ar. Tað er har, fólkið hittist, at lívið er, og heimskreppur verða loystar. Lorvík er útróðrarbygd burturav. Nú eru 12 fult riknir útróðrarbátar í bygdini, At teir eru fult riknir, merkir, at menninir [...] upp við gomlu mytuna um, at tað er skittligt og ónossligt arbeiði at egna. ? Egningaskúrarnir í Lorvík eru reinir og ljósir og tað er varmi í teimum. Ólavur Heinesen sigur,m at Lorvíkingar fara sera væl [...] í. Tí teir koma mangan oman í skúrarnar at taka nakrar stampar. Men eg hugsi líka nógv, at tað er fyri prátið og fyri at hitta onnur fólk, sum tað er fyri pengarnar. Tey fáa 90 krónur fyri stampin ? Og
spælarar, sum vit mugu ansa eftir, sigur Sigrun. Hon sigur kortini, at tað helst ikki verður talan um at mansverja nakran, so sum nógv onnur lið velja at gera. ? Vit mugu ansa væl eftir øllum bakspælarunum [...] Djurhuus hevur eisini spælt væl í seinastuni, men tað er so ikki ætlanin at fara at beinleiðis mansverja nakran, sigur Sigrun Mikkelsen. Í landskappingini er Neistin nummar tvey, tvey stig aftan fyri StÍF, men [...] Mikkelsen, venjari hjá Neistanum, roknar við eini javnari finalu millum Neistan og Kyndil í dag. Hon vónar, at tað verður ein javnur og spennandi dystur. ? Vit hava spælt tvær ferðir móti teimum í ár og hava
»Alive«. Hetta er ein syrgilig søga um ein drong, ið fær at vita, at tann, sum hann øll barnaár síni hevur rópt pápa, í veruleikanum ikki er pápi hansara, og veruligi pápin er deyður. Hetta er søgan um truplan [...] bóðu fólk um at hugsa seg um, tí at teir eisini bert vóru menniskju, ið ikki toldu meiri enn eitt víst. Fyri at undirstrika hetta, noktaðu Pearl Jam at gera nakað videolag. Hetta gjørdi, at MTV ikki hevði [...] fleiri konsertir, ið vórðu sendar. Graml hevur enntá verið at hoyrt um, at teir ætla at fara at gera okkurt videolag í nærmastu framtíð, men tað er fyribils ikki játtað. Á »No Code« var nýggi trummuspælarin
høpisleysari at royna at siga nakað, tí ongin hoyrir teg, og er tí kanska lættari at fara »út úr sær sjálvum«, inni í eina dreymakenda tilveru handan skyggjarnar. Tað er eisini lættari at siga tínar loyndir [...] hvør sjálv plágan er, men heldur, hvussu hon eitur. Hetta virkar eisini til, at plágurnar gerast minni og minni veruligar, bert nøvnini tykjast at vera tað. Vantandi samskiftið ger, at tað tykist alsamt [...] næstan at hava fyrsta rætt til at kenna seg plágaðan av verðini. Hetta kemur meiri enn kanska aðrastaðni borið fram í yrkingum, tónleiki, filmum og sjónvarpi annars. Ella kanska er tað bara, at ungdómurin
Summi hildu, at frægast var at útbyggja viðurskifti og umstøður soleiðis, at vit vóru til reiðar at taka ímóti tí ferðafólkastreymi, ið kundi koma. Onnur mettu tað var betri, at leggja orkuna í at marknaðarføra [...] pening í at marknaðarføra Føroyar sum ferðamannaland. Hetta arbeiði er nú so langt ávegis komið, at stundin nú er komin at hugsa meiri um umstøðurnar innlendis. Hugsa grønt Tað fall tí væl saman við, at umboð [...] Og tað er hetta vit eiga at gera okkum dælt av í sambandi við ferðavinnuna. ? Tí er tað av týdningi, at vit fáa eina umhvørvisskipan í sambandi við ferðavinnuna. Og tað er júst nakað, vit fara at leggja
ymisk. Ilt er at søkja ávís størv, men í umsóknarblaðnum fært tú høvið at velja tað virkisøkið, tú serliga hevur áhuga fyri. Lønin er hin galdandi á staðnum. Um Internetið ber eisini til at koma í samband [...] leikarnar í grannalondunum. Adressan er: http://jordjobb.norden.no Fundur í Norðurlandahúsinum Nordjobb-ráðgevi í Føroyum er Birita Hansen. Hon er 26 ára gomul, er útbúgvin korrespondentur og starvast [...] eg til stuttleika nevna, at ein genta eg arbeiddi saman við, hon var úr Svøríki, møtti eg aftur í 1996, tá vit komu at ganga á sama landbúnaðarskúla í Skåne. Summarið kom at enda og eg fór heimaftur við
Sørensen ivast í, hvussu relevant tað er í longdini at spyrja, hvar pengarnir koma frá og vísir til, at vinnan jú er global. Hann sigur annars, at øll eru vælkomin til at gera íløgur í felagið. Almennan o [...] -Hetta er rætt og slætt ein spurningur fyri tann einstaka, hvar hann vil brúka sínar pengar. Vit vilja á ongan hátt krógva, at her er talan um at seta pengar í eitt ?high-riskøki?, tvs. at tað er knýtt [...] knýtt stór óvíssa at íløguni. Tí er eisini rætt at spjaða risikoina uppá fleiri anpartar. Niels Sørensen hevur annars áður sagt við Sosialin, at tað er í lagi við bæði privatum og almennum oljufeløgum. Hvat
seta, sigur Bjørn á heygum, at hann ikki veit, hvussu hetta ítøkiliga verður framt í verki, men vónar bert, at samráðingarnar verða sum skjótast. - Tað er greitt, at vit fara at krevja stjórnina eftir einum [...] frágreiðingini um bankamálið. Tað er ógjørligt at fáa vitan um innihaldið í niðurstøðuni, annað enn at endurgjaldskrav verður sett donsku stjórnini, men ikki, hvussu stór upphæddin er. Tað verður hildið loyniligt [...] Heygum. Væntar tú at flokkarnir kunnu semjast um eitt tvørpolitiskt upplegg? Tað vóni eg. Alt er lagt soleiðis til rættis, at vit kunnu koma til eina breiða. føroyska semju. Tað er jú høvuðsendamálið
vanda fyri at ljóða kynsdiskriminerandi ?óvanliga nógvum naskum nærdystum av einum kvinnudysti at vera, og onkuntíð var nær við, at spælarar fóru til hendurs. Hetta vísir, hvussu stór kappingin er millum tey [...] tíggju minuttir vóru eftir at finaluni millum Neistan og Kyndil, var støðan 14-11 til Neistan. Tey flestu hildu, at dysturin var avgjørdur, men í staðin var tað um reppið, at Kyndil fór avstað við sigrinum [...] Sørensen, brúkti næstan meiri tíð til at keklast við dómararnar enn at spæla hondbólt, og tað ávirkaði eisini avrikið hjá restini av liðnum, tí spælið hjá teimum er so nógv bygt rundan um hana. Hetta dugdu
ætlanin er at gera við telefonverkið. Endaliga avgjørt í dag Tað er í dag, at tingið fer endaliga at samtykkja lógina um kringvarp v.m. Ein partur í tí lógini er, at sjónvarpsnevndin verður tikin av og at [...] afturat, at hann hevur ongantíð verið úti fyri nøkrum slíkum. Eitt partafelag Men av tí at vansin fyri politiskum trýsti er til staðar heldur sjónvarpsstjórin, at tað kundi verið vert at umhugsa at at gjørt [...] valdninum, enn tað er nú. Hann heldur, at millum annað kundi tað verið áhugavert at kanna fyrimunirnar og vansarnar við at gera Sjónvarp Føroya til eitt partafelag, eins og Atlantic Airways er og eins og ætlanin