Minningarorð um Juttu og Finn Hansen

Tá eg setti meg at skriva nøkur orð um Finn og Juttu er grundin tann, at eg kom at kenna hesi fólk fyri rættuliga nógvum árum síðani.

 

Finnur og Jutta vóru partvíst leiðarar av samkomuni, sum tá hevði navnið “Betania” í Skopun. Tey kundu verða einar tveir mánaðir hvørjaferð ígjøgnum 80’ini.

 

Hvat kann man siga um hesi hjún, jú, tey vóru Harrans tænarar og fevnandi, jú, tey angaðu av friði og kærleika.

 

Tey vóru komin til persónliga trúgv á Jesus heilt á ungum árum og virkaðu fyri Harran til ellisár.

 

Tá Finnur og Jutta vóru í Skopun, vóru tey grannar hjá okkum, tey búðu á “Bø”.

 

Tey fyltu nógv, so vit sum vóru ung samlaðust rundan um tey. Tá vit hoyrdu í samkomuni, at Finnur og Jutta komu, gleddist vit øll, tí har tey vóru varð gleði og sangur.

 

Eg var á einum evangeliskum møti, tað var nú um dagarnar. Tá nevndi tann, sum talaði, at hann hevði verið langt úti í drukk, men ein dagin Finnur kom niðan á Blákross kafé’ina og teir fingu eitt gott prát saman, tá segði hesin maðurin fyri mær, at hann broyttist hetta kvøld.

 

Í dag stendur hesin sami maður sum ein kempa í Guðs ríki.

 

Tað var mangt kvøldið, at tey svingaðu seg oman um garðin og komu at vitja. Hetta er áðrenn sjónvarpið kom.

 

Vit elskaðu hesa vitjanina, tað var altíð hugnaligt og fjált.

 

Eg kenni tey bert frá hesu tíð og hon var rík.

 

Eitt, sum eg haldi at hann ofta fortaldi var, at hann átti trúgvandi foreldur. Pápin var sjómaður, eg meini, hann var skipari.

 

So koma krígsárini og tað var ótrygt at sigla, so mamma Finnur bað mannin gevast at sigla ímeðan kríggið leikaði í. Pápi Finnur eftirlíkaði við ringum tannabiti.

 

Hann fór til Íslands at arbeiða á landi, sum so nógvir Føroyingar.

 

Tá vertíðin var av, fór pápi Finnur heim við, eg haldi tað var við “Verdandi”. Teir komu ongantíð heim, sostatt bleiv Finnur Hansen faðirleysur. Eg haldi tey búðu í Hvalvík, eg eri ikki sikkur.

 

Seinni fór Finnur at verða uppfostraður í Tórshavn, har hann hevði tað gott.

 

Men tað var tíðuligt, at hesin so lívsglaði maður var ávirkaður av hesi hending og tíð.

 

Jú, hesin Harrans tænari hevði nógvar dygdir, ein sjálvsama góður sangari, tað eru børnini eisini, Sofus, Myrja, Mirjam, Rutt og Lydia, øll syngja sum pápin.

 

Myrna búði onkuntíð hjá okkum, tá hon var í samkomuni.

 

Jutta var nokk í somu støðu sum maðurin, hon mistin mammuna sum heilt ung, tað kann ikki hava verið nemt hjá einari ungari gentu, men Jutta var eisini ein trúfastur tænari í Guds forsamling.

 

Eg siti mangan og tankarnir reika, tá eg onkuntíð hoyri røddina á mínum góða vini Finni Hansen “Í urtagarð hans komi eg”. Jú, hetta vóru fólk, sum eg ongantíð gloymi, tey vóru vís, men tey høvdu sína barnatrúgv.

 

Góðu Finnur og Jutta, nú eru tit flutt heim til Jesus, sum tit virkaðu fyri. Í mínum hjarta eiga tit eitt pláss! Jú, Finnur og eg sótu mangan í djúpum samrøðum í stovuni hjá okkum, har tú var við til at forma mítt lív. Tykkara fótaspor liva enn í Skopun.

 

Góðu tit sum eftir sita Mirjam, Sofus, Rutt, Myrna og Lydia, ommu- og abbabørn, langommu- og langabbabørn, má Gud signa tykkum.

 

 

 

Gerhard Lognberg