Leingi hevur trot verið á brunatekniskari servitan í landinum. Støðan hevur verið sera ónøktandi, tí neyðugt hevur verið at innflyta serfrøðina í brunatrygd. Men hmp consult valdi at gera nakað við ónøktandi støðuna og tveir starvsmenn hjá felagnum hava tí verið uttanlands og nomið sær bestu brunatrygdarútbúgvingarnar, sum nemast kunnu í dag.
British Petroleum, BP, stuðlaði master- og diplomútbúgvingunum hjá hmp consult, sum eina íløgu í oljuvinnuna og tað fakliga umhvørvið yvirhøvur.
Hans Haraldsen, verkfrøðingur, hevur tikið ein Master í Brunatrygd frá Danmarks Tekniske Universitet, DTU. DTU hevur valt at raðfesta brunatrygdina høgt í útbúgvingarútboðnum og stovna eina deild, ið burturav tekur sær av trygd. Tað ger DTU til ein av heimsins fremstu lærustovnum á hesum øki.
Master í Brunatrygd er serliga ætlað verkfrøðingum og øðrum, ið leiða og samskipa brandtekniskt arbeiði. Ætlanin við útbúgvingini er rætt og slætt at menna serfrøðina, so hon kann taka lut í byggileiðslum og tilbúgving á hægsta stigi. Støðið verður tikið í nógv broyttu fortreytunum fyri trygdarloysnum sum heild, og harvið eisini møguleikum at royna nýggjar leiðir byggiliga.
Sama kann í høvuðsheitum sigast um CFPA diplomútbúgvingina í brunatrygd, sum Vilhelm Matras, byggifrøðingur hjá Hmp Consult, hevur nomið sær. CFPA er europeiskur stovnur, har hægri læristovnar í nógvum londum er limir. Á tann hátt verður vitanin um altjóða brunatrygd og byggitrygd samkoyrd og optimerað. Í Danmark er Dansk Brand- og Sikringsteknisk Institut, DBI, við í CFPA-samstarvinum.
Fyri Hmp Consult merkir hetta størri og fjølbroyttari virksemi. Mett verður, at á brunatrygdarøkinum er grundútbúgvingin hjá eitt nú verkfrøðingum longu ov gomul eftir trimum til fimm árum. Hugsast kann, nú neyðuga serútbúgvingin er útvegað, at ferð kemur á at menna føroyskar loysnir til serliga føroyska bygging. Tí eisini aðrir starvsbólkar hava áhuga í nýggju útbúgvingunum hjá Hmp Consult.
Arkitektoniskt frælsi
Arkitektarnir hava stóran tørv á trygdarloysnum, sum kunnu stuðla upp undir arkitektoniskt frælsi. Mangan er tørvur á individuellum ella serligum loysnum, so hugflogið kann síggjast í verki, samstundis sum brunatrygdin er fyrsta floks.
Ráðgevandi verkfrøðinganir og byggifrøðin hjá Hmp Consult hava í dag nýggjastu vitanina á brunatekniska økinum og kunnu gera útgreiningar og metingar um váða, sum eru á hædd við útlendska serfrøði. Tað snýr seg í stuttum um at fyribyrgja eldsbrunum, samstundis sum fólk kunnu byggja nýtt og byggja um við stórum dimensjonellum frælsi.
Tað eru serliga nýggju byggihættirnir, tann øðrvísi optimeringin í konstruksjónum, og øðrvísi tilfar, sum hava broytt umstøðurnar hjá verkfrøðingum. Leingi hevur verið greitt, at tað er átroðkandi neyðugt at menna førleikan at loysa brunatekniskar spurningar. Arkiteknarnir og vinnan sóknast alsamt eftir enn meira mentum brunatekniskum loysnum, samstundis sum aðrar fortreytir fyri bygging broytast leypandi.
Talan er um brunatrygd í byggivinnuni í breiðari merking, men summi økir seta serlig krøv til trygdina. Eitt slíkt er tað torgreiða tunnilsøkið; tunnilsgerð og -umvæling, sett í mun til evakuering. Hetta hevði Hmp Consult í huganunum, tá farið varð undir nýggju útbúgvingarnar og Hans Haraldsen skrivaði eisini høvuðsuppgávu um brunatrygd í tunlum. Tí er fyritøkan væl skúlað og dagførd á tunnilsøkinum.
Hmp Consult er eisini við í altjóðagerðini og hevur atgongd til nýggjastu granskingina í neyvum samstarvi við brunaráðgevarar uttanlands.