við tunnuslátri og dansi og hesi seinnu árini er eisini ein stór veitsla løgst afturat. Tunnusláttur, veitsla og dansur til tann ljósa morgun er síðani blivin fastur siður í bygdini og tað er ein siður [...] er í ovurmorgin, og tað merkir so eisini, at tað er í dag, at sumbingar fara at sláa tunnu og í kvøld verður veitsla fyri teimum, sum hava teknað seg, og eftir veitsluna verður dansur og helst fer at lýsa [...] dag eru menn í búna, tá ið teir sláa tunnu. Teir eru allir í hvítari skjúrtu og kasjett og flagglittum silkibandið um bringuna og teir flestu eru eisini í myrkum buksum. ? Tað var ikki sørt hátíðarligt, tá
útgerðin er spildurnýggj. Tað ber væl til at nýta brúkta útgerð. Bæði bilar og annað. Og ivaleyst ber eisini til at fáa hendur á henni til ta tíð, ásett er, at Vágatunnilin skal latast upp, sigur lands [...] fríggjadagin í seinastu viku. Og tað kann henda, at hann fer at seinka arbeiðinum eitt lítið sindur, helur landsverkfrøðingurin. ??Men ikki naka nevnivert, heldur hann, og ivast ikki í, at komið verður [...] n, at tunnilin kann latast upp til ásetta tíð. Oyvindur Brimnes vísir á, at tað tosað verður um so og so langa veitingartíð fyri trygdarútgerðina til Vágatunnilin, verður vanliga tosað um spildurnýggja
- Eg eri illa lýdd millum bilførarar í býnum, tí eg gangi og sløkki bilar, sum standa í tomgongd. Dáman, sum hevði tikið sakina í egnar hendur, var ikki tann einasta á kjakfundinum mánakvøldið um miðbýin [...] longur skúgva bæði fólk og lív á gøtunum burtur. Eisini borgarstjórin, Heðin Mortensen, vísti á, at býráðið við jøvnum millumbilum hevur arbeitt við ætlanum um slíkar tunlar. Tunlar og brýr Í Føroyum er tað [...] áttu at verið brýr millum tær gøturnar, har flestu handlar og fólk halda til, skeyt ein av luttakaranum upp. Hetta er heilt vanligt í øðrum býum, og síggja slíkar skipanir út til at rigga heilt væl. Drepandi
hevði tað lægra tilboðið og tað var upp á góðar 11,2 milliónir. Og nú Løgtingið hevur avgreitt málið, er klárt at seta gravkúnna í, og tað verður mánadagin 8. februar at tað hendur. Og tá er arbeiðið at gera [...] sindur skjótari, varð avgerð tikin um, at bjóða vegirnir til og frá tunlunum, og at gera aðrar fyrireikingar, út fyri seg. Tað málið er avgreitt, og Jørgen Niclasen sigur, at ábendingar eru um, at kappingin [...] var ein einmælt Løgting, sum tók undir við málinum, og sostatt er klárt at fara undir arbeiðið. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum, og í fígjgarmálum, sigur, at fyri at fáa tað at ganga
vaktar-og hjálparskipið Brimil hjá Fiskiveiðieftirlitinum seg út til at taka tungolju, sum likin var úr russiska trolaranum, Kaptain Gorbatjov, upp úr sjónum. Skipið var á Havnini eftir oljusperrum og upp [...] pumpa upptiknu oljuna uppí. Um 15-tíðina seinnapartin fríggjadagin vóru Brimil og bjargingarbáturin Lív staddir í Skopunarfirði, og tá skuldi støða takast til, hvat víðari skuldi henda. Olja á Miðvági Sum [...] sum varð skipað í sambandi við oljuna, frá, at lítil og eingin olja var at síggja nakrastaðni. Alt bendi tí á, at hon var rikin til havs við streymi og vindi. Hann hevði ligið høgur í ættini, men veðurmenninir
Teistanum, sum sigldi millum Mariehamn og Kappelska. Í november í 1986 fór hann at sigla við Rituni, sum sigldi úr Havn og til Nólsoyar, Skopun, Hest og Koltur, og í januar 1987 sigldi hann í eina tíð við [...] hann lagdur, og tá plagdi eg at sigla við Dúgvuni millum Skálafjørðin og Havnina. Tummas Frank Joensen hevur eisini roynt eitt sindur av hvørjum umborð á skipum hjá Strandfaraskipum Landsins, og tíðliga á [...] skifti røkti siglingina millum Sand og Skúvoy. - Í februar í 1987 fór eg aftur umborð á Teistan, og eitt stutt skifti nøkur ár seinni sigldi eg við Smyrli millum Århuus og Tønsberg í Noregi. Tummas Frank Joensen
burturúr í Klaksvík. Ásannað verður í Runavík, at bæði hugburður og hugflog skal vera av øðrvísi kalibri, um stig og sigrar skulu vinnast og 50 ára føðingardagsgávan harvið gerast so stór, sum tað á nakran [...] miðverjuni. Undir upphitingini varð veteranurin raktur av vøddaskaða og noyddist at taka seg aftur. Pól hevur ikki vant í vikuni, og hann verður ikki við ímóti barndómsfelagi sínum. Jústinus R. Hansen var [...] sunnudagin. Hann hevur vant í vikuni og er gott boð upp á høgra vongverja. Andersson hevur síðani sunnudagin verið plágaður av knæskaða. Hóskvøldið vandi hann við fullari ferð og verður við sunnudagin. Hjalgrím
Martini at gera nakað sum helst. Uttan hugflog Málið setti sjálvandi ein skelk í NSÍ leikararnar, og støðan kundi eisini verið verri, tá Arnfinn endurtók verjumistakið´, og lat ein bólt ferðast inn um seg, men [...] num, og tíggju minuttir fyri leiklok gekk galið. Eftir skrábólt inn í feltið, stútaði Ken Nónklett í fyrsta umfari á tvørstongina, og tá bólturin so datt niður, var Eddie Mikkelsen fyrstur á, og so kundu [...] Fyrst og fremst skal spælið skipast betri. Djóni N. Joensen varð hesa ferð fluttur niðan móti miðvøllinum, og hann megnaði at skap nakað av stýring á, men annars var talan fyri tað mesta um trýst og einki
munurin millum trý tey fremstu liðini minkaði aftur, og nú er AB fremst. B71, sum lá á odda, fekk bert eitt stig við sær úr Sørvági, og tá ið AB og LÍF vunnu sínar dystir, tóku tey seg inn á B71 aftur [...] var, at veðrið var vánaligt, og ein onnur kanska líka týðandi orsøk var, at Ongland og Portugal spældu fjórðingsfinalu í HM. Teir fáu áskoðararnir sóu tó, at AB vann dystin og legði seg á odda í 1. deild [...] umførunum, hevði KÍ fingið 17 stig, og tí var stórur munur millum tey bæði liðini. Og munurin gjørdist enn størri eftir dystin leygardagin. KÍ vann nevniliga 5-2, og harvið økti KÍ munin upp í 14 stig.
viðhaldsfólk og politikarar hava lagt stórt trýst á feløgini at sleppa ætlanini. Og sum dagurin í gjár fór at líða, hoyknaðu liðini undir trýstinum og tá ið dagurin í gjár legði saman hendur, høvdu øll tey [...] vera føst lið í kappingini, og sum sostatt ikki kundi fara úr liguni, sama, hvussu illa tey kláraðu seg. Uefa hevur hótt við at tveita bæði spælarar og lið úr øllum kappingunum, og bæði fótbóltsfeløg, spælarar [...] tikið seg úr ætlanini. Talan er um Arsenal, Chelsea, Manchester City, Manchester United, Liverpool og Tottenham. Tað fekk nógv at meta, at nú var ætlanin deyð í føðingini, tí ein slík liga, við ongum enskum