Útsýnið úr vindeyganum er óvanliga vakurt, og inni kennist stovan hugnalig og heimlig. Beint nú er íbúðin tóm, men um nakrar dagar flytur ein familja við børnum inn. Her skulu tey búgva og húsast fyribils í 3 mánaðir, kanska longri, alt eftir hvussu tað gongst teimum at læra at liva saman sum familja. Heima hevur tað ikki gingið nóg væl, og tí hava tey valt at koma her á familjudeildina á Barna-heiminum í Havn, har tey standa til reiðar at stuðla og hjálpa, so eisini hesi foreldrini og teirra børn kunnu gera dreymin um ta góðu familjuna til veruleika.
Gamal trupulleiki
? Vit gleða okkum at hitta familjuna, sum skjótt flytur inn. Tað er altíð spennandi at fáa eina nýggja familju inn, tí ongin av teimum er líka. Í so máta eru familjurnar, sum koma her, ikki øðrvísi enn aðrar, sigur Hallbjørg Lamhauge, leiðari á Familjudeildini á Barnaheiminum. Seinastu tvey árini hevur hon verið tann, sum tekur ímóti, tá enn ein føroysk familja hevur tikið av tilboðnum um at fáa hjálp á Familjudeildini, so at tey kunnu koma at trívast saman. Orsøkirnar til, at tey hava tørv á hjálp, kunnu vera líka ymiskar, sum familjurnar eru, men felags fyri tær flestu er, at tey vaksnu kenna tað trupult at megna uppgávuna sum foreldur. Tí er barnaverndin í flestu førum komin inn í myndina og hevur mælt teimum til at fara á Familjudeildina, har tey í eitt styttri ella longri tíðarskeið kunnu búgva og fáa stuðul og hjálp frá røttu fakfólkunum.
? At ein familja hevur ilt við at trívast saman er jú ikki nakar nýggjur trupulleiki. Tað nýggja er heldur, at barnið er komið so nógv í fokus seinastu árini, og børnini eru sum oftast tey fyrstu at vísa tekin um, at okkurt er í familjuni, sum tað ikki eigur at vera. Eisini hava vit øll fráboðanarskyldu, um vit varnast, at okkurt er galið, umframt at bæði pedagogar, lærarar, heilsusjúkrasystrar og onnur hava góðar førleikar til at halda eyga við, um eitt barn trívist, sum tað skal. Soleiðis eru trupulleikarnir lættari at fáa eyga á, enn teir vóru fyrr í tíðini. Tíbetur, tí tað gevur okkum møguleika, at seta so tíðliga inn við hjálpini, sum til ber, greiðir Hallbjørg frá.
Ein lætti
Tilboðið um at koma á familjudeildina er bara ein av fleiri møguleikum, barnaverndin hevur at bjóða eini familju, sum ikki sjálv megnar at loysa trupulleik-arnar longur. Onkuntíð kunnu tó treytir setast við, sum gera, at familjan kennir seg noydda at taka av. Í slíkum førum kann tað taka nógva tíð og orku at fáa familjuna at skilja, at hetta nokk er tann besta loysnin. Men í flestu førum eydnast tað sum frá líður at skapa tað góða samband-ið millum familjuna og starvs-fólkini, sum skal til, fyri at tey í felag kunnu fara undir at betra um samveruna í familjuni.
? Trupla støðan, sum familjan er í, tá hon kemur her, er jú ikki íkomin frá einum degi til annan. Tey allarflestu hava vitað leingi, at okkurt er galið, men tey hava kanska ikki rættiliga vita hví, og hvat tey sjálvi kunnu gera fyri at skapa ein góðan trivna í familjuni. Tí kennist tað oftast, sum ein stórur lætti fyri tey at koma her og umsíðir fáa sett orð á trupulleikarnar og síggja, at tað ber til at fáa hjálp og ikki minst, at tey ikki eru tey einastu, sum hava familjutrupulleikar, sigur Hallbjørg og sipar til, at tað sum oftast búgva 3 familjur á deildini í senn.
Børnini bera eyðkennini
Eitt uppihald á familjudeildini er ein serstakur møguleiki at fáa eina góða heildarmynd av teimum trupulleikum, sum afturvend-andi kunnu stinga seg upp í eini familju, greiðir Hallbjørg frá. Samanborið við barnaverndirnar, sum ofta bert hava einstakar vitjanir í heiminum at meta út frá, so hava starvsfólkini her á deildini møguleika at fylgja við í gerandisdegnum hjá familjuni hvønn dag í í minsta lagi 3 mánaðir, ofta longri. Ígjøgnum eyg-leiðing og samrøður ger starvsfólkið sær eina mynd av, hvørjar støður familjan hevur ilt við at handfara og hava møguleika at traðka til, tá støðan uppstendur, so hjálpin kann verða so konkret og viðkomandi, sum til ber.
? At ein familja mistrívist kemst oftast av, at tey hava ilt við at tosa saman uppá ein mennandi máta, ella tí foreldrini ikki rættiliga duga at seta sín egna tørv til viks, fyri at vera nakað fyri børnini. Ofta hevur gerandisdag-urin hjá familjuni verið sera óskipaður, har tey til dømis hava vent upp og niður uppá nátt og dag, umframt at sovorðið sum máltíðir og at gera skúlating, sum helst skal hava sítt fasta pláss í eini familju við børnum, er farið út av lagi. Børn trívast best í einum skipaðum gerandisdegi, har tey vita frammanundan, hvat skal henda og nær, og tí verða tey serliga rakt av teimum óskipaðu og tilvildarligu umstøðunum, tey liva í. Og tí verða tað ofta tey, sum bera eyðkennini, sum vísa, at øll familjan hevur tað trupult, sigur Hallbjørg.
? Ein sovorðin familja er ofta komin inn í eitt mynstur, har øll hava fingið ein keðiligan leiklut. Tey eru kanska læst fast eini oyðileggjandi ringrás, sum tað ofta krevur heilt grundleggjandi broytingar at koma úr aftur. Eitt tað fyrsta, vit gera, er tí at royna at skipa gerandisdagin av nýggjum saman við familjuni, greiðir Hallbjørg frá.
Finn tað góða
Øll vilja børnum sínum tað besta. Eisini tey, sum koma her á deildina, sigur Hallbjørg avgjørd. Hennara royndir vísa, at tað oftast gevur tey bestu úrslitini, um tú fokuserar uppá tað positiva, sum sjálvandi altíð er at hóma onkustaðni, og stimbrar familjuna til at halda á við tí, í staðin fyri bara at finna feilir og peika á tann óhepna atburðin.
? Ein týðandi liður í okkara ráðgeving er at taka samveruna í familjuni upp á sjónband og so aftaná eygleiða tað, sum hendir, saman við familjuni. Hetta er tann sokallaði Marte Meo arbeiðshátturin, sum gongur út uppá, at ráðgeva út frá teimum støðum í samskiftinum, sum eydnast væl, seta orð á tað og stimbra til endurtaka hendan mátan at vera saman framyvir. Tankin er, at vit øll hava tað í okkum, sum skal til, fyri at skapa eitt positivt samskifti við hvønn annan. Vit vita bara ikki altíð, hvussu vit skulu gera og duga tí ikki nóg væl at gera tað til ein vana, greiðir Hallbjørg frá.
Ein annar liður í ráðgevingini er, at starvsfólkini hvørt kvøld skriva dagbók, sum síðani verður lisin saman við familjuni. Dagbókin er eitt slag av samandrátti av tí, sum er hent í familjuni gjøgnum dagin og er tí eitt gott høvi at tosa um, hví tað gekk, sum tað gekk, ella rudda ymsar misskiljingar av vegnum.
? Bæði starvsfólk og familjurnar eru serliga glað fyri dagbókina, tí hon er við til at skapa álit og tryggleika, og tí hon gevur familjuni møguleika at vísa á, at tey kanska als ikki hava lagt tað sama í eina hending, sum starvsfólkini. Tað kann so aftur vera við til at skapa eitt gott prát um, hví vit fata ting ymiskt, sigur Hallbjørg.
Ongin uppskrift
? Eitt tað mest týðandi í hesum arbeiðinum er, at tú ikki kroystir tínar egnu sannføringar og lidnar loysnir niður yvir familjuna, tú skalt vegleiða. Tað finst ongin endalig uppskrift uppá, hvussu ein familja skal uppføra seg, og eg havi ikki enn hitt nakra vælvirkandi familju, sum ikki eisini kennir til trupulleikar, sigur Hallbjørg. Hon leggur afturat, at tað ger tað ikki lættari hjá nøkrum av okkum, allatíðina at síggja hesar glansmyndirnar av eydnuríkum familjum í til dømis sjónvarpslýsingum, so tú næstan fært ringa samvitsku, bara tú letur eitt øvut orð fella.
? Vit eiga eisini at ansa eftir, at vit ikki verða ov skjót til at gera av, hvat er "tað besta" at gera saman við børnunum. Eitt lítið dømi er, at her hjá okkum er tað mest sum ein viðtikin semja um, at nakað av tí besta, tú kanst gera, er at lesa søgu fyri børnunum, tá tey fara í song. Eg ivist ikki í, at hetta er ein góð og stimbrandi løta fyri tey flestu, men vit skulu líka minnast til, at ein stórur partur av heiminum als onki kennir til hetta. Teirra børn fara neyvan kedd í song hvørt kvøld av teirri orsøk, so sjálvandi finnast tað aðrir, minst líka góðir mátar at siga góðanátt uppá, sigur Hallbjørg.
Sosialur arvur?
Hallbjørg heldur tað bera illa til at siga nakað generelt um, hví samveran í summum familjum gerst so trupul, at foreldur og børn til endan ikki megna at liva saman í gerandisdegnum uttan mistrivna. Men felags fyri okkum øll er, at vit á onkran hátt altíð taka tað við okkum víðari, sum vit hava fingið við heimaní-frá. Vit gera okkum øll tankar um, hvat var gott og minni gott, hvat vit sjálvi fegin vilja geva okkara egnu børnum, og hvat vit allarhelst vilja spara tey fyri. Men tíverri hendir onkuntíð tað beint øvuta, so at vit uttan at vita av tí, bera okkum at móti okkara børnum, júst á tann hátt, vit ikki ætlaðu. Ofta er hetta ein atburður, sum er so rótgrógvin í okkum frá uppvøkstrinum, at hann spøkir aftur, uttan at vit varnast tað. Á ein løgnan hátt kann hetta skapa eitt slag av tryggleika, tí vit jú eru von við og kenna okkum heima í støðuni. Hinvegin, um eitt menniskja ongantíð hevur kent til umsorgan og ein positivan máta at tosa saman, har øll vórðu vird sum menniskju, so hava tey ofta heldur ikki hesar førleikar í sær at brúka og geva víðari.
? Sæð uppá hendan mátan, snýr hetta seg í summum førum kanska um sosialan arv, uttan at hetta skal skiljast sum ein lagnudómur, sum tað ikki ber til at broyta. Við teimum røttu amboðunum og góðum samrøðum trúgva vit øllum førum uppá, at tað ber til at bróta tann sosiala arvin, so hann ikki verður førdur víðari í næsta ættarliðnum. So sjálvt um trupulleikarnir longu hava stungið seg upp, tá vit møta familjunum, so hevur okkara arbeiði vónandi eisini eina fyribyrgjandi ávirkan, sigur leiðarin á familjudeildini.
?????
Fakta um Familjudeildina
?Deildin varð sett á stovn í 2002
?Tað er barnaverndin, sum mælir familjum til uppihaldið á Familjudeildini
?Familjurnar kunnu vera foreldur ella støk við børnum, barnakonur ella kvinnur, sum júst hava átt.
?Vanliga varar uppihaldið 3-6 mánaðir - tó onkuntíð longri.
?Pláss er fyri 3 familjum, sum búgva í hvør síni íbúð á deildini.
?Familjurnar hava sjálvar ábyrgdina av sínum børnum, máltíðum og vanliga húsarhaldi. Tó eta familjurnar døgurða saman 4 ferðir um vikuna.
?Familjurnar hava skyldu til at taka lut í tí frálæru og tiltøkum, sum deildin skipar fyri.
?Í vikuskiftunum kunnu familjurnar fara heim, um tær ynskja tað.
Leiðari á deildini er Hallbjørg Lamhauge, sosialráðgevi og familjuráðgevi










