Arbeiðið við at gera útgrevsturin til nýggja dagsstovnin í Klaksvík varð boðið út, og tað var Norðhús, ið fekk arbeiðið.
Stovnurin verður staðsettur í vaksandi býlinginum á Helnabrekku við endan av vegnum Oman Valrætt.
Í løtuni fyrireikar arkitektafyritøkan Fuglark bygningin, sum verður til 90 børn, og er ein liður í arbeiðnum at nútímansgera og framtíðartryggja dagstovnaøkið í kommununi.
Í 2017 samtykti Klaksvíkar býráð at gera eina byggiskrá, og til hetta bleiv ein byggiskrásbólkur settur, mannaður av ymiskum fakfólki.
Burturúr tí kom ein byggiskrá, sum inniheldur alt tað, sum er týdningarmikið fyri, at bygt kann vera ein stovnur, sum er mennandi, tryggur, spennandi og tíðarhóskandi, sigur Klaksvíkar kommuna.










