ótrúligt og tað sigur ikki so lítið um, hvussu virðingin er fyri henni. Tí eri eg sannførd um, at tað skal størri upplýsing til. Vit kunnu í øllum hesum kortini fegnast um, at javnstøðuhugsjónin er natúrligari [...] Og tað er ikki nøktandi. Tær sum taka av gera tað av áhuga. - Tá ið talan er um starvið, sum eg nú havi, er stór kapping um leiðarastørvini. Hóast vit eru tríggjar kvinnur, sum eru stjórar undir aðalstjóranum [...] - Eg havi ongantíð hugsað stórvegis um kynsmun í størvunum, eg havi havt, tí sjúkrarøktin er ein so kvinnuráðandi verð. Eitt sum kann vera ein trupulleiki er ikki um tú ert konufólk ella mannfólk, men hvat
langan dag á brekkunum fara tey til afterski, tey kalla. Tað er á eini barrstovu, har tey práta um, hvat er hent um dagin og hvør hevur gjørt eitt bragd ella kanska tað øvugta. Dagsins avrik so ella so verður [...] seg til. Og tað er at sleppa niður í sól og kava. Hesa ferð í fronsku alpurnar. Hetta er trettanda árið á rað, at skipað verður fyri skíðferð til kend skíðstøð uttanlands. Upprunaliga byrjaði Viðski í tí [...] er Hjørdis Zachariassen, sum hevur verið við í fleiri ár. - Tað er ótrúliga deiligt at fara av stað um hesa tíðina, tá tað er so myrkt í Føroyum. Í alpunum er altíð ljóst, luftin er frísk, sólin skínur
MONG eru lyftini og ynskini rundan um eitt ársskifti - og uppaftur fleiri og størri vilja tey vera kring eitt aldarskifti. Vit hava júst sett hol á seinasta árið í ikki bert hesi øldini, eisini í hesum [...] kunnu hava ávirkan á okkara egna gerandisdag. Og eisini tá vit tosa um gerandisdagin eftir ár 2000.Síggja vit her burtur frá spurninginum um meiri sjálvstýri/fullveldi, sum longu er komið á dagsskránna, so [...] eiga longu nú at leggja upp til eitt orðaskifti um hesi viðurskifti. Latið hetta verða ynski og lyfti vit geva komandi ættarliðum, nú vit skjótt fara um eitt nýtt aldarskifti. Vit mugu gera okkum greitt
tikin sum tekin um. Tað er gott, at Føroya Symfoniorkestur, flaggskipið í okkara tónleikaheimi, í samvinnu við útvarp, sjónvarp og Norðurlandahúsið um hetta høgtíðarmundið gevur fólkið um alt landið høvi [...] konsertir 2-4 ferðir um árið og so annars at mega leggja stilt í mánaðar er ikki nøktandi. Ein fragd er tað at uppliva Jens Chr. Guttesen við einum støðugt vaksandi bólki av cellonæmingum uttan um seg í symfon [...] vetrarhálvuna, má talan í minsta lagi verða um eina tvífalding av verandi stuðli úr landskassanum. Hvussu nógv verður tá eftir til alt annað tónleikavirksemi í landinum, um ikki politiski hugburðurin til tónl
aftur við sær, at framgongdin í samlaða ferðafólkatalinum fyri árið varð 3,8% móti teimum væntaðu 5,0%. Í desember 1998 hava 7.411 fólk ferðast um flogvøllin, sama mánað í 1997 var talið 7.915 ella ein minking [...] Frá 1. januar til 31. desember 1998, komu og fóru 121.847 ferðafólk um flogvøllin. Sama tíðarskeið í fjør var talið 117.361. Hetta er einvøkstur uppá 4.486 ferðafólk ella ein vøkstur í mun til 1997 uppá [...] og avstað aftur eftir høgtíðina uttan størri seinkingar. Í sambandi við tær íløgur, sum ætlanir eru um skulu gerast her á flogvøllinum (eitt álit verður skrivað í næstum) kann eg upplýsa at tólini til
var nógv, sum bendi á, at VÍF-kvinnurnar fóru at vinna toppdystin í bestu kvinnudeildini sunnudagin. Um vit samanbera við dystin móti Neistanum fyrr í vikuni, so var avrikið hjá VÍF nógv betri hesaferð. [...] segði Beinta, at hon millum annað eisini hevur spælt flogbólt, og fleiri av blokadunum mintu eisini um tær, tú sært í flogbólti. Men rumenska álitið á VÍF-liðnum hevur besta og í øllum førum harðasta skot [...] komu tey eitt sindur fyrr, eisini úr Vestmanna, har áhugin fyri kvinnuliðnum hevur verið vaksandi alt árið. Tað vóru fleiri VÍF-viðhaldsfólk millum áskoðararnar enn tey, sum hildu við Kyndli ? soleiðis ljóðaði
fegin um mítt arbeiði sum lærari, sum eg helst vil halda fram við, sigur tvørámaðurin, sum ? higartil ? hevur tveir A-landsdystir á baki: Heima móti Ísrael í 1992 og móti Noregi á Svangaskarði árið eftir [...] hjá Jón vóru, meðan Páll Guðlaugsson var venjari). ? Tað er ikki nakað, eg havi hugsað so nógv um, men um teir ringja, so eri eg klárur, sigur Jón Johannesen at enda. [...] Tað verður nógv tosað og skrivað um menn sum Toda Jónsson, Jákup Mikkelsen og Julian Johnsson, sum allir hava tað til felags, at teir eru sáttmálabundnir at teirra fótbóltsfeløgum. Og aðrir, sum spæla
almannakunngjørt, sum verða týnd um árið við abort í Danmark, og nú verður í ramasta álvara tosað um at leggja brúkaragjald á fyri at bremsa hesum ræðuleikum. Sending um hetta álvarsmál var at síggja í [...] eygleiðarum, tá tað ræður um at verja tað verjuleysa fostrið, man vera meira ivasamt eftir teimum seinastu tølunum, sum eru almannakunngjørd hesum viðvíkjandi í Danmark. Tað, sum eg hugsi um er eitt tal av sakleysum [...] breiðan stuðul í landi okkara, um tað skal eydnast at verja tað ófødda barnið. Okkum dámar væl at liggja í kjalarvørrinum hjá okkara grannum, men her er nakað at hugsa um hjá tykkum háttvirdu tingmonnum
knýttust vinabondini meira millum okkum trý ? meg, teg og Olaf. Tað seinasta árið sótu vit lið um lið í skúlanum og nær um hvønn dag fylgdust vit heim. Aftan á skúlan fór man hvør sína leið, men tú vart [...] Tungt var at vakna við boðunum um at tú, góði Kristian Gunnleiv, ikki vart millum okkum meira. Torført er at skilja, at seinastu ferð, ið vit skuldu møtast, var dagin fyri, Harrin so brádliga tók teg frá [...] Síggjast vit ei meir og fara foldum frá og undir flag í tí stóra halga skara møtast vit tó Harrans dag. Um vit enn við sorg her siga kærum vinum várt farvæl, góðan dag vit aftur biðja, himni á tað ljóða skal
hon bløddi meir enn teir høvdu roknað við. Tað var ikki ein spurningur, um hon skuldi hava blóð ella ikki, men ein spurningur um lív ella deyða, sigur Sigrið. Foreldrini hjá Sóley høvdu gjørt sær nógvar [...] HIV-smittað blóð spøkti eisini. - Tað plágaði meg og eg vaknaði um náttina við marruni, at nakað ræðuligt fór at henda. Men tá ið vit spurdu um vit kundu sleppa at lata blóð varð tað noktað okkum, tí tað fór [...] áttu at bíða til um ársskiftið. Síðsta royndin, sum vit fingu svar uppá nýggjársaftan, var eisini negativ. Til síðst í apríl, tá ið vit aftur skulu niður, taka vit royndir eina ferð um mánaðin, sigur Sigrið