Ongantíð fyrr eru so nógvar nýggjar adressur komnar sum í 2019, tá 340 adressur løgdust aftrat.
Um hugt verður eftir talinum av nýggjum adressum í tíðarskeiðinum 2012 – 2019, sæst, ikki óvæntað, at nógv tær flestu nýggju adressurnar eru í Tórshavnar kommunu.
Í Tórshavnar kommunu eru 783 nýggjar adressur lagdar aftrat síðani 2012.
Síðani kemur Eysturkommuna við 92 adressum og harnæst Klaksvík við 74 nýggjum adressum síðani 2012.
Í trimum kommunum er ongin nýggj adressa komin í nevnda tíðarskeiðið. Tað eru Hovs, Kunoyar og Skúvoyar kommuna.
##med2##
Stóra framgongdin í talinum av adressum heldur fram í 2020. Í fyrsta ársfjórðingi 2020 løgdust 86 adressur afturat:
##med3##