Norðlýsið hevur hildið til á Rygsvegi 3 í Klaksvík síðan 1976, men framyvir fer lokali miðilin í Norðoyggjum at halda til á Klaksvíksvegi 28. – Vit hava keypt bygning hjá Grannskoðan, tað er gomlu bli [...] fáa sálina í kontórhølini, men tað fer at ganga skjótt, sigur Jóhan Lützen, blaðstjóri á blaðnum við heimasíðuni hjá blaðnum. Nú Norðlýsið er byrjað í nýggjum hølum, hevur blaðið opið hús í dag frá klokkan
kommunum er ongin nýggj adressa komin í nevnda tíðarskeiðið. Tað eru Hovs, Kunoyar og Skúvoyar kommuna. ##med2## Stóra framgongdin í talinum av adressum heldur fram í 2020. Í fyrsta ársfjórðingi 2020 løgdust [...] komnar sum í 2019, tá 340 adressur løgdust aftrat. Um hugt verður eftir talinum av nýggjum adressum í tíðarskeiðinum 2012 – 2019, sæst, ikki óvæntað, at nógv tær flestu nýggju adressurnar eru í Tórshavnar [...] Tórshavnar kommunu. Í Tórshavnar kommunu eru 783 nýggjar adressur lagdar aftrat síðani 2012. Síðani kemur Eysturkommuna við 92 adressum og harnæst Klaksvík við 74 nýggjum adressum síðani 2012. Í trimum kommunum
Eyðgunn Samuelsen úr Klaksvík hevur aftur tikið sæti á Løgtingi - men tað verður bara í eina viku. Partamaður hennara, Aksel V. Johannesen, sum eisini er formaður í Javnaðarflokkinum, hevur biðið um farloyvi [...] farloyvi frá tingarbeiðnum í eina viku, og sostatt hevur Eyðgunn Samuelsen tikið sæti á Løgtingið fyri hann í hesar dagarnar. Hon er fyrsti varatinglimur hjá Javnaðarflokkinum fyri 269 atkvøður, tveimum [...] Løgtingi nú fíggjarlógin fyri næsta ár skal avgreiðast. Eyðgunn Samuelsen var landsstýriskvinna í almannamálum í farna valskeiði, men hevur annars verið løgtingskvinna síðani 2008.
úr Sørvági, sum vóru fyrstir á mál. Í dag er kappróður á jóansøku í Vági, og aftur í dag vóru dreingirnir úr Sørvági fyrstir á mál. Eina løtu vóru teir væl fremstir í dýrdarveðrinum, men so bjóaði Falkur [...] enn einaferð vóru tað óføru dreingirnir úr Sørvági, sum fóru fyrstir um málið. At barnaróðurin í Klaksvík hevur tað gott varð staðfest við, at Sævarmoy vann bronsuplássið. 1 Dúgvan 2 Falkur 3 Sævarmoy
Ellivu lærlingar fingu í dag prógv sum maskinsmiðir á Tekniska Skúlanum í Klaksvík. Hóast tiltakið var nakað merkt av korona-tilmælum, við tað at luttøka var avmarkað, gjørdist løtan hugna- og heiðurlig
var brostin. Løgreglan var eisini norðanfyri í gjár. Í Klaksvík vóru tríggir bilførarar tiknir fyri at tosa í handhildnari fartelefon. [...] ymiskir feilir og manglar, sum løgreglan legði merki til á bilum og prutlum í Suðuroynni í gjár. Nakrir bilførarar sótu ikki í trygdarbelti, á onkrum bilum vóru lyktafeilir, onkur bilur koyrdi við píkadekkum [...] og onkur hevði bygnaðarbroytt prutl – tað sum í dagligari talu verður kallað eina tunaða knallert. Umframt tey 12, sum fáa bøtur, vóru 15, sum fingu átalur. Í flestu førum var talan um eina peru, sum var
leiktur í Betrideildini í kvøld. Klokkan 19 taka verandi FM-vinnarar, KÍ móti ÍF við Djúpumýru í Klaksvík. Fyri KÍ hevur tað sera stóran týdning at vinna, so frástøðan til HB ikki gerst ov stór í oddinum
nýggja dagsstovnin í Klaksvík varð boðið út, og tað var Norðhús, ið fekk arbeiðið. Stovnurin verður staðsettur í vaksandi býlinginum á Helnabrekku við endan av vegnum Oman Valrætt. Í løtuni fyrireikar [...] an Fuglark bygningin, sum verður til 90 børn, og er ein liður í arbeiðnum at nútímansgera og framtíðartryggja dagstovnaøkið í kommununi. Í 2017 samtykti Klaksvíkar býráð at gera eina byggiskrá, og til
Um fýra tíðina í nátt fekk løgreglan boð um innbrot í skeinkistaðið Maverick í Klaksvík. Tað var ikki nógv, ið tjóvurin hevði fingið við sær út úr Maverick; nakrar fáar fløskur, sigur vakthavandi á lø [...] fyri innbrot. Eisini var ein patrulja og gjørdi ferðamátingar í Kollfjarðadali í nátt, og úrslitið gjørdist, at fýra bilførarar fingu klipp í koyrikortið, tí teir høvdu koyrt ov skjótt. [...] . Lukkutíð var tjóvurin komin í skoðmálan hjá vakmyndatólinum, og tí var skjótt hjá løgregluni at finna tjóvin. Løgreglan kendi tjóvin, tí hetta var ein, ið hevði verið í hóslag við løgregluna fyrr, sigur
Tað eru nógv, ið vilja lata seg kanna fyri koronu í Klaksvík í dag, tí at bilarøðin at sleppa inn til kanningarnar er rættiliga lang. In.fo fekk orð á ein persón, ið lat seg kanna, og viðkomandi vildi [...] korona breyt út aftur eftir ólavsøku. Viðkomandi, ið fór í bilarøðina ein hálvan tíma, áðrenn kanningarnar lótu upp, metti seg hava staðið í røðini í hálvan annan tíma tilsamans. Sum skilst ganga søgur um [...] um, at ein smittaður hevði verið úti á skeinkistaðnum Jacqson leygarkvøldið, og í Jacqson var stúgvandi fult í fólki, tí leygarkvøldið var seinastu ferð, at skeinkistaðið hevði opið.