Ungdómurin tykist næstan at hava fyrsta rætt til at kenna seg plágaðan av verðini. Hetta kemur meiri enn kanska aðrastaðni borið fram í yrkingum, tónleiki, filmum og sjónvarpi annars. Ella kanska er tað bara, at ungdómurin er tann parturin av fólkinum í samfelagnum, ið hoyrist best. Soleiðis hevur tað altíð verið, og soleiðis fer tað ivaleyst eisini altíð at vera, ljóðar svarið oftast. Men kanska hetta er júst ein av høvuðskjarnunum í hesum spurningi. Kann orsøkin til, at ungdómur »ger so nógv um seg« hugsast at vera, at tað verður ov lítið lurtað eftir?
Uppreistur, málageipan og tílíkt verður altíð sagt at hoyra ungdóminum til. Fáfongdin og dárskapur verður eisini aloftast tilskilaður teimum ungu, men samfelagið hevur eisini úr at gera við at siga okkum, hvørjar plágur okkara skulu vera, men tá vit so ikki kenna tær aftur, koma vit í eina trupla støðu, orðaði ein vinmaður tað einaferð. Málið, sum ung tosa, er ofta tónleikur, sjónleikur, filmur ella sjónvarp. Hetjurnar eru barbie-dukkur, skræddaraseymaðir popp-dreingir, ið síggja betri út enn loyvt (við smyrsli), ella eru tað plágaðar sálir, ið aloftast drepa seg sjálvan, og tástani gerast veruligar hetjur. Neyðarrópini verða skúgvaði til viks sum tað bera skról. Men soleiðis hevur tað altíð verið.
Tøknfrøðiliga gongdin hevur tikið dik á seg hesa seinastu tíðina, og samskiftið tvørtur um landa-, mentanar- og samfelagsmørk er breiðari og meiri umfatandi enn nakrantíð, men spurningurin er, um tað kann loysa nakrar trupulleikar, um veruliga orsøkin til hesar somu trupulleikar er, at vit ikki hoyra hvønn annan. Vit býta okkum sjálv upp í smærri bólkar, sum tosa sama mál, men fara vit út um hesar bólkar, verður brádliga verri.
Plágurnar fáa nøvn, men hesi nøvn siga ikki so nógv hvør sjálv plágan er, men heldur, hvussu hon eitur. Hetta virkar eisini til, at plágurnar gerast minni og minni veruligar, bert nøvnini tykjast at vera tað. Vantandi samskiftið ger, at tað tykist alsamt høpisleysari at royna at siga nakað, tí ongin hoyrir teg, og er tí kanska lættari at fara »út úr sær sjálvum«, inni í eina dreymakenda tilveru handan skyggjarnar. Tað er eisini lættari at siga tínar loyndir, tá ongin sær teg. Men ein annar trupulleiki við hesum er, at vit gerast fjarari frá teimum veruligu plágunum og meiri innibyrgd í teimum forritaðu, sum onnur sleppa at bera fyri okkum, og vit gloyma tað grundleggjandi, sum er bent framman fyri okkum: hjartað, sálin, og dreymarnir, sum eru inni í okkum, og ikki á harddiskinum. Tað eru hóast alt tær, vit royna at bera út í orð, sangir, yrkingar ella filmar.
Øll tykjast at leita, men eru samstundis so upptikin av at skula siga øðrum, hvussu júst tey skulu leita, at veruleikin følnar alsamt. Kanska tað kundi verið eitt hugskot at royna at seta seg niður einaferð, og bara lurta, tí kanska hoyrdu vit ljóð, ið vóru tey somu sum tey, vit royndu at siga ? samljóð ? ella okkurt, ið kanska líkist.