Herfyri var dygdin á dagstovnunum í Føroyum tikin upp í Tinghelluni í Sosialinum. Har varð millum annað víst á, at kvantitetur og kvalitetur ikki altíð fylgjast at. Í einari grein, stóð, at politikarar bert hava hugsað um at fáa ansingartørvin nøktaðan og systkinaavsláttur til foreldrini. Samstundis varð spurnartekin sett við dygdina á stovnunum. Har varð tosað um hvørji førleikakrøv verða sett til børn í dag í mun til fyrr, tá tað var meiri vanligt, at børnini spældu á gøtunum og gingu og mólu uppi í heima hjá mammuni ella ommuni og abbanum. Í greinini bleiv sagt, at okkurt má gerast til tess at fáa somu dygdina inn á stovnarnar, so at føroysku børnini í dag hava verri førleikar, tá tey fara í skúla enn fyri 30 árum síðani.
Hetta fekk starvsfólkini á dagstovninum á Argjum at rakna við. Tær fýra vísa á, at dygdina, sum børnini fingu við at vera heima hjá foreldrunum var ikki nakað, sum varð tosað um tá á døgum, men tað er nakað, sum er komið við tíðini, nú flestu børn eru á ansingarstovni hvønn dag í vikuni.
? Fakligi førleikin hjá starvsfólkunum skapar dygdina á einum stovni ? ikki fysisku rammurnar ella eitt pappír, sum sigur, at tú ert pedagogur, siga tær fýra, Gudrun, sum er leiðari á stovninum, Majbritt, Randi og Bjørg og halda fram, at tá tú hevur valt at søkja eitt starv sum pedagogur inniber tað eina stóra ábyrgd.
? Tú kanst ikki bara søkja starvið og síðani hugsa, at tað eru bara børn, siga tær.
Øll í felag hava tey bygt stovnin upp. Stórur dentur verður lagdur á at menna bæði pedagogar og hjálparfólk.
? Hetta síggi eg sum eina av okkara avgjørdu dygdum. Tað er ómetaliga týdningarmikið, at starvsfólkini kunnu fáa fakligar førleikar, óansæð útbúgving ella ikki. Og vit seta eisini krøv til bæði okkara pedagogar og hjálparfólk fyri nevniliga at fáa eina dygd á stovninum, sigur Gudrun, leiðari á stovninum.
Stoyttar
Tær fýra kenna seg ikki sørt stoyttar av, at tað soleiðis um ein kamb verður sett spurnartekin við dygdina á øllum stovnum her á landi.
? Vit vita væl, at tað finnast góðir stovnar og minni góðir stovnar, men tað er nemt nokk bara at siga, at allir stovnar eru vánaligir, pedagogarnir eru vánaligir og so framvegis. Tað er tó ikki bara vánaligt alt. Vit hava ein stovn her á Argjum, sum vit allar eru góðar við, har vit raðfesta dygd sera ovarliga, sigur Majbritt.
Randi leggur dent á, at øll starvsfólkini eru sera tilvitað um nettupp dygdina á stovninum, so hon skilir als ikki, at slíkt verður ført fram á ein tílíkan hátt.
? Tað er sera umráðandi, at tíðin á stovninum er góð fyri barnið og at tað er trygt á stovninum, leggur Randi dent á, og hinar nikka samtykkjandi.
Tilvitað um dygd
Dagstovnurin á Argjum er býttur upp í seks stovur. Tvær vøggustovur, tríggjar barnagarðsstovur, har av ein smábarnastova, har øll børnini eru trý ára gomul og ein forskúli. Øll húsast í sama bygningi, og tað halda tær fýra hevur sínar fyrimunir. Serliga tá hugsað verður um skiftistíðina hjá barninum.
? Men lat tað vera sagt beinanvegin, at tað síggja vit sum fyrimunir, men tað er ikki tað sama sum at siga, at tað er verri, har alt ikki er undir sama taki. Yvirhøvur ikki, staðfestir Majbritt.
Eitt barn sum byrjar í vøggustovu á Argjum verður verandi á stovninum til tað fer í skúla sum seks ella sjey ára gamalt. Tað er tí ikki ov nógv sagt, at stovnurin spælir ein sera stóran leiklut í fyrstu liviárunum hjá barninum.
? Tískil mást tú, sum pedagogur ella hjálparfólk, vera sera tilvitað um dygdina og títt arbeiði sum heild, sigur Gudrun.
Og tað leggur stovnurin á Argjum seg eftir á øllum økjum. Tær siga allar, at tað liggur fremst í huganum, meðan tær arbeiða, at tað er barninum at frama fyrst og fremst. Tað veri seg um tað er vøggustova, barnagarður ella forskúli.
Gerandisdagurin verður formaður eftir tørvinum hjá barninum og alt eftir hvørjum støði tað er á.
Majbritt sigur, at tær síggja ongantíð børnini sum ov lítil til at gera eitthvørt.
? Óansæð hvørjum vit so arbeiða við, so leggja vit tað á teirra støði, og harvið síggja vit jú eisini, hvat børnini eru ment at gera út frá teirra egnu førleikum, greiðir Majbritt frá.
Kjak og niðurstøða
Bjørg sigur, at denturin verður lagdur á børnini sjálvi. Hon greiðir frá einum dømi úr forskúlanum, har børnini júst høvdu verið og hugt at Brúsajøkuli, sum pedagognæmingar av læraraskúlanum framførdu.
? So var Brúsajøkul sjálvandi alt næsta dagin, og tey spældu so hugagóð. Men so var tað ein trupulleiki, at tað ikki vóru nóg mikið av álvagentum. Tá var eitt barn skjótt at spyrja, um tað ikki bar til at hava álvadreingir, og so var tann trupulleikin loystur, greiðir hon frá og leggur afturat, at børnini skulu læra at kjakast og koma til eina niðurstøðu, hóast tey ikki altíð eru samd.
? Har virka vit mest sum vegleiðandi, tí tey skulu helst finna út av at loysa trupulleikan sjálvi, og tað er sanniliga eisini ein partur av menningini, vísir Bjørg á.
Randi, sum er pedagogur í vøggustovuni, greiðir frá, at tá eitt barn kemur av fyrstan tíð á stovn, ræður tað allarfyrst um at fáa barnið trygt við tess nýggju umstøður. Tað er líkamikið um tað er í vøggustovu, barnagarð ella forskúla.
Uppgávan hjá einum pedagogi er at eygleiða og menna tað einstaka barnið á tí støði tað er á, men ta fyrstu tíðina arbeiða tey við at fáa barnið at fella til.
? At barnið er trygt og trívist er grundin fyri allari menning. Uttan tað fært tú onki gjørt, sigur Randi Hentze.
Á vøggustovuni verður annars arbeitt miðvíst við motorikki, rørslum, málinum og sosialiseringini av einum barni. Eitt barn mennir sítt mál sera nógv, meðan tað er í vøggustovualdri. Somuleiðis byrjar barnið at vera sosialt um hendan aldurin eisini. Men allar siga tær tó, at tað hevur ómetaliga nógv at siga - eisini fyri tað heilt lítla barnið, at tað kann vera millum onnur børn.
? Børn mennast best millum børn, sigur Majbritt.
? Og saman við vaksnum, sum fata tey, leggur Gudrun afturat.
Matpolitikkur
Sum ein av fáu stovnunum í landinum hevur dagstovnurin ein matpolitikk. Hetta merkir, at børnini als ikki skulu hava matpakka við, tá tey koma.
? Hetta síggi eg so sanniliga sum eina av okkara góðu dygdum, sum stovnur, tí vit leggja dent á, at børnini fáa sunnan og fjølbroyttan kost, sigur Gudrun W. Rasmussen, sum er leiðari á stovninum.
Hon greiðir frá, at tey fóru undir hetta við matpolitikkinum fyri tveimum árum síðani, og tað hevur víst seg at eydnast frágera væl.
? Bæði starvsfólk, foreldur og ikki minst børn eru glað fyri tað, greiðir Gudrun frá.
Bjørg heldur fram, at máltíðin er vorðin til eina løtu, sum tey gleða seg til, har børnini sjálvi siga, hvat tey vilja hava upp á breyðið.
? Tey eru farin at eta nógv meira, enn tá tey høvdu matpakka við sjálvi, sigur Randi.
Hon greiðir frá einum dømi, har ein drongur so at siga hvørja ferð tey skuldu eta matpakka, hoyknaði saman, tí hann orkaði ikki í holt við tey somu breyðstykkini ferð eftir ferð.
? Matvanarnir hjá børnunum broyttust eisini fullkomuliga. Heima hava tey helst sagt tað sama umaftur og umaftur, tá foreldrini hava spurt tey, hvat tey vilja hava upp á breyð, meðan her fáa tey høvi til at velja sjálvi. Ei heldur tykist tað so møtimikið hjá teimum at fara ígongd, greiðir Randi frá.
Dentur verður sum sagt lagdur á sunnan kost, og tískil er Nuggeline ella sukurlátaviðskeri als ikki á borðinum á dagstovninum á Argjum.
? Tað hevur ongantíð verið á borðinum, og eg haldi ikki, at nakar saknar tað heldur, sigur Randi.
Óhepnar útsagnir
Ein av týdningarmestu leiklutunum fyri at skapa dygdina á einum stovni er samstarv við foreldrini. Tað leggja tey seg eisini nógv eftir at gera á dagstovninum á Argjum, sum annars er ein sjálvsognarstovnur ? tó í tøttum samstarvi við Tórshavnar kommunu.
Gudrun greiðir frá, at leiðslan á stovninum leggur seg eftir at hava eitt virðingsgrundarlag at ganga út frá í dagliga arbeiðinum. At tey røttu virðini verða løgd í børnini, og tað er sera týdningarmikið at hava eitt gott familjusamstarv. Hon heldur, at júst virðingsgrundarlagið er eitt avgerandi leiðsluamboð á einum dagstovni, sum verður nýtt og tosað um í tí dagliga arbeiðinum.
? Vit ansa barninum í dagtímunum, eygleiða og royna at menna tað einstaka barnið, men tað eru foreldrini, sum eiga barnið, undirstrika tær fýra.
Í somu Tinghellu var eisini eitt prát við formannin í Pedagogfelagnum, Jarvin F. Hansen, sum ásannar, at dygdin ikki er garanterað enn, og tað serliga kann koma at ganga út yvir børn við serligum tørvi.
? Tað er so ofta, tá slíkt kemur fram, at tað verður hugsað um tey við serligum tørvi, men vit sum pedagogar mugu so sanniliga eisini ansa eftir, at børnini við vanligum tørvi ikki detta burturmillum, vísir Randi á.
Tær halda, at summi av útsøgnunum hjá formanninum eru sera óheppin ? serliga um fakligar førleikar, tí tað kann skapa eina gjógv millum pedagogar og hjálparfólk.
? Vit hava nógv einastandandi góð hjálparfólk her á stovninum, sum so sanniliga gera sítt til at, at dygdin er so góð, sum hon er, so vit halda, at hann mátti ansa eftir sínum útsøgnum, tí hann eigur jú sum formaður felagsins eisini at tosa teirra ófaklærdu søk, siga tær fýra, Gudrun, Majbritt, Randi og Bjørg at enda.










