Nýggj makrelskipan til Vágasnelluna

Fiskirannsóknarstovan og J.K. Joensen & Sonur samstarva um at betra hondteringina av húkalínuni umborð. Royndir verða nú gjørdar við sonevndu makrelskipanini

Ólavur í Beiti


Seinastu árini er nógv orka og nógvur peningur lagdur í at menna snelluna ella tí sonevndu Vágasnelluna, og nú sær eisini út til at hetta arbeiði og henda menning fer at bera frukt. Eftirspurningurin eftir Vágasnelluni úti í heimi er nógv vaksin seinastu árini og henda snella verður nú brúkt til at fiska fleiri fiskasløg við.

Stjórin í J.K. Joensen & Sonur, Jákup Joensen, var ein av teimum sum var á fiski- og alivinnustevnuni í Glasgow í síðstu viku, og hann er væl nøgdur við stevnuna.


Glasgow betri

? Framsýningin í Glasgow var betri vitjað enn tann í Aberdeen í fjør, og eg hugsi, at vit kunnu siga, at framsýningin í Glasgow var betri á allan hátt og kanska eisini tí henda var kombinerað, sigur hann.

Spurdur hvat kom burturúr, sigur stjórin, at tað kanska mest spennandi er fiskiskapurin eftir makreli við snellu sum hevur verið royndur eina tíð við góðum úrsliti.

? Norðmenn, danir og skotar hava gjørt hesar royndir við góðum úrsliti, men nú sær út til, at vit eisini kunnu bjóða okkara produkt fram, og eg meti okkum at hava góð produktir.


Makrelskipan

Hugsað verður her um samstarvið við Fiskirannsóknarstovuna um útgerð til snellulínuna umborð, har norðmenn eitt nú koyra við eini snóraskipan, og J.K. Joensen & Sonur koma fyrsta dagin við eini nýggjari og øðrvísi skipan á marknaðin, tí sonevndu makrelskipanini.

Í hesi skipan er eisini nýtt makrelprogramm til automatisku snelluna.

Hvussu henda skipan virkar, verður ikki sagt so nógv um í løtuni, men sum skilst á stjóranum, er eingin ivi um, at hetta er ein dygdargóð skipan.