Tað man vera rár hending, at borgarstjóri spælir fótbólt á hægsta stigi. Kanska kemur tað onkra ferðina fyri. Men tað man vera uppaftur rárari hending, at borgarstjórin umboðar annað felag enn tað í sínari egnu kommunu.
Soleiðis er tað hjá Rógvan Egilstoft, borgarstjóra í Eiðis kommunu. Hann spældi í fjør við NSÍ, og sunnudagin í Klaksvík var hann síðsta korterið á besta liðnum hjá NSÍ. Í dag fáa Rógvi og NSÍ vitjan av EB/Streymi, og tað kann væl vera, at Rógvi fer at eiga størri leilut enn higartil í ár.
-At hann er borgarstjóri á Eiði og mótstøðumaður hjá okkum í dag er ikki nakað, sum vit hava tosað um. Rógvi skal hava frið at spæla fótbólt, har hann vil, og hjá okkum ræður tað um at hava fokus á rætta staðnum. Tað ræður fyrst og fremst um at vísa rættan hugburð, og at vit halda okkum til tað, vit hava avrátt, sigur EB/Streyma venjarin Jákup Martin Joensen.
Arnbjørn Hansen er hjálparvenjari í EB/Streymi, og hann er eisini á leikaralistanum. Í javnleikunum ímóti ÍF og Víkingi hevur hann ikki verið á vøllinum, men nú sigst hann vera nóg birgur at spæla í Runavík ídag.
Hóast NSÍ hevur tapt tveir dystir, so er liðformaðurin ikki tikin av fótum:
-Tað hevði verið kærkomið, um vit eftir HB og KÍ á útivølli høvdu seks stig, men onnur enn vit munnu fara at tapa hasar dystirnar. Nú gleða vit okkum at spæla á heimavølli, og vit hava í vikuni arbeitt miðvíst við at fóta okkum aftur, sigur Klæmint A. Olsen, sum sjálvandi fegnast um, at Petur Knudsen eftir leikbann er tøkur aftur.
NSÍ – EB/Streymur: Petur Reinert kl. 16.00.