Síðsta leygardag fór NSÍ um tey hálvt hundrað. Fyrsti møguleikin, sum besta liðið hjá teimum fær at geva felagnum bestu føðingardagsgávuna, sum allir NSÍ fjepparar kundu ynskt sær, verður sunnudagin, tá ið B71 verður vertur á Sandi.
Á pappírinum tykist avbjóðingin hjá NSÍ neyvan millum tær torførastu. Meðan NSÍ við Johan Nielsen við róðri og fleiri nýggjum profilum á liðnum verður roknað sum upplagt evni millum fimm tey fremstu, so verður B71 mett at fáa trupulleikar at standa seg millum tey bestu.
Tað eru tó ikki prát og metingar, sum fara at gera av, hvussu støðutalvan fer at síggja út miðskeiðis í oktober. Tað verður spælið og stríðið á vallunum kring landið, sum fer at gera hetta av, og sandoyingar eru rættuliga spentir at fara undir stóru avbjóðingina, sum teir ikki hava roynt síðani í 2001.
Aðalroyndin var í steypadystinum í Streymnesi, har EB/Streymur vann 4-1. Sandoyingar vóru ikki nøgdir við spæl og hugburð. Nú vóna teir, at vánalig undanroynd fer at bera góða fyrstu roynd við sær.
Hjá B71 er Wellington Soares leikbannaður, eftir at hann í síðstu sekundunum í steypadystinum varð vístur av vøllinum.
Á NSÍ er nógv nýtt fólk bæði á vøllinum og á beinkinum. Tað er lítið sannlíkt, at Bogi Løkin verður førur fyri at spæla. Hann hevur verið darvaður av skaða, og hóast hann hevur vant í hesi vikuni, so hevur tað ikki verið við fullari ferð. Tá ið vit frættu, var tað ikki greitt, hvør fer at loysa av á sentrala miðvøllinum, men veteranurin Sjúrður Jacobsen varð nevndur at verða ein møguleiki.
Verjuálitið Pól Thorsteinsson er burturstaddur og verður tískil ikki við. Debus Danielsen og Øssur Dalbúð hava verið skaðaplágaðir, men teir hava báðir vant saman við hinum í hesi vikuni, og teir verða í ferðalagnum um Skopunarfjørð.










