Ukraina hevur vitjan úr USA

Í síðstu viku segði amerikanski forsetin, Donald Trump, at hann í dag fer at koma við einum boðum um Russland

 

 

 

Serligi sendimaðurin hjá USA, Keith Kellogg, er komin til ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv.

 

Her fer hann at umrøða trygd hjá Ukraina og revsitiltøk móti Russlandi, sum nú á fjórða ári er í kríggi móti grannalandinum.

 

Tað er stápsleiðarin hjá ukrainska forsetanum, Andrij Jermak, sum upplýsir hetta, og tað er tíðindastovan NTB sum endurgevur.

 

Í síðstu viku segði amerikanski forsetin, Donald Trump, at hann í dag fer at koma við einum boðum um Russland.

 

Forsetin hevur tó einki sagt um, hvørji hesi boð verða.

 

Vitjanin hjá Keith Kellogg í Ukraina kemur í kjalarvørrinum av, at amerikanski forsetin hevur boðað frá, at hann fer at senda patriot-rakettir til Ukraina.

 

Hetta segði Donald Trump í gjárkvøldið á herstøðini, Joint Base Andrews, sum liggur uttanfyri samveldishøvuðsstaðin, Washington D.C.