Jens Johannesen
Tvøroyri, valevni javnaðarflosins til býráðið
Ungdómurin er okra besta og týdningarmesta tilfeingi. Teimum skulu okur vara av.
Tað, sum mong ung sakna er eitt stað at vera, tá ikki verður hugsað um okra vanligu ítrótt. Øll eru ikki so hugaði í ítrótti, so fyri hesi eru hesi høli/øki okra líkamiki. Okra ungdómi tørvar t.d. eitt tónleikahøli við allari tónleikaútgerð. Tað er nú einaferð so, at musikskúlin fær ikki tikið øll inn, sum hava hug, tí er tað alneyðugt, at okur ikki missa tey burt, men hava okkurt tilboð til hesi. Okur hava ungar, royndar tónleikarar í býnum, sum tosta eftir einum slíkum høli og umstøðum, og ivaleyst eru fúsir til verka, um teir fáa eitt tilboð.
Prutlkoyring er sera væl umtókt. Okra ungdómur skuldi havt eitt økið, har tey kunnu koyra "motorcross", har tey kunnu fáa sín tørv nøktaðan, fáa upplivilsi, hava dreymar í tryggum umhvørvi, við útbúnum fólki, so tey ikki altíð (og foreldrini við) skulu vera bangin fyri, at politiið skal vera í hølunum á teimum, men heldur fáa politiið hugaðir í slíkum tiltakið, og arbeiða saman við ungdóminum. Tað veit je, teir vilja. Her er møguleiki at nýta náttúr-una á ein øðrvísi máta, og pláss hava okur.
Teim tørvar eitt stað, eitt roykfrítt/rúsfrítt umhvørvi/hølið, har øll kunnu vera, sokallaðir ungdómsklubbar. Har kann ungdómurin savnast um spøl, filmar, kvøldsetur o.a., og umsjón skal vera við hes-um. Í dag er høvuðstil-haldsstaðið miðbýurin. Tað kann aldri vera rætt.
Tað skulu ikki so ógvuliga nógvir pengar til hesi fyrrnevndu hugskotini. Hølið eigur kommunan, náttúruøki eigur kommunan, so tað skal ikki øll verðin, til at fáa tílíkt upp at standa. Viljin vísir vegin.
Nógv liggur fyri framman.
T.B. er komið í bestu deildina aftur, so har verða tung tøk at taka, tí vøllurin hjá okum kann ikki nýtast til altjóða dystir sum er.. Her má hugsast stórt og fram-tíðarkent. Je veit, at øll á Tvøroyri eru góð við T.B., tí eiga okur eisini at vera við til at seta karmarnar í góðum og tøttum samstarvi við felagið. Í felag kunnu okur alt. Veit at "nevnd " arbeiðir við onkrum? Her má arbeiðast skjótt og væl. Finnast má fram til eina loysn, sum fer at nøkta tørvin nógv ár framyvir.
Svimjifelagið hevur ikki tær bestu umstøðurnar. Tey gera eitt megnararbeiði, so her hava okur nakað at hugsa um. Eina almenna svimjihøll, til gleði fyri okum øll.
Kommunan hevur verið so "beinasom" at næstan stongja kappróðrarneystið inni, so her verður kommunan noydd at ávísa aðrar møguleikar. Ikki ber til, at bert tey privatu skulu fáa í posa og sekk.
Okur kunnu saman leggja eina framtíðarætlan, so okur, við góðari stýring náa teimum málum, sum sett verða.
Men tað krevur nakað av okra ungdómi, og hesum eri je ikki bangin fyri. Gev ungdóminum ábyrgd, so skulu okur nokk síggja úrslit. Her býr ein góður og raskur ungdómur.
Fara okur inn við einum opnum sinni, kunnu okur saktans náa nógv, men neyvan eftir einum degi.
Skal ein lata seg stilla upp til eitt so týdningarmikið val, er ein noyddur at hava ávísar visiónir. Uttan visiónir- onga framtíð, men hava okur áræði og dirvi, fáa okur eisini nakað av skafti.
Velur tú nýtt, velur tú eisini nýggjar avbjóðingar. Vel rætt. Vel Jens. Gott val.