Á noðoyastevnu vann Dúgvan úr Sørvági barnaróðurin millum dreingir, og fyri einari viku síðani vóru tað aftur dreingirnir úr Sørvági, sum vóru fyrstir á mál.
Í dag er kappróður á jóansøku í Vági, og aftur í dag vóru dreingirnir úr Sørvági fyrstir á mál.
Eina løtu vóru teir væl fremstir í dýrdarveðrinum, men so bjóaði Falkur úr Hósvík av. Munurin millum teir báðu fremstu minkaði nakað, men enn einaferð vóru tað óføru dreingirnir úr Sørvági, sum fóru fyrstir um málið.
At barnaróðurin í Klaksvík hevur tað gott varð staðfest við, at Sævarmoy vann bronsuplássið.
1 Dúgvan
2 Falkur
3 Sævarmoy
4 Tistil
5 Súlan
6 Kollur