Týðandi við fyribyrgjandi arbeiði

- Ungdómur tosar betri sama mál sum annar ungdómur og tí er hann týðandi liður í fyribyrgingararbeiðinum, sigur Lars Rand Jensen, politimeistari í Odense

Eini 100 fólk vóru leygardagin á ársfundinum hjá Rúsdrekka & Narkotikaráðnum. Fundurin varð hildin á Parnassinum á Hotel Hafnia.

Úr Danmark var komin politimeistarin í Odense, Lars Rand Jensen, sum hevði ein fyrilestir um evnið fyribyrging.

? Í fyrilestrinum kom hann serliga inn á, hvat gerast kann fyri at fyribyrgja, at ungdómur kemur út í misnýtslu av rúsdrekka ella narkotika, sigur Poul Jacob Thomsen, rúsdrekkaráðgevi.

? Hann segði millum frá, hvørjar royndir tey hava gjørt í Danmark. Her vóru fyrst og fremst royndirnar at ung upplýsa ungum og at ung fáa útbúgving innan økið, sum høvdu givið úrslit, sigur Poul Jacob Thomsen, í stuttari viðmerking.


Ung tosa til ung

? Støðan í Danmark er í nógvum førum heilt øðrvísi í Danmark í mun til í Føroyum og tí ber ikki altíð so væl til at sammeta, sigur Uni Vestureið, politikommiserur og limur í Rúsdrekka & Narkotikaráðnum.

? Til dømis vísti Lars á, at tað vóru alt fleiri sum gingu fyrsta árið í student, sum høvdu fingið skaða á brisið (búkspýttkirtilin, blðm.), og tað er álvarsamt.

? Tað er eingin einføld loysn, hvussu eitt fyribyrgingararbeiðið verður gjørt.

? Tað má ofta eitt samspæl til millum fleiri liðir, fyri at eitt úrslit skal fáast burturúr. At ung tosa við ung hevur givið góð úrslit í Danmark. Tey tosa jú sama mál.

? Men tað er ikki einhvør sum kann gera tað. Tað ræður um at finna búgvin ung, sum hava eina góða positiva barlast, og sum kunnu bera nakað av teirra vitan víðari til onnur, sigur Uni Vestureið.

? Men fyribyrgingin má gerast í fleiri liðum fyri at tað skal eydnast. Og tað er nógvir ávirkanir sum spæla inn.


Fyribyrgjandi uppgáva

? Lars rósti okkum fyri at vit hava verið restruktiv í Føroyum, sigur Gunna Thomsen, limur í Rúsdrekka & Narkotikaráðnum.

? Hann sipaði til, at vit í Rúsdrekka & Narkotikaráðnum hava klárað at hildið eftir og soleiðis verið við at nýtslan ikki er vaksin.

? Tað hevur verið funnist at okkum síðstu tíðina, fyri at vit hava verið alt ov afturhaldsinnað.

? Vit meta hinvegin at vit hava gjørt okkara uppgávu, sum er at virka fyri at fyribyrgja rúsdrekka- og narkotikamisnýtslu. Tað er út frá hesum endamálinum, vit eru sett at arbeiða.

? Í rúsdrekkalógini eru settar reglur og kvotur fyri skeinkiloyvum. Okkara uppgáva í ráðnum er ikki at taka avgerðirnar. Uppgávan er hinvegin at ráðgeva og tilmæla, sigur Gunna.


Politikkurin

eydnast væl

Formaðurin í Rúsdrekka & Narkotikaráðnum, August Wang fór í heyst í farloyvi, og síðani tá hevur Pál Weihe, yvirlækni, verið virkandi formaður.

Í formansfrágreiðingini greiddi hann frá arbeiðinum farna árið. Hann metti at rúsdrekkapolitikkurin, ráðið hevði ført, hevði eydnast væl, í hvussu er tá ið hugt verður eftir nýtslutølunum.Nógvar kanningar eru gjørdar fyri at vísa nýtsluna av rúsdrekka og narkotika í Føroyum.

Til dømis vísa tølini at vit (føroyingar yvir 15 ár) drukku í miðal 6,6 litrar av reinum alkoholi í 1997.

Hetta er á leið tað sama sum verið hevur í nítiárunum burtursæð frá 1992, tá ið talið vað heilt uppi á 8,8 litrum.

Tølini vísa eisini, at í fjør vóru tilsaman 170 persónar tiknir fyri rúsdrekkakoyring móti 148 árið fyri.

Í fjør fingu 16 fólk skaða av ferðsluóhappi har rúsdrekka var uppi í. Árið fyri var talið 9. Vit skulu heilt aftur til 1993 fyri at finna eitt hægri tal.

Og nøgdin av hash, sum løgreglan hevur fingið fatur á hevur ongantíð verið so høgt sum í 1997 - næstan 36 kg. Áður hevur mesta nøgdin verið 2,9 kg. Í fjør varð eisini funnið 1 kg av heroin. Hagtølini, sum ganga aftur til 1985, vísa ikki á at nakað heroin er funnið áður.


Nýtt ráð skal veljast

Rúsdrekka & Narkotikaráðið verður valt fyri 4 ár í senn. Hetta ráðið hevur tó sitið - við smáum broytingum - frá byrjanini fyri 8 árum síðani, men í hesum árinum skal nýtt ráð veljast. Tað er Landsstýrið sum velur nýtt ráð.

Í núverandi ráðnum eru Pál Wihe, Uni Vestureið, Bergur Berg, Gunna Thomsen, Kjartan D. Joensen og Olaus Jespersen.