Tunlar Norður um Fjall: seta broytina í um tvær vikur

– Og so er arbeiðið byrjað at gera Tunlarnir Norður um Fjall

Fyri eini løtu samtykti Løgtingið endaliga at fara undir at gera nýggjar tunlar Norður um Fjall. Tað var ein einmælt Løgting, sum tók undir við málinum, og sostatt er klárt at fara undir arbeiðið.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum, og í fígjgarmálum, sigur, at fyri at fáa tað at ganga eitt sindur skjótari, varð avgerð tikin um, at bjóða vegirnir til og frá tunlunum, og at gera aðrar fyrireikingar, út fyri seg.

Tað málið er avgreitt, og Jørgen Niclasen sigur, at ábendingar eru um, at kappingin um slík arbeiði er harðnað, tí hóast talan er um eitt arbeiðið upp á góðar 11 milliónir, eru ikki meiri enn slakar 300.000 krónur ímillum tey bæði tilboðini, sum komu inn, men úrslitið var, at Articon hevði tað lægra tilboðið og tað var upp á góðar 11,2 milliónir.

Og nú Løgtingið hevur avgreitt málið, er klárt at seta gravkúnna í, og tað verður mánadagin 8. februar at tað hendur. Og tá er arbeiðið at gera tunlarnar Norður um Fjall, sostatt formliga byrjað.

Løgtingið hevur sett 522 milliónir av til Tunlarnir Norður um Fjall og Jørgen Niclasen sigur, at freistin at lata tilboðini inn, er 10. februar so tað verður nakað út á árið, at borurin verður settur í at gera tunlarnar.

Tað koyra umleið 2.000 akfør ígjøgnum tunlarnar um dagin, men væntandi fer ferðslan at økjast, sum frá líður.

Teir nýggju tunlarnir verða lagdir á sama staði har núverandi tunlar eru og tað verða trý bygggifeløg, sum eru boðin at vera við í kappingini um arbeiðið.

Í ár eru annars 15 milliónir játtaðar til arbeiðis, men tað er ikki væntandi at brúk verður fyri meiri enn fimm millónum til vegagerð í ár og restin verður so til taks næsta ár, og annars fer tað at taka fýra ár at gera tunlarnar.