Fótbóltur
Tað hilnaðist væl í Klaksvík leygardagin. Eftir at fyrraparturin veðurliga hevði verið í ringum hýri, lýsnaði tað, og tá ið FSF bossarnir høvdu handað gull og skreyt, jublaði NSÍ í fagrastu líkindum.
Um nakar fingur skal setast á, so er hann, at teir leitaðu sær inn í eystara málið við stórum bygningum aftanfyri, tá ið fyrsta søguliga FM myndin skuldi takast. Tað var eisini óheppið, at tað ikki varð syrgt fyri, at sjálvur meistaravenjarin var á myndini, sum hevði verið ólíka stórslignari, um hon var tikin mitt úti á vøllinum og við skýlinum og stórsligna Kunoyarnesi sum bakgrund.
Men hetta eru smálutir, sum ikki hava so nógv við sakina at gera. Sakin er, at NSÍ fagnaðurin var stórur, og at meistaraliðið fór úr Klaksvík uttan at hava tapt, og at liðið fór úr Klaksvík eftir so frægt undir hald, sum tað undir umstøðunum kundi roknast við og kanska meiri enn tað – inni á vøllinum.
Kring vøllin vóru tey gulu og svørtu so væl uppløgd, sum tað sjáldan hevur verið at sæð.
Hugburðurin hjá heimaliðnum var, at nú skuldi endi fáast á hesum kappingarárinum við betri spæli og meiri stríðsvilja, enn støðutalvan vísti hevði verið eyðkenni fyri hetta árið.
KÍ leyp á, og NSÍ hugsaði fyrst og fremst um verjuna og um at gera skjótt av í snarálopum.
KÍ trýsti og hevði fleiri vandamikil hornaspørk, og tað var í einari sovornari støðu, at heimaliðið legði seg á odda. Bólturin stakk í armin á Pól Thorsteinsson, og dómari peikaði á ellivu metra blettin.
Meinhard Joensen, KÍ málverjin, vágaði sær fram í brotsteigin hjá vinmanninum, Jens Martini Knudsen, sum hann hevur vant so nógv saman við og lært so nógv av.
Ivaleyst hava teir báðir eisini vant brotssparksstøður. Jens Martin tveitti seg rætta vegin, men skotið var so mikið gott, at bólturin fór í málið. Eitt korter var farið, og støðan 1-0 til KÍ.
Leiðslumálið tóktist bera við sær, at KÍ eina løtu hevði hug at toga eitt sindur í hondbremsuna. Meistararnir fingu høvdið meiri fyri seg, og á hálva tímanum var aftur stantum:
NSÍ hevði fríspark á brotsteigarmarkinum og eitt sindur til høgru. Andy Olsen, ið hevði fingið møguleikan sum miðframherji, tá ið Christian Høgni Jacobsen sat skaddur uttanfyri, smekkaði til, og bólturin sigldi omanfyri heima manngarðin og í málið.
Besta løtan hjá NSÍ var beinanvegin eftir steðgin. Fleiri vandastøður vóru í KÍ brotsteiginum, men einki spurdist burturúr, og miðskeiðis í umfarinum var tað aftur KÍ, sum skoraði.
NSÍ verjan gjørdi púra óneyðugt brotsspark ímóti Denni Conteh. Jens Martin tóktist hava tak á støðuni, tá ið einsamalli álopsspælarin hjá KÍ varð trýstur niður. Meinhard Joensen var á veg fram á miðjuna, men danin vildi pynta um síni máltøl, og so var 2-1.
Fimm minuttir undan leikloki var aftur javnt. Dómarin metti, at innskifti Klæmint A. Olsen var feldur í brotsteiginum. Hjalgrím Elttør var skjótur at bjóða seg til. Eftir málið dansaðu hann og hinir svørtu og gulu frammanfyri stóru fjøldini í skýlinum, og so snúði tað seg um gull og skreyt eftir at undirhaldið á vøllinum ikki hevði verið so galið.