seg byggja á. Býráðið hevur nú ein gyltan møguleika at steðga hesari skilaleysu verkætlan og heldur gera eina P-ætlan sum tænir allari Havnini, Miðbýunum, teimum sum arbeiða í býnum ella teimum sum koma [...] rennur ørindir fyri einstakar byggiharrar, og setur allar galdandi samtyktir til viks, bara tí at tað sær út sum ein løtuvinningur, og møguliga kann bjarga sitandi samgongu nóg mikið av atkvøðum til komandi [...] skal vera, at nú hevur Havnin ein góðan møguleika fyri at finna eina loysn í heimsflokki, og ikki at gera tey somu mistøkini sum aðrir stórbýir gjørdu fyri 10-20 árum síðani. Nevniliga bygt hópin av betongklossum
Tey søktu sær ráðgeving um, hvussu tey best kundu gera fyri at hava virksemi gangandi, samstundis sum vandin fyri, at alifyritøkan gjørdist ov hart rakt, gjørdist avmarkaður. Starvsfólkini vórðu deild [...] í bólkar, samstundis sum stórur dentur varð lagdur á reinføri og fjarstøðu í tann mun, tað læt seg gera. Heitt varð eisini á starvsfólk um ikki at vitja hvønn annan óneyðugt. Atli Gregersen, stjóri, sigur [...] stongdu, skuldu fólk hava at eta kortini, og sum tíðin leið, vísti tað seg, at fólk fóru at keypa sær laks heim við. Í byrjanini av koronu-farsóttini fullu prísirnir á laksi í nakrar vikur. Síðan stabiliseraði
við glíðibreytum verður uppskotið sett fram á tekniskan hátt við nógvum avmarkingum. Hetta fyri at gera uppskotið lættari at slúka hjá ivandi løgtingslimum, ið helst vildu sloppið undan at tikið støðu. [...] nakar vera ímóti samtykki? Men vit vita væl, at hetta bert er eitt rættindi á vegnum. Hetta førir við sær krøv um fleiri rættindi um nøkur ár - og enn fleiri um enn fleiri ár. Tað er soleiðis glíðibreytir [...] kendum sáð geva, hevur hesin rættindi og skyldur sum pápi at barninum. Tó kann hann skrivliga frásiga sær hesi rættindi og hjúnafelagin ella makin hjá móðurini kann gerast sammóðir og sostatt taka á seg rættindi
serfrøðina í brunatrygd. Men hmp consult valdi at gera nakað við ónøktandi støðuna og tveir starvsmenn hjá felagnum hava tí verið uttanlands og nomið sær bestu brunatrygdarútbúgvingarnar, sum nemast kunnu [...] valt at raðfesta brunatrygdina høgt í útbúgvingarútboðnum og stovna eina deild, ið burturav tekur sær av trygd. Tað ger DTU til ein av heimsins fremstu lærustovnum á hesum øki. Master í Brunatrygd er serliga [...] CFPA diplomútbúgvingina í brunatrygd, sum Vilhelm Matras, byggifrøðingur hjá Hmp Consult, hevur nomið sær. CFPA er europeiskur stovnur, har hægri læristovnar í nógvum londum er limir. Á tann hátt verður vitanin
Hans Pauli Strøm í gjárkvøldið boðaði frá, at hann leggur frá sær sum landsstýrismaður. Hann viðgingur eisini, at avgerðin um at leggja frá sær, hevur verið tung at taka. Men tá ið avgerðin var tikin, var [...] landsstýrismaður, sigur, at seinastu dagarnar hevur hann brúkt nóv tíð upp á at hugsa um, hvat hann skal gera í kjalarvørrinum á tí, sum hann kallar eina miðvísa heksajakt frá Tjóðveldinum. Tjóðveldið hevur klagað [...] Hevur góða samvitsku Hans Pauli Strøm, staðfestir, at tað er við góðari samvitsku, at hann leggur frá sær, tí hann hevur gjørt sítt besta í starvinum, sum í størstan mun hevur verið til frama fyri samfelagsins
Andreas snaraði sandoyingin av sær, og við einum dómadagsskoti sendi hann úr 19 metrum bóltin í meskarnar. Nógvar ónollur Málið sá út til at geva Víkingi eitt stig við sær, men tað eydnaðist altso ikki [...] vøllinun í samfullar 90 minuttir. Úrslitið av dystinum ber við sær, at B36 enn hongur við í oddinum, har fá annars góvu teimum møguleika at gera seg galdandi í ár. Við í roknistykkinum er tó eisini tann veruleikin [...] verður móti EB/Streymi komandi umfarið, og tá fæst ivaleyst ein ábending um, í hvønn mun B36 fer at gera seg galdandi í ár. Víkingur er hinvegin í tyngra endanum av talvuni, og tað er ein støða, sum hvørki
skreyt, jublaði NSÍ í fagrastu líkindum. Um nakar fingur skal setast á, so er hann, at teir leitaðu sær inn í eystara málið við stórum bygningum aftanfyri, tá ið fyrsta søguliga FM myndin skuldi takast. [...] og stórsligna Kunoyarnesi sum bakgrund. Men hetta eru smálutir, sum ikki hava so nógv við sakina at gera. Sakin er, at NSÍ fagnaðurin var stórur, og at meistaraliðið fór úr Klaksvík uttan at hava tapt, og [...] hevði verið eyðkenni fyri hetta árið. KÍ leyp á, og NSÍ hugsaði fyrst og fremst um verjuna og um at gera skjótt av í snarálopum. KÍ trýsti og hevði fleiri vandamikil hornaspørk, og tað var í einari sovornari
vísmenninar at siga sær dreymin og týða hann. Hesa uppgávuna megna teir ikki, kongurin gerst ovursintur og gevur boð um, at teir skulu drepa vísmenninar. Tá ið Dániel hoyrir hetta, søkir hann sær hjálp hjá Gudi [...] fylti upp alla jørðina. Týdningurin av dreyminum hevði ikki bert við Nebukadnezar at gera, men hevur við okkum øll at gera, meg og teg eisini. Úleggingin, sum Dániel segði Nebukadnezar kongi, er um hendingarnar [...] hevur eitt dagligt samfelag við tann livandi Gud. Hann heitir á vinmenninar at biðja til Gud saman við sær, so at teir ikki verða dripnir. Gud svarar, hann opinberar fyri Dániel dreymin, sum Nebukadnezar hevur
kann vænta sær. - Eg havi hugsað tankan, men hetta er ikki nakað vit bjóða. Mann kundi kanska hugsað sær, at fólk innan peningastovnarnar kundu hjálpt við hesum, men vit fara ikki at gera avtalu við ein [...] fyri at Kringvarpið kann seta seg í samband við tey. Men hetta er nakað møguligi vinnarin sjálvur má gera greitt, tá viðkomandi ringir inn. Minkar um undirhaldið Fyri nógv er tað stuttligt at vita og tosa [...] møguleikin – sum altíð – 12 prosent fyri, at hjólið endar á júst tí økinum, møguligi vinnarin hevur valt sær.
teleloyvi, áðrenn tað varð krav, at tey skuldu útvega sær hesa útgerðina, sigur Bergleif Brimvík. Aðrastaðni er tað skylda, at telefeløgini útvega sær hesa útgerðina, men afturfyri rindar løgreglan so fyri [...] - Vit gera tað, sum gerast kann, fyri at basa rúsevnasmuglingini til Føroyar. Tað sigur Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini hjá løgregluni. Men hann leggur samstundis dent á, at umstøðurnar til [...] fullkomiliga hava forsømt at dagført rættargangslógina. - Tað er mín vón, at politiski myndugleikin tekur sær um reiggj og fær rættargangslógina dagførda. Danir hava dagført rættargangslógina í nógvum umførum