Kavin spøkir enn

Hóast vøllirnir aftur eru grønir, so sæst framvegis væl á spælinum, at venjingin og fyrireikingin til fótbóltskappingina hevur verið nógv darvað av kava

Fótbóltur
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo

Trý umfør eru avgreidd í fótbóltslandskappingini, og stigatalvan sær kanska ikki heilt soleiðis út, sum kundi roknast við. Mest óvæntað tykist plaseringin hjá NSÍ at vera – eitt stig og tvey skorað mál í tveimum dystum á heimavølli og einum á útivølli – er væl minni, enn tað undan kappingarbyrjan var roknað við, at NSÍ fór at megna.
Eitt sindur óvæntað er tað eisini, at B36 skal vera oddalið við fullum sigatali. Tað eru átta stig millum B36 og NSÍ, og tað kann væl vera, at munurin verður uppaftur størri, tá ið fjórða umfar er spælt, nú avbjóðingin hjá NSÍ kennist verða størri enn tann hjá B36. Árstalsfelagið sleppur ikki undan at vera favorittur á Argjum, meðan uppgávan kennist vera stór hjá NSÍ, sum skal spæla í Gundadali ímóti HB.
Meistararnir í HB hava ikki verið so ógvuliga sannførandi. Men hóast talan higartil bara hevur verið um tveir javnleikir og ein sigur, so er HB ikki longur enn fýra stig frá toppinum, og tað kann vera so skjótt, at HB er millum toppliðini. Eftir venjaraskiftið og eftir at fleiri nýggir verjuspælarar eru komnir aftrat, verður leitað eftir javnvágini millum álop og verju. Higartil tykist hon vera treytað av, um Fróði Benjaminsen er í miðverjuni ella á miðvøllinum.
Av teimum fimtan dystunum higartil eru seks endaðir við heimasigri, fimm við javnleiki og fýra við útisigrum. Í fyrsta umfari vóru 27 mál skorað. Í øðrum umfari vóru málini 14 í tali, og triðja umfar var uppaftur meiri málfátækt – bara 11 mál.
Fótbóltsspælið hevur higartil ikki verið nakað at reypað av. Ein av orsøkunum man vera, at venjingarnar so leingi vóru darvaðar av nógvum kava. Bóltkenslan er ikki enn blivin nóg góð, men tað man fara at batna, nú várið av álvara kennist í luftini.