málið. ? Tað er mín skylda at tosa við løgmannin um hetta málið. Er tað eitt ynski úr Føroyum, at føroyingar vilja fara undir samráðingar nú í valstríðinum, so verður tað so, hóast tað ikki er serliga lætt [...] liggja eftir. ? Serliga støðan hjá mær í føroyskum politikki í løtuni er, at eg í Løgtinginum siti í andstøðu til landsstýrið. Tað er landsstýri, sum skal taka sær av samráðingunum um bankamálið, um sku [...] fór at nýta sína megi í fólkatinginum til at fáa hesi viðurskfti upp á pláss. Nú er flokkurin komin í eina lyklastøðu, men er nóg mikið komið burturúr? ? Vit kunnu sjálvandi hittast aftur seinni - tá allar
sjógvi. Hvar er byrjanin og hvar er endin i hesum drátti? Hann er ikki at finna, tí listin er ævig, sjálvt í eini fimleikarhøll í einari lítlari bygd sum Fuglafirði er hesin ráki. Hann er eisini í teimum [...] ótrúligt, tað er, at hann er sjeyti, jarpt hár knýtt í ein hesthala. Halin er eitt satt listaverk. Havi so mangan hugsað mær at mála henda hala, men eg tori ikki. Tað er nakað kultiskt í hárið Hans Jakkups [...] á eini aðrari gongustjørnu og vóru bert her á vitjaðu. Enn er Hans Jakku ímillum okkum og nemur við ráki í bygd okkara. Fiskastykkið er horvið, Morning Star er farið og hinir listamenninir hvíla undir
Vit høvdu brotið gjørdar føroyskar avtalur í bankamálinum o.s.fr. Hetta er onki uttan orðaskvaldur og møsn. Tað einasta sum feilar er, at teir nú eru bebbaræddir fyri javnaðarflokkinum, og tí hava teir lagt [...] urin, sambandsflokkurin, sjálvstýrisflokkurin og tjóðveldisflokkurin. Hinumegin er javnaðarflokkurin einsamallur. Tað er sera einfalt! Tann 23. mars 1998 Vilhelm Johannesen [...] spurninginum um ríkisrættarligu støðuna skal støðan hjá Føroya Løgtingi virðast«. (Undirstrikingin er gjørd av greinskrivaranum). Seinasta hósdag var nývalda fólkatingsumboðið hjá javnaðarflokkinum á fundi
vegir, ella Gud hevði aðra ætlan við honum, eru orð vit mangan hoyra, og eisini trúgva, vit vita tað er so, men hóast tað, so hava vit kanska hug at seta spurnartekin, hví skuldi tað henda? Hví skuldi tú [...] skalt tú stevna yvir um hav har frá, skipini eru ikki í somu vinnu sum tá tú sigldi við teimum. Alt her á jørð hevur tíð sína, og nú var so eisini títt tímaglas runnið út. Hesa seinastu tíðina sigldi tú [...] at bera teimum. Sunnudagin 8. mars legði tú Suðuroyarfjørð aftur um bak fyri seinastu ferð. Tín vakt er av, ongantíð aftur skal nakar brotasjógvur koma óvart á teg. Góðu Astrid, Niels Pauli, Malan, Flóvin
hesi skipan er eisini nýtt makrelprogramm til automatisku snelluna. Hvussu henda skipan virkar, verður ikki sagt so nógv um í løtuni, men sum skilst á stjóranum, er eingin ivi um, at hetta er ein dygdargóð [...] Ólavur í Beiti Seinastu árini er nógv orka og nógvur peningur lagdur í at menna snelluna ella tí sonevndu Vágasnelluna, og nú sær eisini út til at hetta arbeiði og henda menning fer at bera frukt. Eft [...] Eftirspurningurin eftir Vágasnelluni úti í heimi er nógv vaksin seinastu árini og henda snella verður nú brúkt til at fiska fleiri fiskasløg við. Stjórin í J.K. Joensen & Sonur, Jákup Joensen, var ein av
Gongur hetta ikki sum ætlað, so hava vit ein eyka møguleika, tí tá kunnu vit saðla umaftur. Tí hóast CD er farið í eitt tekniskt samstarv, so verða vit framvegis 90?undi tinglimurin Tekniskt samtarv merkir [...] gevur eina fyri Føroyar góða loysn. Tað var tað, vit vildu í hesum umfarinum, hóast politiskar røddir her hjá okkum vilja vera við nakað annað, sigur Jóannes Eidesgaard ? Vit livað nú í tí vón, at danska stjórnin [...] hugsan, at tann stjórnin, um hevur sitið ta tíðina, viðurskiftini millum Føroyar og Danmark kølnaðu, er meira forpliktað at geva okkum eina góða og rímuliga avtalu. Floksleiðislan hjá Javnaðarflokkinum tók
u. Tað er út frá hesum endamálinum, vit eru sett at arbeiða. ? Í rúsdrekkalógini eru settar reglur og kvotur fyri skeinkiloyvum. Okkara uppgáva í ráðnum er ikki at taka avgerðirnar. Uppgávan er hinvegin [...] fyrsta árið í student, sum høvdu fingið skaða á brisið (búkspýttkirtilin, blðm.), og tað er álvarsamt. ? Tað er eingin einføld loysn, hvussu eitt fyribyrgingararbeiðið verður gjørt. ? Tað má ofta eitt [...] at nýtslan ikki er vaksin. ? Tað hevur verið funnist at okkum síðstu tíðina, fyri at vit hava verið alt ov afturhaldsinnað. ? Vit meta hinvegin at vit hava gjørt okkara uppgávu, sum er at virka fyri at
varð hann fluttur úr høllini á sjógv. ? Nú er hann komin í sítt rætta element, sigur Poul Mohr, stjóri á Tórshavnar Skipasmiðju. Hóast báturin er flotaður, so er hann ikki liðugur. ? Nei, sigur Poul Mohr [...] gramdi Poul Mohr seg at tað gekk illa at fáa fatur á smiðjum, men hesin trupulleiki er burtur nú, sigur hann. ? Nei, nú er tann trupulleikin burtur. Vit hava fingið tað fólkið, sum vit skulu brúka, sigur [...] rokni við, at vit verða lidnir við arbeiðið, um einar tríggjar vikur ella so, sigur hann. Hesin báturin er tann fyrsti í røðini av trimum politibátum, sum Tórshavnar Skipasmiðja byggir til Grønlands. Tann fyrsti
kortini. Í botninum er støðan nakað tann sama sum í toppinum. Stjørnan fekk eitt stig, men kann sum so ikki brúka tað til nakað serligt. Bert eitt stig er á muni millum Stjørnuna og GÍ, sum er næstniðast, og [...] og eftir hvat fólk siga, er tað fyrstu ferð í sera, sera langa tíð ? kanska fyrstu ferð yvirhøvur ? at Neistin ikki er at finna millum tvey tey ovastu liðini, tá landskappingin er av. VÍF misti stig VÍF [...] málum. Neistin endar nú niðast, men tað er ivasamt, um liðið flytir niður. Tað veldst um, hvat hendir í 2. deild, har støðan er rættiliga fløkt í løtuni. NSÍ er einasta lið, sum kann flyta upp, men ru
kastað inn í garðar í grannalagnum. Okkurt av brotpettunum er enntá endað uppi á onkrari húsatekju. Hóast tað hevur staðið uppá eina tíð, so er málið ikki melda fyrr enn nú. Løgreglan veit ikki hvørjir [...] boð um, at nakrir rútar vóru knústir á Húsabrúgv. Løgreglan fór á staðið, men har var eingin. Málið er skrivað niður, men løgreglan hevur eingi spor at ganga eftir. Klokkan 09.50 leygardagin fekk løgreglan [...] bygningarnar hjá Tekniska Skúla í Havn. Har vóru rútar knústir fyri einar 7.000 krónur. Heldur ikki her hevur løgreglan ánilsi um hvør hevur verið upp á spæl. Skúlin liggur avsíðis, og ótangarnir hava havt