Spenningurin varðveittur til seinasta umfar

Hondbóltur: Av tí at StÍF ikki megnaði at vinna í Klaksvík, er spenningurin í 1. deild hjá kvinnum sera nógv til staðar áðrenn seinasta umfar komandi leygardag

Besta hondbóltsdeildin hjá kvinnunum hevur verið sera jøvn alt árið, og nú er lagt upp til ein sera spennandi enda komandi leygardag.

Bert eitt stig skilir StÍF og Kyndil, og hesi bæði liðini skulu spæla seinasta dystin í kappingini á Skála leygardagin. Sostatt verður talan um eina finalu og besta enda upp á kappingina, sum áskoðararnir og tey uttanveltaðu kundu hugsað sær.

Áðrenn dystirnar hetta vikuskiftið lá StÍF sera væl fyri ? og tað gera tær enn ? men óvæntað megnaðu tær bert at fáa annað stigið við sær heim úr Klaksvík. Samstundis vann Kyndil ruddiliga á Neistanum og minkaði munin niður í bert eitt stig.

Um strandakvinnur høvdu vunnið í Klaksvík, høvdu tær verið tvey stig framman fyri Kyndil, og kravið til kyndlakvinnur hevði verið at vunnið á Skála komandi leygardag. Nú er bert eitt stig á muni, og kravið til Kyndil er framvegis, at tær vinna, men nú kann tað gera tað sama, um sigurin verður upp á eitt ella tíggju mál. Sum úrslitini sunnudagin lagaðu seg, fær málúrtøkan ongan týdning, tí liðini kunnu ikki enda á sama stigatali kortini.

Í botninum er støðan nakað tann sama sum í toppinum. Stjørnan fekk eitt stig, men kann sum so ikki brúka tað til nakað serligt. Bert eitt stig er á muni millum Stjørnuna og GÍ, sum er næstniðast, og hesi bæði liðini hittast á Kambsdali komandi leygardag. Sostatt kunnu heldur ikki tvey tey niðast liðini enda á sama stigatali, so málúrtøkan fær ongan týdning her heldur.

GÍ kundi havt skúgvað allan iva til viks, høvdu tær vunnið í Vági sunnudagin, men í staðin gjørdist tað VB, sum fekk tvey stig og tryggjaði seg í 1. deild. So tað verða bæði ein »finala« og ein »botnfinala« komandi vikuskifti.

Neistin má lata sær lynda við eitt triðja pláss í ár, og eftir hvat fólk siga, er tað fyrstu ferð í sera, sera langa tíð ? kanska fyrstu ferð yvirhøvur ? at Neistin ikki er at finna millum tvey tey ovastu liðini, tá landskappingin er av.


VÍF misti stig

VÍF megnaði ikki at vinna allar dystirnar í endaspælinum, men tað skal vera teimum fyrigivið, eftir sum teir longu hava vunnið føroyameistaraheitið. Mansliðið hjá StÍF er komið fyri seg aftur eftir vánaligu byrjanini upp á endaspælið. Leygardagin fingu teir javnleik í Vestmanna eftir ein góðan endaspurt í seinna hálvleiki.

H71 vann sín dyst móti KÍF, sum eisini sær út til at vera komið fyri seg móti endanum av kappingini. KÍF vann næstseinasta vikuskifti á Kyndli, og móti H71 førdu kollfirðingar í hálvleikinum, men taptu, tá avtornaði, við tveimum málum.

Alt kann henda í medaljustríðnum millum H71 og StÍF. Í seinasta umfari komandi vikuskifti skal H71 til Vestmanna, meðan StÍF tekur ímóti Kyndli. Á pappírinium eru strandingar betur fyri at enda á øðrum plássi, men tá StÍF kann fáa stig móti VÍF, kunnu hoyvíkingar eisini, og kyndlamenn hava verið sera óútrokniligir seinastu dystirnir. Fyrst góvu teir oddaliðnum VÍF dyst fyri allar pengarnar, og vikuna eftir taptu teir móti botnliðnum KÍF.

Sunnudagin vann Kyndil á Neistanum, men bert við trimum málum. Neistin endar nú niðast, men tað er ivasamt, um liðið flytir niður. Tað veldst um, hvat hendir í 2. deild, har støðan er rættiliga fløkt í løtuni. NSÍ er einasta lið, sum kann flyta upp, men runavíkingar hava eini tveir dystir, teir ikki eru møttir upp til, og tað kann kosta teimum uppflytingina.