Norðlýsið hevur hildið til á Rygsvegi 3 í Klaksvík síðan 1976, men framyvir fer lokali miðilin í Norðoyggjum at halda til á Klaksvíksvegi 28.
– Vit hava keypt bygning hjá Grannskoðan, tað er gomlu blikksmiðjuna hjá Niels Juul Arge á Klaksvíksvegnum. Vit eru byrjaðir at arbeiða her úti nú, alt er so nýtt, nú ræður um at fáa sálina í kontórhølini, men tað fer at ganga skjótt, sigur Jóhan Lützen, blaðstjóri á blaðnum við heimasíðuni hjá blaðnum.
Nú Norðlýsið er byrjað í nýggjum hølum, hevur blaðið opið hús í dag frá klokkan 13 til 15, og øll eru vælkomin, boðað blaðið frá.
##med2##