Tá vit fingu at vita, at Henry var raktur av herviligari sjúku, hugsaðu vit, at hann nokk fór at klára tað. Men so komu sorgarboðini, hann hevði lagt árarnar inn og var farin heim til Harran.
Tankarnir hava verið nógvir síðani, tí vit hava átt so nógvar hugnaligar løtur saman ígjøgnum árini, ið eru farin. Vit hugsa um, tá vit eftir skúlatíð fóru heim til Vigerd og Henry á Oyri, altíð fingu vit ein góðan drekkamunn, og um Henry var heima, so var ein sangur og gittarspæl afturvið.
Vit ávirkast øll av teimum menniskjum, vit møta, og Henry var við sínari lívsgleði ein av teimum. Hann elskaði at syngja, og tað sjáldsama við honum var, at hann hevði ein sang til hvønn einstakan, og óansæð hvar og hvørjum vit komu frá, so var hann fyri okkum líka.
Heimið hjá Vigerd og Henry á Oyri var eitt samlingsstað fyri vinirnar hjá Hildur og Pola. Har var ikki so nógv pláss, men allir vinirnir kundu vera har, óansæð hvussu nógv vit vóru, so orðatakið »har hjartarúm er, er eisini húsrúm« kann sanniliga sigast um tað heim, ið tey skaptu fyri síni børn. Og sjálvt um tey fluttu í størri hús, so bleiv hjartarúmið ikki minni, nei, heldur størri.
Skjótt spjaddust vit øll, onkur fór uttanlands, og onnur aðrastaðni í Føroyum. Hetta skilti Henry ikki altíð. Hví velja tit at vera aðrastaðni enn í Suðuroy? Koma tit ikki heimaftur? Hetta vóru spurningar, ið hann kundi seta okkum, tí hansara tokki til Suðuroy var stórur og ikki minni til heimbygdina Vág.
Henry var ein barnavinur, hann elskaði at spæla og geva sær tíð til børnini, tó vóru tað tvey stjørnubørn, ið vóru nakað serstakt fyri hann, og sum hann var stoltur av. Hetta vóru hansara abbabørn, Heri og Vár. Har tey vóru, vóru eisini Vigerd og Henry.
Tann dagin, tá ið Henry fór til hvíldar, skein sólin so bjart, og Ljómur sang so vakurt. Líkaso vøkur eru minnini um hann. Takk fyri tað, Henry.
Góða Vigerd, Hildur og Poli við familju, orð eru so fátøk í tykkara støðu, men Harrin styrki tykkum í sakni tykkara.
Tveir vinir