sakna er eitt stað at vera, tá ikki verður hugsað um okra vanligu ítrótt. Øll eru ikki so hugaði í ítrótti, so fyri hesi eru hesi høli/øki okra líkamiki. Okra ungdómi tørvar t.d. eitt tónleikahøli við allari [...] hava ungar, royndar tónleikarar í býnum, sum tosta eftir einum slíkum høli og umstøðum, og ivaleyst eru fúsir til verka, um teir fáa eitt tilboð. Prutlkoyring er sera væl umtókt. Okra ungdómur skuldi havt [...] nøktaðan, fáa upplivilsi, hava dreymar í tryggum umhvørvi, við útbúnum fólki, so tey ikki altíð (og foreldrini við) skulu vera bangin fyri, at politiið skal vera í hølunum á teimum, men heldur fáa politiið
Hon er ikki ein og hvør. Tað eru framvegis ikki so nógvar kvinnur, sum hava gjørt vart við í politiska lívinum í Føroyum, men sigast má, at tað hevur Maria. Tað var í 1988, at kvinnurnar í Vestmanna rættiliga [...] eisini havt onnur álitisstørv, var limur í Norðurlandaráðnum í eitt ár og stýrislimur í SEV í 3 ár. Foreldrini vóru Karolina Egholm úr Hvalvík og Herluf Davidsen úr Kvívík. Hon giftist við Jákupi Hansen úr
føddur í Kairo í august í 1929. Tað sigst, at ættarfólk hansara stava frá sjálvum Muhammed profeti. Foreldrini góvu honum navnið Muhammed Abdul Rauf Arafat al-Qudwa, men longu sum barn bleiv hann kallaður Yasser [...] økjunum, og harð-skapurin og upgerðir ímillum vápnaðar bólkar í Gaza og pørtum av Vestara Áarbakka eru tekin um eitt samfelag, sum onga leiðslu hevði, júst tí Arafat tvíhelt um, at hann einsamallur skuldi
Mamma var borin í heim í Fuglafirði tann 13.oktober í 1929. Foreldrini vóru Jacobina og Sámal Jacob í Lambanum. Tey fingu 10 børn - 5 dreingir og 5 gentur. Mamma var tann 7 í røðini í hesum barnaflokki [...] øðrum. Vit minnast eisini hvussu hugnaligt tað altíð var at vitja ommu og abba í Fuglafirði. Í dag eru bert 2 sysktin hjá mammu á lívi, nevniliga Alfred mammubeiggi sum býr í Havn og Amy mostur sum býr [...] var tað tá tey møttust fyrstu ferð. Mamma og pápi giftust í 1949, og fingu tey saman 6 børn. Hesi eru Ólavur, Sámal, Anna, Sólbjørn, Terji og Jan. Tey bygdu sær hús í Syðrugøtu í 1958, so her vuksu vit
bara at siga, at allir stovnar eru vánaligir, pedagogarnir eru vánaligir og so framvegis. Tað er tó ikki bara vánaligt alt. Vit hava ein stovn her á Argjum, sum vit allar eru góðar við, har vit raðfesta dygd [...] minst børn eru glað fyri tað, greiðir Gudrun frá. Bjørg heldur fram, at máltíðin er vorðin til eina løtu, sum tey gleða seg til, har børnini sjálvi siga, hvat tey vilja hava upp á breyðið. ? Tey eru farin at [...] arbeiðinum. ? Vit ansa barninum í dagtímunum, eygleiða og royna at menna tað einstaka barnið, men tað eru foreldrini, sum eiga barnið, undirstrika tær fýra. Í somu Tinghellu var eisini eitt prát við formannin í
Vejle og Sønderborg. Tey hava eisini vitjað á eitt nú Bornholm og í Frederikshavn, og tá ið tey eru í Føroyum, eru tey dúglig at vitja kring landið við góða boðskapinum. Greta og Levi eiga fimm børn: Jóhan [...] Rógvi og Mirjam. Fýra tey fyrstu búgva í Klaksvík, og Mirjam býr í Runavík. Barnabørnini eru sekstan, og higartil eru fýra komin í triðja ættarliðnum. Levi fór blaðungur til skips, og á sjónum var hansara [...] Margretha ella Greta, sum hon altíð hevur verið nevnd, er fødd 16. oktober 1932 og ættað úr Fuglafirði. Foreldrini vóru Jana og Poul Nolsøe Olsen ella Leirvíks Poul, sum hann varð nevndur. Greta er nummar fimm
talumáta, málburði og hugsan. Hann eigur hús í Svínoy, og har vitjar hann framvegis ikki so sjáldan. Foreldrini vóru Jógvan Olsen ella Jógvan á Geilini, sum hann varð nevndur, og Elsebeth Malena Justinussen [...] yngstur av fýra brøðrum. Hinir vóru Petur, Olivur og Esbern. Pedda og Esbern, sum báðir búðu í Svínoy, eru farnir, Olivur býr í Klaksvík, og Jukim býr í Havnini. Hann giftist 7. september 1957 við Elsebeth [...] arbeiðnum og saman við arbeiðsfeløgunum. Søga og samfelag hava altíð havt Jukimsa serliga áhuga. Foreldrini vóru bæði fróðarfólk, tað vóru onnur í familjuni eisini, og Jukim sat undir og legði sær væl í
fødd 17. september í 1930. Tær búsettust báðar í Klaksvík, hagar foreldrini fluttu í 1956. Hjørleif er føddur 13. januar í 1925. Foreldrini hjá honum vóru Turid og Jóan Magnus Høgnesen. Hon var úr Tunghúsinum [...] Vágsheygnum. Tey eru sera fyrikomandi at hitta. Bæði heima við hús og á arbeiðsplássinum. Tórgerð og Hjørleif eiga fýra børn: Turið, Eyð, Lív og Leif. Tey búgva øll í Klaksvík. Barnabørnini eru seks. Trúfesti [...] Hjørleif skúlabørnini uttan av Oyri til og frá skúlanum í Klaksvík. Skúlabørnini á Oyri eru hjartabørn hjá Hjørleifi, og tey eru góð við hann. Hann var kongaligur sjaførur, og hann hevur fingið medalju frá kongi
Foreldrini vóru dupult systkinabørn við tað, at ommurnar báðar vóru systrar úr Ovastahúsi og abbarnir brøður Uppi í Húsi. Brøðurnir vóru Petur (Pedda), sum var ógiftur og búði úti í Svínoy. Hann doyði [...] Jógvan, sum býr í Svínoy, og Katrin, sum eisini býr í Havn og er gift við John Nielsen. Abbabørnini eru 5 í tali. Í 1957 fór Jukim á skipsføraraskúla í Keypmannahavn. Hann sigldi úti í nøkur ár. Síðani sigldi
familjudeildina á Barna-heiminum í Havn, har tey standa til reiðar at stuðla og hjálpa, so eisini hesi foreldrini og teirra børn kunnu gera dreymin um ta góðu familjuna til veruleika. Gamal trupulleiki ? Vit gleða [...] inn. Tað er altíð spennandi at fáa eina nýggja familju inn, tí ongin av teimum er líka. Í so máta eru familjurnar, sum koma her, ikki øðrvísi enn aðrar, sigur Hallbjørg Lamhauge, leiðari á Familjudeildini [...] trívast saman. Orsøkirnar til, at tey hava tørv á hjálp, kunnu vera líka ymiskar, sum familjurnar eru, men felags fyri tær flestu er, at tey vaksnu kenna tað trupult at megna uppgávuna sum foreldur. Tí