Ein lætti at avgerðin er tikin

Hans Pauli Strøm, fráfarin landsstýrismaður, sigur, at hann vil hvørki bjóða sær sjálvum, Javnaðarflokkinum, samgonguni ella heilsuverkinum at halda fram sum landsstýrismaður

- Tað er ein lætti, nú avgerðin um at eg skal fara frá, er tikin.

Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, sigur, at seinastu dagarnar hevur hann brúkt nóv tíð upp á at hugsa um, hvat hann skal gera í kjalarvørrinum á tí, sum hann kallar eina miðvísa heksajakt frá Tjóðveldinum.

Tjóðveldið hevur klagað Hans Paula Strøm fyri at hava brúkt pening til heilsuverkið, áðrenn Løgtingið hevur samtykt at játtað hann.

Tað endaði við, at Hans Pauli Strøm í gjárkvøldið boðaði frá, at hann leggur frá sær sum landsstýrismaður.

Hann viðgingur eisini, at avgerðin um at leggja frá sær, hevur verið tung at taka.

Men tá ið avgerðin var tikin, var tað ein lætti, leggur hann afturat.

Hann sigur, at sum støðan er vorðin ivast hann ikki í, at Tjóðveldið hevði ikki givið seg, men hevði blivið við at bora í málinum.

- Tí hevði tað ikki blivið arbeiðsfriður hjá mær og tað hevði eg ikki kunnað bjóðað mær sjálvum, mínum húski, mínum flokki og mínari samgongu.

- Men ikki minst hevði eg ikki kunnað bjóða øllum starvsfólkunum í Heilsuverkinum, at teirra arbeiðspláss skal verða plágað av politiskum ófriði.

Tí vil hann ikki bjóða nøkrum at verða hunddálkaður í eini framhaldandi politiskari atsókn frá Tjóðveldinum.

Hann staðfestir, at eftir nógv rumbul og nógvan ófrið í fleiri ár, hevur tað eydnast at skapa støðufesti og frið í heilsuverkinum og tí vil hann ikki lata sín persón verða orsøkin til, at friðurin verður brotin.


Hevur góða samvitsku

Hans Pauli Strøm, staðfestir, at tað er við góðari samvitsku, at hann leggur frá sær, tí hann hevur gjørt sítt besta í starvinum, sum í størstan mun hevur verið til frama fyri samfelagsins veikastu.

Og hann heldur eisini, at hann hevur tikið framrættað, heilsupolitisk stig til gagns fyri allar borgarar í landinum.

- Spurningurin var um tað rættasta var at tvíhalda um ein sess, sum tað framhaldandi verður ófriður um, ella um eg fari frá, so onkur annar kann yvirtaka sessin, leggur hann afturat.

Hans Pauli Strøm staðfestir, at tað er ómetaliga tórført at stýra peninganýtsluni og tí mælir hann til, at greiðar mannagongdir og skipanir verða gjørdar, so at landsstýrisfólk sleppa undan at koma í hesa støðuna.

- Verður onki gjørt og skal hendan avgerðin hjá landsstýrismálanevndini ímóti mær leggja støðið, verður tað ikki eitt tað einasta landsstýrisfólk, sum klárar at varðveita starvið. Tað kunnu vit ikki liva við og tí verður neyðugt at finna varandi loysnir.

Nøkur stig eru tikin við at hava neyvari eftirlit við nýtsluni hvønn mánað, men tað er ikki nóg mikið, sigur hann.

- Fíggjarlógin er eisini ein ætlan, sum Løgtingið samtykkir og tað er hetta, sum landsstýrið skal miðja eftir, men tað er ómøguligt at tryggja, at tað ikki verður farið út um karmin.

Og at fáa eina eykajáttan tekur so drúgva tíð, at nógvir pengar kunnu vera brúktir, áðrenn tað eydnast at fáa hana avgreidda- ella, sum tað hendir viðhvørt, at eykajáttanin verður vrakað og so stendur landsstýrismaðurin eftir við trupuleikanum.

- Tí verður neyðugt at finna smidligari mannagongdir og tað verður ein politisk avbjóðing, sum eg fari at gera mítt til at loysa, sigur Hans Pauli Strøm.

Les eisini greinina: Tobbi hava skotið seg sjálvar í fótin