Dystirnir í 1. deild um vikuskiftið høvdu við sær, at munurin millum trý tey fremstu liðini minkaði aftur, og nú er AB fremst.
B71, sum lá á odda, fekk bert eitt stig við sær úr Sørvági, og tá ið AB og LÍF vunnu sínar dystir, tóku tey seg inn á B71 aftur. AB fór eitt stig fram um B71, meðan LÍF togaði seg upp á javnt.
Støðan hjá Suðuroyarliðunum í botninum í 1. deild gerst alsamt meira vónleys. VB/Sumba tapti ímóti KÍ, sum lá triðniðast, og VB/Sumba hevur framvegis 11 stig upp til næsta liðið, sum nú er HB.
Royn liggur enn verri fyri, tí liðið úr Hvalba hevur bert fingið eitt stig í dystunum higartil.
AB-HB
Tað var tómligt kring vøllin á Argjum leygardagin. Meðan fitt av AB-fjepparum vóru til steypafinaluna hjá kvinnum á Tórsvølli fyrr á degnum, vóru tað lutvíst fá fólk, ið leitaðu sær til 1. deildardystin ímóti HB. Ein orsøk var, at veðrið var vánaligt, og ein onnur kanska líka týðandi orsøk var, at Ongland og Portugal spældu fjórðingsfinalu í HM.
Teir fáu áskoðararnir sóu tó, at AB vann dystin og legði seg á odda í 1. deild aftur. Tað var tó ikki heilt uttan trupulleikar, at AB vann dystin.
Eftir at Tony Rasmussen hevði lagt AB á odda beinanvegin, fekk HB tvey mál fyri hálvleikssteðgin.
Í seinna hálvleiki legði AB meira fyri frameftir vøllinum, tríggir spælarar vóru sendir í álopið, og ein av teimum, Allan Mørkøre, skoraði tvey mál. Spælandi venjarin hjá AB, Rúni Nolsøe, setti síðani punktum við málinum til 4-2.
SÍ-B71
Sandoyingar snávaðu í dystinum í Sørvági leygardagin. Eingin ivi var um, at B71 var favorittur til at vinna dystin, men oddaliðið fekk trupulleikar, ið tað ikki megnaði at loysa. Sørvingar stríddust væl, og teir fingu eisini ein javnleik burtur úr dystinum.
Tað var B71, sum legði seg á odda, tá ið Clayton Soares sendi eitt fríspark beinleiðis í málið, men beint fyri hálvleik javnaði Jón Nielsen fyri SÍ.
Eingi mál komu í seinna hálvleiki, og tí noyddist oddaliðið úr Sandoynni av vøllinum við bert einum stigi.
- Dysturin var staðfesting av, at allar uppgávur mugu takast í stórsta álvara. Samanlagdi vinnari, tá ið oktober mánaði er runnin, er hann, sum hevur megnað at samla seg fult og heilt um allar uppgávurnar, skrivar B71 á heimasíðu sínari eftir dystin.
FSV04-TB
FS Vágar 2004 tykist verða fullkomiliga steðgað upp, og liðið er í løtuni als ikki við í stríðnum um uppflyting til bestu deildina, soleiðis sum tað annars var roknað við, at liðið skuldi verða.
FSV04 skifti venjara herfyri, men heldur eingin venjaraeffekt hevur verið, og leygardagin tapti liðið aftur á heimavølli. Hesaferð var TB á vitjan, og hóast sigursmálið hjá TB kom í evstu løtu, so noyddist heimaliðið at ásanna, at teir ikki kláraðu at fáa nakað burtur úr dystinum.
FSV04 kom annars á odda við máli, sum Sonni Johansen gjørdi, men Kaj Roest javnaði fyri TB í fyrra hálvleiki.
Likt var til, at dysturin skuldi enda við javnleiki líka til landsliðsspælarin Óli Johannesen tók sakina í egnar hendur. Hann sendi eitt fríspark í málið hjá FSV04 stutt fyri leiklok, og so kundu tvørámenn fara avstað við øllum trimum stigunum. Meðan TB er farið at nærkast oddaliðunum í deildini nakað, hevur FSV04 mist alt samband, og í løtuni liggja teir í miðjuni á stigatalvuni.
VB/Sumba-KÍ
Dysturin í Vági leygardagin var millum tvey av aftastu liðunum í 1. deild, men støðan hjá KÍ og VB/Sumba var rættiliga ymisk. Meðan VB/Sumba bert hevur fingið seks stig í teimum fyrstu 14 umførunum, hevði KÍ fingið 17 stig, og tí var stórur munur millum tey bæði liðini.
Og munurin gjørdist enn størri eftir dystin leygardagin. KÍ vann nevniliga 5-2, og harvið økti KÍ munin upp í 14 stig. Tað klárar VB/Sumba neyvan at vinna aftur restina av kappingini. Hinvegin datt HB niður á triðniðasta plássið, men havnaliðið hevur 17 stig og er langt frammanfyri VB/Sumba.
Tað var annars VB/Sumba, ið legði seg á odda í dystinum ímóti KÍ. John Poulsen skoraði fyrsta málið í dystinum. Men so var tað KÍ, sum tók yvir, og gestirnir skoraðu fimm mál. Trý av teimum gjørdi Jósup Heinesen.
At John Poulsen fekk seinasta orðið í dystinum við einum máli munaði lítið, tí KÍ vann 5-2.
Royn-LÍF
Toppliðið LÍF fór sunnudagin suður til Hvalbiar at spæla. Dysturin var fluttur frá leygardegnum til sunnudagin, og tað var kanska líka frætt. Veðrið var munandi betur sunnudagin enn leygardagin.
Á pappírinum skuldi eingin ivi verið um, at LÌF skuldi vinna dystin. Leirvíkingar eru við í kappingini um uppflytingina, meðan Royn er niðast á stigatalvuni við einum stigi og 16 stig aftanfyri triðniðasta liðið.
LÍF loysti sína uppgávu, men tað var ikki meira enn tað. Eitt mál kom í dystinum, og tað gjørdi trímálsskjúttin frá seinasta dystinum, Bárður á Lakjuni, tíðliga í dystinum. Hetta var nóg mikið hjá LÍF at vinna útidystin í Hvalba.
Dysturin annars var rímiligar javnur, men teir stóru kjansirnir vóru fáir í talið. Fyri leirvíkingar hevði støddin á sigrinum lítið at siga. Fyri teir var mest umráðandi at fáa øll stigini við sær aftur.