heimatapið fríggjakvøldið ímóti KÍ rakti meint, og eftir at KÍ í gjárkvøldið var partur av 1-1 javnleiki á heimavølli ímóti B68, iðra teir í HB seg um, at teir fríggjakvøldið ikki tóku av. [...] Tað er fínt veður, og forsøgnin sigur, at veðrið verður uppaftur betri, tá ið HB og Víkingur klokkan 18 í kvøld bresta saman í Gundadali. Hesi bæði feløgini hava seinastu fimm árini dystast 19 ferðir – [...] – 14 ferðir í landskappingini og fimm ferðir í steypakappingini. Tøini siga, at hesi fimm árini hevur HB verið greitt omaná. HB hevur vunnið átta landskappingardystir og Víkingur fimm. Ein – tann í Gundadali