Tummas Frank 37 ár hjá SL

Kendi og fryntligi skúvoyingurin, Tummas Frank Joensen, hevur sunnudagin verið 37 ár í starvi hjá Strandfaraskipum Landsins.

Kendi og fryntligi skúvoyingurin, Tummas Frank Joensen, hevur sunnudagin 28. mai verið 37 ár í starvi hjá Strandfaraskipum Landsins, og hann er "still going strong" umborð á Teistanum um Skopunarfjørð.

 

Tummas Frank Joensen fyllir 68 ár til heystar. Hann er føddur 09.09.1949, men tað er einki, sum bendir á, at hann ætlar sær at gevast á hendur.

 

- Eg byrjaði umborð á Teistanum, sum lá á Skála, hin 28. mai í 1980, og tá var Teistin akkurát keyptur. Í áttatiárunum sigldi eg við Teistanum um summarið, men um veturin varð hann lagdur, og tá plagdi eg at sigla við Dúgvuni millum Skálafjørðin og Havnina.

 

Tummas Frank Joensen hevur eisini roynt eitt sindur av hvørjum umborð á skipum hjá Strandfaraskipum Landsins, og tíðliga á sumri í 1985 var hann við Teistanum, sum sigldi millum Mariehamn og Kappelska.

 

Í november í 1986 fór hann at sigla við Rituni, sum sigldi úr Havn og til Nólsoyar, Skopun, Hest og Koltur, og í januar 1987 sigldi hann í eina tíð við Barsskor, sum eitt skifti røkti siglingina millum Sand og Skúvoy.

 

- Í februar í 1987 fór eg aftur umborð á Teistan, og eitt stutt skifti nøkur ár seinni sigldi eg við Smyrli millum Århuus og Tønsberg í Noregi.

 

Tummas Frank Joensen sigur, at hann fór umborð á Trónd hin 28. september í 1991, og øll árini síðan hevur hann siglt á farleiðini um Skopunarfjørð, tey seinastu nógvu árini - ella síðan 2001 - við Teistanum.

 

- Eg stórtrívist hjá Strandfaraskipum Landsins, og eg haldi, at SSL er ein fantastiskur arbeiðsgevari, sigur fryntligi skúvoyingurin, Tummas Frank Joensen.