havi eg eisini havt ta gleði at havt Jógvan í starvi hjá kommununi. Um ein møtti honum uttan fyri býráðshúsið ella onkrastaðni í býnum, so var hann altíð smílandi og kom við onkrari skemtiligari viðmerking [...] tað vera passandi, at borgarstjórin segði nøkur orð. Hóast eg ikki hevði møguleika at møta upp, so fingu vit gjørt eitt filmsbrot, ið síðani varð víst á veitsluni. Tað var týðiligt, at hann hálovaði mammu [...] Pápi tín var errin av tær og ynskti tær alt so væl. Góða Annbjørg! Tú og Jógvan hava stuðlað hvørjum øðrum fyrimyndarliga. Má Harrin halda sína tryggu hond um teg og geva tær troyst. Góða Elsba, Jógvan
vís, men tey høvdu sína barnatrúgv. Góðu Finnur og Jutta, nú eru tit flutt heim til Jesus, sum tit virkaðu fyri. Í mínum hjarta eiga tit eitt pláss! Jú, Finnur og eg sótu mangan í djúpum samrøðum í stovuni [...] Jutta vóru í Skopun, vóru tey grannar hjá okkum, tey búðu á “Bø”. Tey fyltu nógv, so vit sum vóru ung samlaðust rundan um tey. Tá vit hoyrdu í samkomuni, at Finnur og Jutta komu, gleddist vit øll, tí har [...] evangeliskum møti, tað var nú um dagarnar. Tá nevndi tann, sum talaði, at hann hevði verið langt úti í drukk, men ein dagin Finnur kom niðan á Blákross kafé’ina og teir fingu eitt gott prát saman, tá segði
í Hovi. Saman fingu tey 3 børn, Ann Mari, Jógvan og Arnold. Josefina bleiv 14. juli omma til ein lítlan fittan beiggja. Hon gleddi seg nakað so nógv til at blíva omma, hevði planir um, hvat tey fóru [...] familju, og var hon so sera ófør at ferðast norðeftir í vikuskiftum at vitja. Eisini var hon ófør sum fáur, at vitja vinir. Nú hon ikki er her meir, er eitt stórt tómrúm. Josefinu dámdi so sera væl svimjing [...] teirra nýggja heimi. Góðu tit, Alexius, Ann Mari, Høgni og Jóhan, Jógvan og Arnold. Má harrin styrkja tykkum og verða hjá tykkum í tykkara sorg og sakni. Vit lýsa frið yvir minnini um Josefinu. Jesus verið
menniskja. Eg var eftir nátungum í ár ,og hann spurdi um teir ikki kundi fáa eitt kók, hann mungaði so nógv eftir einum kóki, jú tað var gamaní, teir fingu eitt kók. Tá sigur Jens Reinold, ”ein havhestaungi [...] og vildi bert sleppa foldum frá, hann bað bróðursonin leggja streym í gangin, so at Hanni kundi fáa jólaljós í gangin, so tað kundi vera hyggiligt hjá honum á jólum. Tá hevur Jens Reinold vita at hansara [...] altíð sera hugnaligt at koma út at vitja til høgtíðir, og sum prestur og Poul Færø søgdu, at tað var so hugnaligt, at koma innar til teir, reint og ruddiligt, serliga til jólar við øllum jólapyntinum. Jens
skal raka so hart og følast so órættvís? Góðu til øll familjan hjá Jenny, tit fingu nógv góð ár saman, má Harrin styrkja tykkum. Góðu Evan, Sólja og Hilmar, tey góðu minnini eiga vit og sum Jenny so ofta segði [...] Sørvági, vit fingu okkum sum so mangan eitt gott prát, ikki vardi tað meg tá, at hettar var seinastu ferð vit báðar skuldu síggjast her á jørð. Ringt er tá tung boð koma so bráðliga, tað følist so endaleyst [...] endaleyst, havi so nógv eg kundi hugsa mær at sagt við teg, innan tú fór frá okkum. Góða Jenny, hugsi nógv um teg og ikki minst um børn tíni og hjúnarfelag tín Evan, saknurin hjá teimum man verða ómetaliga stórur
fara, so kennist tað, sum vit ikki hava avgreitt alt við viðkomandi. Soleiðis er tað eisini við Ingu. Tað er so nógv, sum tú nú kundi hugsað tær at spurt og tosað við Ingu um, nógv sum vit ikki fingu tosað [...] í sorgini. Góða Inga. Tú hevði eitt so positivt lyndi, sum gjørdi teg til ein góðan hondbóltsspælara og gott menniskja. Komi at hugsa um nógvu samrøðurnar við teg um hondbólt og tað, sum tú eisini hevði [...] tosað um og avgreitt í dag, men sum kundi bíða til ein annan dag. - Alt er bara so endaleyst. Torført at venja seg við tankan ongantíð at síggja Ingu aftur, ongantíð at síggja hetta bersøgna, positiva og
Vit tosaðu um hvussu eg hevði tað, um stúran, mannfólk, »sjeikar«, arbeiði, ja, so gott sum alt. Takk fyri tað. Má sigast at sjálvt um omma varð 78 ár, so tóktist omma fyri mær, sum hon var eini 50 ár. [...] orðum, so sum á góðasta, eg elski teg og ja vælsignaða. Kom man oman til Gjógvará at vitja tykkum, og tit sótu í køkinum, ja, so kom tað meira enn so fyri, at abbi sat á stólinum og omma sat so fitt á [...] sjálvt um abbi hevði givið upp við lívið, so steðgaði tín kærleiki til ommu ongantíð. Havi hoyrt onkran sagt, at sjálvt um ein maður/kona er góður/góð við konuna/mannin og elskar hana/hann, so kann ein
og Maibritt valdu at giftast, so hugsaðu vit beinanvegin um at biðja Homm hjálpa til við m.a. at verða bilførari, og hetta tók hann á seg við heilum hjartað; vit høvdu ein so dyggan stuðul í Homm til henda [...] seinasta hvíldarstað; at hetta so góða menniskja nú varð jarðað var ófatuligt. Tankarnir leita til tykkum, foreldur og sykstin; tit hava mist ein son og bróðir, sum tit elskaðu nógv, og serliga leita tankarnir [...] Homm, um hann vildi rætta mær eina hond - sjálvandi segði hann ja, men, hann vildi bara bróta niður; at byggja uppaftur, ja tað mátti eg taka mær av sjálvur - segði hann; men, tá avtorðnaði, so varð hann
Williams-dóttir. Tey fingu tríggjar synir saman, og eru teir vaksnir nú og eru til skips. Herluf og Lis bygdu hús saman uppi á Mýrum, og er tað sera vakurt at búgva har serliga um summarið, tá ið hei [...] upp. Herluf plagdi at ganga á fjall, serliga í Nýpuni, har pápi hansara røktaði. Alt var so gott, og alt sá so ljóst út. Vit vuksu til mans og fóru til skips. Herluf sigldi sum kokkur við Vesturleika í [...] álitismaður, og tú visti, hvar tú hevði hann. Herluf var eisini væl dámdur av skipsfeløgum sínum. Minnini um Herluf, mín góða vin, eru góð, og eg dugi ikki at fata, at hann ikki er millum okkum meir. Tað
vit hava átt so nógvar hugnaligar løtur saman ígjøgnum árini, ið eru farin. Vit hugsa um, tá vit eftir skúlatíð fóru heim til Vigerd og Henry á Oyri, altíð fingu vit ein góðan drekkamunn, og um Henry var [...] hvussu nógv vit vóru, so orðatakið »har hjartarúm er, er eisini húsrúm« kann sanniliga sigast um tað heim, ið tey skaptu fyri síni børn. Og sjálvt um tey fluttu í størri hús, so bleiv hjartarúmið ikki [...] fór til hvíldar, skein sólin so bjart, og Ljómur sang so vakurt. Líkaso vøkur eru minnini um hann. Takk fyri tað, Henry. Góða Vigerd, Hildur og Poli við familju, orð eru so fátøk í tykkara støðu, men Harrin