Tunlarnir verða klárir til tíðina

Vágafólki nýtist ikki at óttast fyri, at tunlarnir til og í oynni ikki verða klárir til ásetta tíð, sigur landsverkfrøðingurin

Tunnilsgerð

Hóast trygdarútgerðin, sum krevst í samband við undirsjóvartunnilin, enn ikki er fingin til vega, væntar landsverkfrøðingurin, at tunnilin kann latast upp til ásetta tíð.
Oyvindur Brimnes vísir á, at tað tosað verður um so og so langa veitingartíð fyri trygdarútgerðina til Vágatunnilin, verður vanliga tosað um spildurnýggja útgerð.
?Men nú er eingin, sum sigur, at tað skal vera nøkur treyt, at útgerðin er spildurnýggj. Tað ber væl til at nýta brúkta útgerð. Bæði bilar og annað. Og ivaleyst ber eisini til at fáa hendur á henni til ta tíð, ásett er, at Vágatunnilin skal latast upp, sigur landsverkfrøðingurin, sum persónliga sigur seg vænta, at tann 26. november klokkan 11.00 verður Vágatunnilin latin upp.
Í hinum endanum av Vágum er eisini ein tunnilsgerð í gongd. Nevniliga í Gásadalstunlinum.
Har raktu teir ein leka fríggjadagin í seinastu viku. Og tað kann henda, at hann fer at seinka arbeiðinum eitt lítið sindur, helur landsverkfrøðingurin. ??Men ikki naka nevnivert, heldur hann, og ivast ikki í, at komið verður ígjøgnum í hesum árinum. Tann størsti trupulleikin, hesin leki hevði við sær, var, at neyðugt var at fáa eina størri pumpu at taka vatnið út úr tunlinum. Ikki var tað meira enn so, sigur landsverkførðingurin.
Teir bora í løtuni í tveimum skiftum í Gásadalsunlinum, og eru komnir væl um helvtina, soleiðis at nú hellir niður aftur móti Gásadali. Tí verður vatnið standandi sum ein hylur fyri teimum, alla tíðina, meðan arbeitt verður. Men tá komið er ígjøgnum, verður tað eingin trupulleiki meira, tí tá rennur vatnið út út tunlinum.