Arafat ? yvirgangsmaðurin sum gjørdist statsmaður

Tað var Yasser Arafat, sum setti tað palestinska málið á heimskortið. Tað var hann, sum leiddi palestinarnar at gáttini til teirra egna ríki, men sum sveik í seinastu løtu





Gjáramorgunin kunngjørdi hernaðarsjúkrahúsið í París, at palestinski leiðarin, Yasser Arafat, var deyður.
Hann var 75 ára gamal, og við deyða hansara er eitt tíðarskeið av. Hann kom upp á heimspolitiska pallin í 1969, tá hann gjørdist formaður í PLO. Hetta var, meðan Lyndon Johnson var forseti í USA og Vietnamkríggið stóð ovast á dags-skránni.
Arafat var frælsisstríðs-maðurin og yvirgangs-maðurin, hvørs politiska leið broytti hann til statsmann og fekk hann á listan yvir tey, sum hava fingið friðarheiðursløn Nobels. Hann megnaði at seta tað palestinska málið á dagsskránna hjá heimssamfe-lagnum, og við djørvum og nýhugsandi politiskum avgerðum mundi tað eydnast honum at útvega pale-stinum egið ríki. Men tá á stóð, kundi hann ikki góð-taka ta neyðugu neyðloysnina.
Nú hevur hann latið eitt útarmað og hersett fólk eftir seg. Eitt fólk, sum ikki hevur nakran leiðara, einki land, og sum er á eggini til eitt borgarakríggj.
Fatah
Yasser Arafat var føddur í Kairo í august í 1929. Tað sigst, at ættarfólk hansara stava frá sjálvum Muhammed profeti. Foreldrini góvu honum navnið Muhammed Abdul Rauf Arafat al-Qudwa, men longu sum barn bleiv hann kallaður Yasser, sum merkir ein, ið ikki nýtist at stúra. Mamma hansara doyði, tá hann var trý ára gamal, og hann vaks tí upp hjá skyldfólki í Jerusalem og í Gaza.
Sum ungur fór Arafat til Kairo at nema sær útbúgving. Hetta var um tað mundið, tá palestinar vórðu riknir frá húsi og heimi, tí jødarnir skuldu hava egið ríki. Í 1948 bardist Arafat saman við Muslimska Bróðurskapinum í Gaza, og nakað seinni gjørdist hann formaður í palestinska studentafelagsskapinum. Í 1995 var hann liðugur at útbúgva seg til verkfrøðing og flutti til Kuwait. Har stovnaði hann saman við øðrum felagsskapin Fatah í 1959.
Í dag er Fatah tann størsti felagsskapurin í palestinska økinum og mergurin í palestinska frælsisfelagsskapi-num PLO, sum bleiv stovnaður í 1964. Arafat eggjaði feløgum sínum til at gera álop á ísraelsk mál, og í januar í 1965 gjørdi Fatah fyri fyrstu ferð álop á mál inni í sjálvum Ísrael.
Tá Ísrael hersetti Vestara Áarbakka og Gaza-geiran undir Serksdagakrígnum í 1967, kunngjørdi Arafat, at kolvelting var tað einasta, sum kundi geva palestinska fólkinum sigurin. Um hetta mundið gingu palestinar í fleiri bólkum, men í 1969 eydnaðist tað Arafat at miðsavna mótstøðuna ímóti Ísrael. Samstundis bleiv palestinskt sjálvsstýrið stavnamálið.
Tveittur á dyr
Í sjeytiárunum skipaði Fatah fyri fleiri yvirgangsatsóknum. Eitt nú var tað felagsskapurin hjá Arafat, sum beindi fyri jordanska forsætisráðharranum Wasfi al-Tall, og tað var eisini Fathah, sum skipaði fyri atsóknini at ísraelsku itróttarfólkunum á olympisku leikunum í Múnchen.
Men Arafat hevði samstundis valt at halda eina diplomatiska kós fyri at lyfta tað palestinska málið upp á altjóða pallin. PLO fekk eygleiðarastøðu í ST, og í 1974 helt Arafat røðu á ST-aðalfundinum. Við hesum hevði hann gjørt tað palestinska málið til eitt altjóða mál.
Men Arafat var illa lýddur í tí arabiska heiminum, og hann hevði sitið í fongsli í fleiri londum. Myndugleikarnir í Sýrialandi vildu ikki tosa við hann, og Jordan gjørdi av at tveita hann og PLO á dyr. Egyptar vildu heldur ikki vita av honum, og tá Ísrael gjørdi innrás í Libanon í 1982, noyddist Arafat at flýggja. Hann fór nú til Tunis. Har royndi ísraelska fregnartænastan Mossad fleiri ferðir at beina fyri honum, men hvørja ferð miseydn-aðist tað.
Dugdi ikki
Mong hildu, at Arafat nú var settur til viks, men undir tí fyrsta palestinska uppreistrinum í áttatiárunum valdi Arafat at ganga ein nýggja leið, eina samráðingarlið fram ímóti einari varandi friðarloysn. Hetta endaði við teimum loyniligu samráðingunum í Oslo, og í 1993 kundi heimurin eygleiða Arafat og ísraelska forsætisráðharran Yitzak Rabin rætta hvør øðrum hondina á grasvøllinum uttan fyri Hvítu Húsini. Árið eftir fingu teir báðir og Shimon Perez friðarheiðursløn Nobels.
Men vónirnar um frið brustu, tá samráðingarnar í Camp David miseydnaðust, og palestinar fóru undir enn ein uppreistur við sjálv-morðsbumbuálopum og ísraelskum hevndarálopum.
Í 1994 kom Arafat til Gaza-geiran og valdi at fáa sær høvuðsstøð í Ramallah á Vestara Áarbakka stutt norðan fyri Jerusalem. Men hann skilti ikki, at tað krevur annað handalag at byggja land enn at halda skil á einari mótstøðurørslu. Hann dugdi ikki at lata øðrum vald og ábyrgd, men valdi sær embætismenn, sum gjørdu, sum hann segði.
Ferð eftir ferð setti hann seg upp ímóti altjóða krøvum um nýskipanir í palestinsku økjunum, og harð-skapurin og upgerðir ímillum vápnaðar bólkar í Gaza og pørtum av Vestara Áarbakka eru tekin um eitt samfelag, sum onga leiðslu hevði, júst tí Arafat tvíhelt um, at hann einsamallur skuldi hava leiðsluna.
(Kelda: Berlingske Tidende)